Zelenskyj: - Vita tapa uttan hjálp úr USA

Ukrainski forsetin sigur, at loftverjan hjá herinum kann fara at mangla útgerð, um russisku álopini halda fram við somu ferð sum seinastu tíðina.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Ukraina kemur at tapa kríggið móti Russlandi - uttan hjálp úr USA.

 

Hetta veit tíðindastovan AFP at siga seinnapartin í dag.

 

Tað hevur leingi verið ósemja í amerikansku kongressini um ein nýggjan hjálparpakka til Ukraina.

 

Ætlaði hjálparpakkin, sum kongressin ikki kann semjast um, er á 66 milliardir dollarar, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

Í gjár segði Volodymyr Zelenskyj, at loftverjan hjá Ukraina fer at mangla útgerð, um russisku álopini halda fram við somu ferð sum seinastu tíðina.

 

Hann hevur víst á, at ein møguleiki er, at ætlaði hjálparpakkin hjá USA kann veitast Ukraina sum lán.

 

- Alt er møguligt - bara hjálpin kemur, legði forsetin aftrat.

 

Bæði Nato og ES royna at seta ferð á vápnaframleiðsluna fyri at tryggja Ukraina fleiri vápn, men hetta tekur sína tíð.