SUMMARLEGUR
Summarlegurnar sum eru á Zarepta á Vatnsoyrum í dag, byrjaðu við Áir í 1965. Ein av stigtakarunum til hesar legurnar var Brynleif Hansen trúboðari, sum doyði av flogvanlukkuni í Mykinsei 26. september 1970. Síðan Zarepta varð bygt í 1967, hevur verið neyðugt at bygt út fleiri ferðir, eins og nógvar umbyggingar hava verið gjørdar.
Stórur áhugi
Stórur áhugi er fyri hesum legum, sum hava eina fasta skrá frá tí at legan fyri brekað byrjaði 10.mai til heystlegan endar 17. oktober, umframt aðrar vikuskiftislegur. Til barnalegurnar sum eru í summarfrítíðini koma hvørja viku eini 150-200 børn, umframt starvsfólk og leiðarar, ið eru umleið hundrað í tali. Húsið hevur 300 seingjarpláss, og ofta er fullsett.
Liðini kappast
Á summarlegunum eru skipaðar fótbóltskappingar, har tey ymisku liðini kappast á graslíkisvøllinum, eins og børnini kunnu tekna seg til súkklubátar ella róðrarbátar á Leitisvatni, rógva við kano í ánni, ella svimja í innandura svimjihylinum.
Hvønn morgun eftir morgunfimleikin á graslíkisvøllinum verður fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið meðan føroyska flaggið verður vundið á stong. Um morgunin eru bíbliutímar og andaktir, meðan flestu aktivitetirnir eru aftaná døgurða.
Endamálið við legunum
Endamálið við legunum er at vinna børn og ung fyri Kristus. At fremja gott samanhald millum luttakararnar á legunum, at spæla og venja likamið. Leggja støði undir dagligar lívsmeginleglur, so sum at vera ásettum leglum lýðin, at fremja vanliga heilsurøkt og siðiliga atferð, og verja um náttúruna eins og mentanarvirðini. Liðini fáa karakter fyri t.d. borðsið, uppmøting og náttarfrið. Onki er at ivast í at tær legur sum verða hildnar á Zarepta, Nesvík og aðrastaðni kring landið, hava stóran andaligan og samfelagsligan týdning.