Zelenskyj er ein ógvuliga sterkur persónur

- Hann er ein leiðari sum tekur velduga stóra ábyrgd av sínum landi og fólki, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt.

Í dag hava norski stórtingsformaðurin og norski uttanríkisráðharrin, Masud Gharahkhani og Anniken Huitfeldt, vitjað ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og ukrainska uttanríkisráðharran, Dmytro Kuleba.

 

Eftir vitjanina er Anniken Huitfeldt sannførd um, at ukrainski forsetin er ein ógvuliga sterkur persónur, sum hevur bæði beinini á jørðini, og hann sær tey, hann skiftir orð við, sum uttanríkisráðharrin tekur til.

 

Hon sigur, at gongirnar, har Volodymyr Zelenskyj heldur til, eru myrkalagdar, og tað er av trygdarávum.

 

- Vit halda, at hann er ein ógvuliga sterkur leiðari sum tekur velduga stóra ábyrgd av sínum landi og fólki, sigur uttanríkisráðharrin við norskar miðlar.

 

Á fundinum snakkaði forsetin eisini um, hvussu hjálpin - bæði tann humanitera og hernaðarliga - kann brúkast mest effektivt. Noreg hevur nevniliga verið í fremstu røð at stuðlað krígsherjaða landinum.

 

Men, trýr uttanríkisráðharrin upp á eina samráðingarloysn millum Russland og Ukraina? spyrja norskir miðlar.

 

- Tað er ov tíðliga enn at siga nakað um, hvat fer at henda í nærmastu framtíð, sigur Anniken Huitfeldt, sum saman við stórtingsformanninum, Masud Gharahkhani, vitjaði í Ukraina í dag.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt.

- Hetta er reinur óndskapur, siga norsku umboðini, sum hava vitjað í Ukraina í dag.