Zelenskyj takkar Noregi

- Saman skulu vit sigra, skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á Tvitter í dag.

 

Ukrainski forsetin, skrivar á Tvitter, at hann í dag hevur havt eina telefonsamrøðu við norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.

 

- Eg takki fyri nýggja vápnapakkan, sum fer at styrkja Ukraina - á landi, í luftini og á havinum, sigur ukrainski forsetin.

 

Volodymyr Zelenskyj takkaði eisini norska forsætisráðharranum fyri 5-ára stuðulspakkan, sum stjórnin hevur lovað og sum arbeitt verður fyri at fáa góðkendan.

 

- Hjálparpakkin fer at styrkja viðurskiftini millum londini bæði.

 

Ríkisleiðararnir í Ukraina og Noregi umrøddu eisini framhaldandi samstarvið landanna millum. 

 

- Saman skulu vit sigra, skrivar ukrainski forsetin á Tvitter í dag, og tað eru fleiri miðlar, sum endurgeva útsøgnina hjá Volodymyr Zelenskyj.