Manchester United vann í kvøld 2-0 á Southampton í fyrsta dystinum í 2. umfari í Premier League. Zlatan Ibrahimovic skoraði bæði málini.
Hetta var stóra løtan, tá Paul Pogba – heimsins dýrasti spælari – spældi sín fyrsta dyst aftur á Old Trafford, eftir at hann fór til Juventus í 2012. Tað var tó ein spælari, sum einki kostaði at keypa, sum bleiv dagsins hetja.
Southampton mundi hava leikliga munin fyrstu løtuna, men tá Wayne Rooney sendi eitt innlegg í høvdið á Zlatan BIbrahimovic var bara eitt, ið kundi henda. Mál! Í seinna hálvleiki økti sami Zlatan Ibrahimovic, tá hann umsetti brotsspark til mál.
Í løtuni spældi Manchester United væl og stuðulin av Old Trafford var størri enn seinnu árini. Tað vóru eisini løtur, har heimaliðið ikki fekk alt at hanga saman, men Manchester United hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið við tveimum sigrum.
Zlatan Ibrahimovic, sum kom til í summar, hevur nú skotið fýra mál í trimum dystum – íroknað stórsteypadystin.
Premier League 2. umfar:
Manchester United – Southampton 2-0
August 19
August 20
August 21
16:00