Zlatan og Elmander mynda álopið

Tað verða fyrrverandi Brøndby-leikarin; Johan Elmander, og stóra svenska stjørnan; Zlatan Ibrahimovic, sum skullu mynda svenska álopið í avgerandi dystinum ímóti Norðurírlandi á Råsunda Leikvøllinum í Stokkhólmi, í kvøld. Tríggjar ferðir áður hava Zlatan og Elmander mannað álopið hjá Svøríki. M.a. í dystinum ímóti Norðurírlandi á Windsor Park í Belfast, tá norðurírar vunnu 2-1. Zlatan viðgongur, at hann spældi illa tann dystin. Zlatan sum er toppskjútti í Seriu A hevur ikki skorað fyri svenska landsliðið síðani 12. oktober 2005, tá hann javnaði til 1-1 ímóti Íslandi. Svøríki vann tann dystin 3-1. Vinna svenskarar á Norðurírlandi í kvøld hava teir tryggja sær rættin at leika í EM-endaumfarinum, sum verður í Sveis og Eysturríki næsta summar.