Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, luttekur týsdagin á fundi Norðurlandaráðsins í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík.
Her verður hann gestarøðari og hevur tvílandafundir við norðurlendsku forsætisráðharrarnar.
Tað kemur fram á heimasíðuni hjá Norðurlendska Samstarvinum í dag.
Tað stendur eisini á heimasíðuni hjá Norðurlendska Samstarvinum, at felags tíðindafundur verður í sambandi við setanina.
Útnorðurráðið er samstarvsstovnur fyri tingini í Norðurlondum. Samstarvið fevnir um Danmark, Norra, Svøríki, Finnland og Ísland umframt Grønland, Føroyar og Áland.
Í felags yvirlýsing siga forsetin í Norðurlandaráðnum, Bryndís Haraldsdóttir, og varaforsetin, Oddný G. Harðardóttir, at Norðurlandaráðið er kennir vitjanini hjá Zelenskyj sum ein heiður.
- Tað ger okkum bæði errin og fegin at síggja, at norðurlendski stuðulin til Ukraina er so sterkur og avgjørdur tvørtur um allan partapolitikk. Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, hava Norðurlond virkið stuðlað Ukraina í teirra stríði.
##med2##
Seinastu árini hevur Norðurlandaráðið sett fleiri átøk í verk fyri at stuðla Ukraina, stendur á heimasíðuni.
Her kemur eisini fram, at tað er umráðandi fyri Norðurlandaráðið at halda fram við arbeiðinum at minna fólkið á, hví tað er umráðandi framhaldandi at stuðla Ukraina.
Grundgevingin ljóðar soleiðis, at "vit mugu vera tilvitað um, at russisk propaganda støðugt breiðir seg her í Norðurlondum".
- Arbeiðið fyri fólkaræði, rættarsamfelag og mannarættindum er ein týðandi partur av altjóða strategiini hjá Norðurlandaráðnum, og tað fevnir eisini um sterkan stuðul til Ukraina, sigur stjórin í Norðurlandaráðnum, Kristina Háfoss, á heimasíðuni.
/Ritzau/