Zlatan er 40 ár og hevur longt sáttmálan

Seria A: Zlatan Ibrahimovic hevur longt sáttmálan við italsku meistararnar

Zlatan Ibrahimovic hevur longt sáttmálan við AC Milan. Hann er nú 40 ára gamal, og hevur havt álvarsaman knæskaða farna kappingar, men tað steðgar ikki næsadjarva svenskaraunum.

 

Hann hevur verið millum teir bestu spælararnar í heiminum, tá hann toppaði. Hann hevur verið millum mest umstríddu spælararnar í heiminum, tá hann við atburði og málburði hevur verið í hornatøkum alt og øll.

 

Í dag er Zlatan Ibrahimovic 40 ára gamal, og er ein breiddarspælari hjá AC Milan. Eitt felag, sum farna kappingarár vann italska meistaraheitið. Svenski áleyparin skoraði átta mál í 23 dystum. Í dag boðar felagið frá, at nýggjur sáttmáli er gjørdur við Zlatan Ibrahimovic, sum verður 41 ára gamal, tá sáttmálin gongur út.