Verður hann valdur, verður tað heilt víst hann, sum fær uppgávuna at seta nývalda løgtingið.
Sambært tingskipan Føroya Løgtings, so skal elsta fólk á tingi seta fyrsta tingfundin hjá nývalda løgtinginum.
Á fyrsta tingfundi eftir valið møta núvaldu tingfolkini, sum hava fingið bræv frá valnevndini. Tey kunna tá bara umrøða og atkvøða í spurninginum um valgildi.
Tað verður tá elsta fólk á tingi á aldri, aldursformaðurin, su tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður og heitir á fimm vald tingfólk at kanna valbrøvini.
Hesi fimm valdu tingfólkini kanna valbrøvini hjá teimum, sum vald eru. Tey skulu kanna:
1) Útskriftirnar úr gerðabók valnevndarinnar,
2) klagur um valið,
3) at tey valdu eru myndug, hava danskan ríkisborgaraskap og eru heimahoyrandi í Føroyum sbr. stýrisskipanarlógini § 3,
4) um nakar valdur ikki lýkur treytirnar í stýrisskipanarlógini § 4, stk.1, tí at hann er revsaður fyri gerð, sum nevnd er í stk. 2 og 3 í somu grein.
Elsta valevnið til løgtingsvalið hesaferð er Zakarias Wang, sum fyrr í vikuni fylti 75 ár. Næstelstur er Poul Michelsen, sum er 71 ár, síðani Karsten Hansen, sum eisini er 71 ár, Edmund Joensen, sum er 70 ár og eftir hann Heðin Mortensen, sum er 69.
Ilt er at meta um sannlíkindini hjá Zakariasi Wang at verða valdur. Men verður hann tað, so verður uppgávan hansara at seta tingið. Størstur er møguleikin helst fyri, at Poul Michelsen fær uppgávuna.
Aldursformaðurin stílar fyri fyrsta tingfundinum og skipar fyri valið av nýggjum løgtingsformanni.