Zacharias sýnir fram í Galleri Havnará

Mentanarnáttina sýnir Zachariasi Heinesen fram í Gallarí Havnará

Listaframsýning við Zachariasi Heinesen á mentunarnáttini Gallarí Havnará spílar seg veruliga út til Mentanarnáttina, tá Zacharias Heinesen letur upp framsýning í hugnaligu hølunum við Havnará.

 

Landslagsmyndirnar hjá Zachariasi Heinesen eru líka eyðkendar sum tær eru vælumtóktar. Spennandi litspælið hjá Zacharias er sterkt og livandi. Hansara tulkingar av siðbundnu landslagsmyndini fáa ein kubistiskan og koloristiskan stíl, har forgrund og bakgrund hava somu vekt. Hetta ger Zacharias til ein tann besta núlivandi føroyska landslagsmálara. Fernisering er fríggjadagin 2. juni kl. 17.00, opið er til kl. 22.00