Zikavirusið smittar gjøgnum samlegu

Amerikanskir heilsumyndugleikar váttað, at teir nú viðgera ein sjúkling, sum er vorðin smittaður av zika-virusinum gjøgnum samlegu.

 

Sjúklingurin er vorðin smittaður við at hava samlegu við ein anna sjúkan persón, sum var vorðin smittaður í einum øki, har zika-virusið er, skriva heilsumyndugleikarnir í Dallas, Texas, í tíðindaskrivi.

 

Verjan móti at verða smittaður á hendan hátt er tó tann sama einfalda sum í so nógvum øðrum førum, nýt hít ella halt teg frá samlegu.

 

Sannlíkindini fyri at verða smittaði á hendan hátt, vera tó enn mett at vera lág.

 

Vanligastu sjúkueyðkennini eru fepur, útslett, pína í liðunum og reyð eygu.

 

Zika-virusið hevur breitt seg við eini øgiligari ferð gjøgnum suður- og miðamerika, og verður settur í samband við mikrokefali hjá nýføðingum, hvørs mamma er smittað. Mikrokefali er ein nevrologisk støða, sum ger at skallin er ov lítil og heilin undirmentur.