Zidane í uppskoti til ársins spælara

Altjóða fótbóltssambandið kunngjørdi í gjár nøvnini á spælarunum, sum eru í uppskoti til at gerast ársins spælari 2006. Nógvir kendir spælarar standa á listanum, og millum teirra er eisini franska legendan Zinedine Zidane, sum gavst at spæla eftir HM-endaspælið í Týsklandi í summar. Endin var ikki júst soleðis, sum Zidane kundi hugsa sær, men nú kann hann enda sína yrkisleið við at verða valdur til besta spælara í heiminum. Í fjør vann Ronaldinho úr Brasil hendan heiður, men roknað verður ikki við, at hann vinnur í ár.