Zelenskyj setir krøv um samráðingar

- Russland kemur heilt greitt – fyrr ella seinni - at hava brúk fyri slíkum samráðingum, sigur ukrainski forsetin.

- Heldur Russland fólkaatkvøðu í hertiknu økjunum, um hesi øki skulu gerast partur av Russlandi, verða ongar samráðingar.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sambært Reuters.

Russiskar herdeildir og teirra sameindu loysingarfólk hava nú ræðið á stórum økjum í Donbas-regiónini har eysturi og suðuri í Ukraina.

Sum skilst, ætlar Russland at hava fólkaatkvøður í hesum pørtum av Ukraina – líkum fólkaatkvøðuni, sum varð hildin, tá Russland tók hálvoynna, Krim. 

Nógvar atfinningar hava verið av fólkatkvøðuni um Krim, sum ikki er viðurkend av Ukraina og londum í vesturheiminum.

- Um hersetingarvaldið heldur pseudo-fólkaatkvøður, steingja tey samstundis dyrnar fyri sær sjálvum til samrøður við Ukraina og frælsa heimin, sigur forsetin sambært Reuters.

Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at Russland heilt greitt – fyrr ella seinni - kemur at hava brúk fyri slíkum samráðingum.