Zelenskyj lovar hevnd

- Vit fara definitivt at svara fíggindanum aftur, og svarið kemur at merkjast, sigur Volodymyr Zelenskyj í morgun, nú russar hava rakt ein íbúðarbygning í Lviv har vesturi í Ukraina í nátt.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, lovar hevnd yvir Russland eftir loftálop í nátt har vesturi í Ukraina, sum raktu býin, Lviv.

 

Býurin liggur ikki langt frá markinum til grannalandið, Pólland.

 

Á Telegran rópar forsetin enn einaferð russar fyri yvirgangsmenn og sigur, at tíverri eru bæði deyð og løstað í álopinum, sum rakti íbúðarbygning í býnum.

 

- Vit fara definitivt at svara fíggindanum aftur, og svarið kemur at merkjast, sigur Volodymyr Zelenskyj í morgun. 

 

Útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at í minsta lagi fýra fólk eru deyð og átta løstað, eftir at ein russisk rakett rakti.

 

Guvernørurin í økinum, Maksym Kozytskyj, sigur á Telegram, at ein russisk rakett rakti íbúðarblokk í býnum.

 

Maksym Kozytskyj sigur, at eftir at rakettin hevði rakt, kom eldur í bygningin.

 

Tá guvernørurin legði sína fráboðan út á Telegram, vóru bjarfingarfólk í holt við at sløkkja eld og leita eftir deyðum og særdum í leivdunum.

 

Umleið 60 íbúðir og 50 bilar eru oyðiløgd í russiska álopinum í nátt. 

 

##med2##

 

Guvernørurin sigur, at hann varð ávaraður um, at rakettir vóru á veg, og tí heitti hann eisini á fólk í býnum um at søkja sær skjól.

 

Eftir at loftávaringin fór í gongd í Lviv, hoyrdust fleiri spreingingar.

 

Lviv liggur bert 70 kiometrar úr pólska markinum.

 

Í nátt vóru loftávaringar um alt Ukraina, og sambært myndugleikunum í landinum vóru russiskar rakettir á veg móti fleiri býum, sum náttin leið.

 

Dagbladet og tíðindastovan NTB eru millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í morgun.