Bragdið hjá íslendska fótbóltslandsliðnum at vinna sær eitt pláss í play off umfarinum, fyri at vinna sær rættin til at spæla í HM-endaspælinum í Brasil á sumri hevur nú eisini smittað á tað føroyska fótbóltslandsliðið.
Ísland skuldi spæla venjingardyst ímóti Malta 19. november, sum teir nú av gleðiligum orsøkum hava avlýst. Hetta fekk maltesiska fótbóltssambandið at venda sær til FSF og biða um ein venjingardyst. FSF hevur játtað, og hevur hegnisliga telva seg til ein venjingardyst millum Føroyar og Malta, sum verður spældur í juni í 2014.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF fegnast um møguleikan hjá okkara landsliði at royna seg ímóti einum javnlíka á úti- og á heimavølli. Virgar staðfestir, at ráðini nú eru betur at skipa fyri nøkrum venjingardystum, og FSF vónar, at Lars Olsen, landsliðsvenjari og landsliðshópurin kann fáa góða nyttu av avbjóðingunum ímóti Malta komandi tíðina.
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Virgar Hvidbro, sum var í seinnapartssendingini hjá Rás2.