Zlatan legði á Fróða Benjaminsen

Føroyski landsliðsliðskiparin fann seg ikki í, at Zlatan Ibrahimovic sló eftir honum. Tað endaði við, at svenska superstjørnan legði eftir Fróða Benjaminsen, tá hesir fóru til hálvleiks.

Tað byrjar ein lítlan minutt fyri hálvleik. Støðan er 0-0 og tað dámar einki svensku leikarunum. Pontus Wernblom er alt ov seinur í eina takling við Hall Hansson, og fær gult kort.
Tá frísparkið verður sent innfyri fær Fróði Benjaminsen eitt slag frá Zlatan Ibrahimovic. Í sekundunum eftir bríkslar dómarin fyri seinastu ferð.
Føroyski liðskiparin finnur seg ikki gerðini hjá svenska framherjanum.

- Hann knallar albogan í gronina á mær uttan nakra sum helst orsøk. Eg spyrji hann so hvat meiningin er við tí. Aftursvarið hjá honum er bara hvussu nógvar pengar hann tjenar afturímóti okkum og at vit eru eitt null, sigur ein argur Fróði Benjaminsen eftir dystin.

- Allir fótbóltsleikarar hava uppiborið at verða behandlaðir eins, líkamikið hvørjum felagið teir spæla við og hvørjum landsliðið teir spæla við. Ongin hevur rætt til at tosa niður á ein annan, men vit eru eftir hondini vanir við, at onnur ikki virða okkum, so tað er einki nýtt, sigur Fróði Benjaminsen.

Fleiri vitni sum Sosialurin hevur tosað við vátta, at Zlatan Ibrahimovic legði hond á Fróða, tá teir komu inn í FSF húsið í hálvleikinum. Tað er eitt sindur óvist um talan var um beinleiðis slag, ella um Zlatan trýsti hondina niður herðarnar á Fróða.
Sum skilst kom ein av hjálpardómarunum í millum og fekk steðga liðskiparunum baðum at fara til hendurs.
Fróði sjálvur sigur, at teir ongantíð komu til hendurs.

- Vit bardust ikki. Eg eri ikki áhugaður í at berjast við Zlatan, tí hann er ikki verdur tað. Eg fortaldi honum hvat eg haldi um hann, sigur Fróði um støðuna.

Fróði var heldur ikki bangin fyri at siga sína hjartansmeining um svenska liðskiparan.

- Mær dámar hann ikki. Hann er arogantur og vil bara vísa seg. Hann tosar bara um seg sjálvan og spælir eitt skitið spæl, sigur Fróði.

Fróði Benjaminsen hevur mangan verið í tvídysti við stórar stjørnur í landsliðsørindum. Ein tann minniligasti dysturin í føroyskari søgu er tann í Hannover í 2002. Tá taptu okkara 2-1 og Fróði Benjaminsen fekk øði í týsku stjørnuna, Michael Ballack. Spurningurin er so um tað era v tilvild, at tað er Fróða, at Zlatan ger seg inn á.

- Nei, tað var av tilvild at tað var eg. Hann gjørdi tað eisini móti fleiri av hinum leikarunum og tað hevur hann ongan rætt til, leggur miðvallarin afturat.
Fróði var eisini vónbrotin av at standa eftir við ongum, tá alt samanumkom.

- Tað er keðiligt at standa eftir við ongum. Vit spæla bóltin væl í fyrra hálvleiki og halda teimum burtur frá møguleikum. Eg trúði allatíð upp á at vit kundu vinna dystin. Tá vit so fáa málið, so hugsaði eg at hetta var málið, ið fór at vinna okkum dystin, sigur Fróði Benjaminsen at enda.

Tað kann gott vera, at Zlatan Ibrahimovic ikki finnur seg í nógvum, men Fróði Benjaminsen finnur seg so slett ikki í nøkrum!