Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, segði í gjár, at hann er glaður fyri veitingina av tveimum nýggjum rakettverjuskipanum, "sum kunnu skjóta niður, hvat tað skal vera".
Í sínari dagligu video-røðu í gjár segði forsetin seg ikki kunna fara niður í smálutir um nýggju skipaninar, men segði, at hetta eru veitingar, sum eru eitt úrslit av ótroyttiligum arbeiði á øllum økjum í mánaðir.
- Hetta eru skipanir, sum kunnu skjóta niður, hvat tað skal vera. Vit fara at verja regiónirnar. Sjálvt um hesar skipanir ikki eru nóg mikið til eina fullkomna verju av Ukraina, arbeiða vit við málinum hvønn dag, segði forsetin.
Volodymyr Zelensky hevur áður umrøtt amerikansku Patriot-skipanina sum óumveruliga til tess at tryggja loftrúmið yvir Ukraina, og hann hevur sagt, at henda skipan kann skjóta niður øll sløg av russiskum rakettum.
Í video-røðu síni segði hann, at hann og ovasti hernaðarligi leiðari landsins hava tosað um viðurskiftini fram við 1000 kilometra langa markinum millum Ukraina og Russland.
Hann segði, at støðan kring býin, Avdijivka, er sera trupul. Býurin hevur verið fyri áhaldandi russiskum álopum í meira enn tríggjar mánaðir, og tað er næstan ikki ein bygningur í býnum, sum er heilur.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi í nátt.