Zlatan Ibrahimovic hevur keypt fótbóltsfelag

Zlatan Ibrahimovic hevur keypt seg inn fótbótlsfelagið Hammarby, sum hann nú eigur fjórðingin av.

Zlatan Ibrahimovic kann nú erpa sær av at eiga eitt professiónelt fótbóltsfelag.
Fyri svenska blaðnum Aftonbladet váttar svenska fótbóltsjørnan, at hevur keypt ein fjórðing av Stokkhólm-felagnum Hammarby, sum spælir í bestu svensku deildini, Allsvenskan.
Hammarby hevur eisini váttað tíðindini á heimasíðu síni.
– Tað kennist heilt fantastiskt. Tað kennist spennandi við Hammarby, ein heilt onnur verkætlan, og eg eri óggvuliga eldhugaður.
– Eg fari at vera ógvuliga virkin, tann dag eg gevist við at spæla fótbólt. Eg gleði meg til at arbeiða við fótbólti frá hini síðuni, sigur Ibrahimovic við Aftonbladet.
Handilin kemur í lag við, at Zlatan Ibrahimovic hevur keypt helmingin av partabrøvunum í svenska partinum av amerikanska felagnum Anschutz Entertainment Group (AEG), sum eigur næstan helmingin av Hammarby.
ARG eigur harumframt Los Angeles Galaxy, sum Ibrahimovic spældi við frá mars 2018 til síðst í oktober í ár.
Málið hjá svianum er at gera Hammarby, sum endaði á triðjaplássi í júst endaðu Allsvenskan, til besta felag í Skandinavia.
– Tað eru eingi mørk fyri, hvussu stórt felag Hammarby kann gerast, sigur Ibrahimovic.
Tað er enn ikki kunngjørt, hvussu hann heldur fram á yrkisleið síni, men tað verður ikki í svenskum fótbólti.
– Eg havi sagt í tíggju ár, at eg ikki skal spæla fótbólt í Allsvenskan. Og tað verður so, sigur Ibrahimovic.
Í gjár undraði tað fótbóltsheimin, tá hann legði út eina video á Instagram, har ein Hammarby-troyggja veiftraði á eini svartari bakgrund.
Aftanfyri á troyggjuni stóð »Ibrahimovic«, men tað var ikki nágreinað, um áleyparin var nýggjur leikari í felagnum, ella hvat hetta snúði seg um.

/ritzau