Zelenskyj umhugsar semju við Russland um umstríddan landspart

Ukrainski forsetin letur í samrøðu upp fyri at semjast við Russland á fleiri økjum fyri at fáa eina friðaravtalu.

 

Zelenskyj sigur, at Ukraina er til reiðar at tosa um møguleikan fyri at gerast ein neutralur statur. Hann sigur tó, at einhvør avtala skal tryggjast av triðja parti og setast til fólkaatkvøðu. (Arkivfoto). - Foto: -/Ritzau Scanpix

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er sinnaður at gera semju um, hvønn leiklut umstríddi landsparturin Donbass eystara parti av Ukraina skal hava.

Tað sigur hann í dag í samrøðu við russiskar journalistar.

Tað verður ikki nágreinað, hvørja semju talan er um. Men tað skal vera sum ein partur av eini friðaravtalu við Russland.

Donbass-landsparturin eru tvey útbrótaralýðveldi Luhansk og Donetsk, sum verða stjórnaðir av prorussiskum loysingarfólki.

Í samrøðuni viðgongur Zelenskyj, at tað verður ikki gjørligt at endurvinna alt økið, sum Russland hevur yvirtikið. Ein roynd upp á tað fer sambært forsetanum at føra til triðja heimsbardaga.

Hann sigur, at hann ynskir at røkka eini semju um Donbass-landslutin, sum hevur verið undir russiskum eftirliti síðani 2014.

Zelenskyj sigur eisini, at Ukraina er til reiðar at tingast um møguleikan fyri at gerast eina óheftur statur sum partur av eini friðaravtalu. Hann sigur tó, at ein hvør avtala skal verða tryggjað av triðja parti og skal til fólkaatkvøðu.

Sambært forsetanum noktar Ukraina at tosa um onnur russisk krøv so sum demilitarisering av landinum.

Óhefta støðan hjá Ukraina er ein høvuðsmál hjá Russlandi. Sum liður í samráðingunum millum Ukraina og Russland hava russarar kravt, at Ukraina verður ein sokallaður neutralur statur.

Neutralitetur vil í diplomatismu og fólkarættarligum samanhangi siga, at ein statur ikki velur síðu ella luttekur í st´riðum millum aðrar statir ella hernaðarligar samgongur.

Samrøðan við Zelenskyj við russiskar journalistar var 90 minuttir til longdar. Russiskir myndugleikar høvdu frammanundan ávarað russiskar miðlar um at siga frá samrøðuni.

Men video av henni er kortini komin fram. Og fleiri útlendskir miðlar hava greitt frá tí, sum Zelenskyj hevur sagt.

Ukaraina og Russland hava í dag avtala, at tey fara undir nýggjar samráðingar í næstu viku.

/ritzau/Reuters

 

Zelenskyj sigur, at Ukraina er til reiðar at tosa um møguleikan fyri at gerast ein neutralur statur. Hann sigur tó, at einhvør avtala skal tryggjast av triðja parti og setast til fólkaatkvøðu. (Arkivfoto). - Foto: -/Ritzau Scanpix