Zelenskyj á stórskíggja í amerikansku kongressini

Í einari talu til amerikansku kongressina í dag bað ukrainski forsetin um stuðul til at steðga russisku álopunum á Ukraina.

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, var stórliga fagnaður, tá hann í dag á stórskíggja helt eina talu fyri amerikansku kongressuni, har hann byrjaði við at siga, at tað er í hesum døgum, at lagnan hjá Ukraina verður avgjørd.

 

- Tað er nú, okkum tørvar tykkum, so vit kunnu verja okkum ímóti russisku álopunum. 

 

Í røðu síni samanbar hann kríggið, sum Russland nú førir í Ukraina, við Pearl Harbor í 1941, tá USA varð drigið upp í seinna veraldarbardaga, og himmalin var svartur av flogførum, sum lupu á.

 

Hann nevndi eisini hin 11. september og yvirgangsatsóknina móti USA, tá óndskapurin leyp á, sum hann tók til. Í endanum av røðu síni vísti ukrainski forsetin eisini filmsbrot av stóru oyðileggingunum, sum hava verið í Ukraina hesar tríggjar vikurnar.

 

Volodymyr Zelenskyj hevur heitt á vesturheimin og Nato um at seta í verk flogbann yvir Ukraina, men hetta hetta ynskið hevur higartil ikki verið gingið á møti. Hann segði, at Russland hevur gjørt himmalin yvir Ukraina til eitt deyðsøki.

 

- Eg noyðist at verja loftrúmið yvir okkara landi, og tí tørvar mær tykkara hjálp, segði forsetin, sum eisini hevur heitt á vestanlond um at seta enn harðari revsitiltøk í verk ímóti Russlandi.

 

Fleiri keldur hava upplýst, at Joe Biden fer at kunngera ein hjálparpakka á 800 miljónir dollarar í hernaðarhjálp til Ukraina. Sum skilst, koma hesar 800 miljónir dollararnir aftrat teimum 200 miljónum dollarunum, sum Ukraina fekk seinasta vikuskiftið.

 

Wall Street Journal hevur skrivað, at talan soleiðis er um hjálparpakkar úr USA á tilsamans 1000 miljónir dollarar.

 

Eftir samráðingar millum Ukraina og Russland í nøkrum umførum er nú líkt til, at onkur glotti hómast.

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, segði í dag, at samrøðurnar við Russland nú eru vorðnar meira realistiskar, sum hann tók til, og eisini frá russiskari síðu eru ávísar vónir um semjuloysnir.

 

Sum skilst, halda samrøðurnar fram í dag, og hetta verður triði dagur á rað, har samrøður eru millum Russland og Ukraina.