Í gjárkvøldið samtykti stýrið fyri Eysturoyar Røktar-og ellisheim at avtaka sjálvsognarstovnin og avhenda allar ognir stovnsins pr. 1. januar 2015 til Skálafjarðarsamstarvið. Stýrið hevði sostatt sín seinasta fund í gjár
Skálafjarðarsamstarvið, sum er samstarvið um eldraøkið hjá Runavíkar, Nes-og Sjóvar kommunum, fara eftir 1. januar at eiga og reka Eysturoyar Røktar-og ellisheim, sum soleiðis gerst partur av eldraøkinum hjá samstarvinum.
Í samband við yvirtøkuna av Røktar- og ellisheiminum, fer Skálafjarðarsamstarvið at gjalda eina kompensatión á knapt 23 miljónir krónur til Eysturkommunu, Fuglafjarðar kommunu, Eiðis kommunu og Sunda kommunu, sum hava verið partar av ognarfelagsskapinum og umboðaði í stýrinum.
Avhendanin av sjálvsognarstovninum til Skálafjarðarsamstarvið fær ongar fylgjur fyri tey búfólk, ið longu búgva á stovninum. Hesi hava øll rætt til at vera verandi á stovninum.
Eftir 1. januar kunnu onnur samstørv keypa borgarum sínum pláss á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi. Skálafjarðarsamstarvið hevur gjørt avtalu við samstarvið Eysturkommuna og Fuglafjørður, at hesi tey næstu fimm árini binda seg til at keypa pláss á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi, um tørvur er á tí, og pláss eru tóm.
Skálafjarðarsamstarvið sær fram til at yvirtaka eldraøkið frá landinum, og var yvirtøkan av Eysturoyar Røktar-og ellisheimi ein týðandi liður í hesi gongdini.
Tað veit Nes kommuna at siga í dag.