Yvirtaka avgerðina um at yvirtaka

? Hetta er tað størsta stigið, føroyingar hava tikið at fremja størri sjálvbjargni síðani 1948, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum mánadagin var í Keypmannahavn og skrivaði undir ein yvirlýsing um seta eina yvirtøkulóg í gildi

Tíðliga mánamorgunin setti Jóannes Eidesgaard, løgmaður, seg í eitt av flogførunum hjá Atlantsflogi við kós ímóti Keypmannahavn. Nakrar tímar seinni hevði hann skrivað undir eina yvirlýsing, sum hann kallar størsta frambrotið fyri føroyskum sjálvbjargni síðani 1948.
? Tann nýggja yvirtøkulógin ger, at føroyingar sjálvir ? og einsamallir ? gera av, um vit vilja yvirtaka málsøki frá dønum. Í nøkrum førum skulu samráðingar um treytirnar til, men eingin ósemja kann longur steðga einari yvirtøku, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður og Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, skrivaðu mánadagin undir yvirlýsingina um at leggja uppskot fyri løgtingið og fólkatingið at seta yvirtøkulóg í gildi.
? Hetta er tað størsta stigið, føroyingar hava tikið at fremja størri sjálvbjargni síðani 1948, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Lættari yvirtøkur
Tann nýggja yvirtøkulógin skal víðka munandi um heimildirnar at yvirtaka málsøki, samstundis við at tilgongdin verður munandi lættari. Við yvirtøkulógini kunnu føroyingar taka yvir mál og málsøki, tá ið - og um - føroyingar ynskja tað.
Týdningamiklasta broytingin við yvirtøkulógini er, at føroyingar nú einans skulu samráðast við danir um ávís málsøki, men tað verður ikki neyðugt longur at bíða eftir semju. Tað merkir, at føroyingar kunnu velja at yvirtaka, sjálvt um tað hendir, at partarnir ikki eru samdir.
? Vit kenna til nógvar truplar yvirtøkur. Tað tók 17 ár at yvirtaka undirgrundina, tí partarnir kundu ikki semjast. Nú kunnu vit yvirtaka tey flestu málsøkini við bara at boða frá tí, sigur Jóannes Eidesgaard.

Alt uttan fullveldi
Dómsvald, revsirættur, persóns-, familju- og arvarættur, fíggjarrættur og útlendingamál eru dømi um stór og týdningamikil mál, ið ikki eru nevnd í heimastýrislógini, men sum føroyingar eftir nýggju lógini kunnu velja at gera til føroysk málsøki.
Øll mál kunnu sostatt yvirtakast, uttan tey, ið beinleiðis eru tengd at ríkisfelagsskapinum ? eitt nú Hægstirættur, ríkisborgaraskapur og uttanríkispolitikkur.
? Yvirtøkulógin verður tað nýggja amboðið í sambandi við allar yvirtøkur hereftir. Vit hava upplivað nøkur málsøki, sum tað næstan hevur verið ógjørligt at yvirtaka, men tann nýggja lógin fer at geva okkum heilt nýggjar møguleikar at yvirtaka, sigur løgmaður.