Zenit tók steypið

Russiska Zenit Petersborg vann í gjárkvøldið fyrsta europiska steypið í felagssøguni

Fótbóltur

 

Talan var um bæði spennandi og intensan dyst, sum í gjárkvøldið varð spældur á City of Manchester Stadium í Onglandi.

Leikliga vóru tað teir á russiska liðnum, sum vóru omaná, men sum vant stríddust skotarnir av øllum alvi fyri at halda lív í sínum vónum.

Og hetta sá eisini leingi út til at geva úrslit. Men eftir 72 minuttum brast fyri nev hjá Zenit, tá Igor Denisov varð spældur blankur, og so stóð 1-0 á talvuni.

Hetta noyddi Glasgow longur fram á vøllin, og tað opnaði eisini í verjupartinum. Og tað var eisini fult uppiborið, tá eitt sera vakurt Zenit-álop í yvirtíðini førdi til, at Konstatin Zurianov var púra blankur inni undir málinum, og soleiðis hálvgum kundi renna bóltin í meskarnar til endastøðuna.