Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er komin til Hollands.
Har skal hann hitta hollendska forsætisráðharran, Mark Rutte, á eini hernaðarstøð í Eindhoven.
Tað upplýsir ein stjórnartalsmaður sambært Reuters.
Í gjar var ukrainski forsetin í Svøríki fyri at gera eina samstarvsavtalu. Undir fundinum við svenska forsætisráðaharran, Ulf Kristersson, heitti Volodymyr Zelenskyij á Svøríki, um at veita stríðsflogfør av slagnum Gripen til ukrainar.
Í tí sambandinum segði ukrainski forsetin víðari, at hann hevði fleiri fundir fyri framman um hernaðarligar veitingar við onnur lond.
– Í morgin fari eg at samráðast við onnur lond, sum stuðla okkum í at veta útgerð, sum krevst fyri at vinna hetta kríggið, segði ukrainski forsetin sambært svensku tíðindastovuni TT.
Í dag fara Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðaharri, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri í Danmark, á vitja á Flyvestation Skrydstrup klokkan 15 danska tíð.
Stórt trygdarvarðhald er á staðnum, og fleiri danskir miðlar hava gitt, at Volodymyr Zelenskyj møguliga verður við á fundinum við tey trý.
Danmark stendur fyri at skulu útbúgva ukrainskar flogskiparar til stríðsflogfør.
Fríggjadagin segði Jakob Elleann-Jensen við Ritzau, at ein veiting av stríðsflogførum kann vera á veg.
– Stjórnin hevur sagt fleiri ferðir, at ein veiting er eitt nátúrligt næsta stig eftir venjing, segði Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðarri, í eini skrivligari viðmerking til Ritzau.
Amerikanarar hava í hesi vikuni boðað frá, at tey hava góðkent møguleikan fyri at ein triði partur letur F-16 flogfør til Ukraina.
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, hevur verið í sambandi við amerikanararnar um hetta.
– Eg kann vátta, at tað hevur verið brævasamskifti millum meg og Antony Blinken um, at verjumálaráðharrin og eg hava spurt USA, hvørjar møguleikar eru, segði Lars Løkke Rasmussen við TV2.
/ritzau/