Russisku UEFA-Cup vinnararnir vunnu sær enn eitt steyp, tá teir í kvøld spældu móti ensku Champions League-vinnarunum.
Ensku favorittarnir høvdu ikki Carrick, Hargreaves ella Ronaldo við, men í aðrar mátar var talan um eitt lið í sterkastu uppstilling, og venjari teirra, Sir Alex Ferguson hevði eisini undan dystinum sagt, at hann vildi hava hendur á steypinum.
Men tað vildu russararnir eisini. Teir komu eisini á odda beint fyri steðgin, tá Pavel Pogrebniak var seinasti maður á einum hornasparki, og tá Danny økti á tímanum, sá heldur svart út hjá United.
Tað eydnaðist Nemanja Vidic at minka um munin eftir hornaspark, og reyðu devlarnir høvdu eisini bóltin í netinum eina aðru ferð. Tá nýtti Paul Scholes tó armin á vegnum, og tað kostaði honum næsta gula kortið. Ellivu móti tíggju hevði Zenit ikki teir heilt stóru trupulleikarnar, og við enn einum europiskum steypi prógvaðu teir, at teir eru eitt felag, sum skal takast í álvara av øllum.