Fótbóltur
Tað er ikki ofta, at Chelsea-legendur verða móttiknar við standandi klappsalvum á Stamford Bridge. Onkur hevur tikið til, at flestu stórspælararnir hjá Chelsea eru antin farnir hiðani, ella eisini eru teir partur av aktuella liðnum.
Allar reglur hava tó síni undantøk. Og Gianfranco Zola telist heilt víst millum hesi. Nýggja stórtíðin hjá Chelsea byrjaði av álvara kappingarárið, 1996/97, tá Gianluca Vialli var venjari. Og ikki minst var tað keypinum av Gianfranco Zola at takka, at steypasavnanin tá byrjaði av álvara.
Lítli italiumaðurin við stóra smílinum og framúrskarandi teknikkinum gjørdist alt fyri eitt stóra hetjan hjá áskoðarunum. Fyrsta kappingarárið var hann ein av avgerandi orsøkunum til FA-Cup sigurin hjá Chelsea, og tá hann eitt ár seinni skoraði sigursmálið í UEFA Cup Winners Cup, hevði hann vunnið sær støðuna millum legendurnar.
Og tað var eisini við einum smíli, at hann nú aftur traðkaði á grasið á Stamford Bridge. Væl vitandi at sjónvarpstólini høvdu fokus á sær, gekk lítli italiumaðurin beina leið móti skiftiskýlinum hjá heimaliðnum, áðrenn hann í evstu løtu sendi eitt av stóru smílum sínum og snaraði til gestirnar.
Mistu gyltan møguleika
Sum venjari hevur hann tó ikki havt tað heilt so lætt.
Talan var annars um eina sera óvæntaða setan, tá West Ham fekk lokkað Zola aftur til London, men saman við íslendsku fíggjarkreppuni eru umstøðurnar hjá West Ham versnaðar nógv seinastu mánaðirnar.
Men bæði hann og felagið høvdu tó orsøk at smílast sunnudagin. Tað eydnaðist nevnliga West Ham at fara av Stamford Bridge við einum stigi eftir ein dyst, har gestirnir veruliga stríddust í felag.
Fyri steðgin var West Ham kanska betra liðið, og tað var als ikki óuppiborið, at Craig Bellamy hevði lagt teir á odda.
Eftir steðgin kom tó meira ferð á heimaliðið. Venjarin, Scolari, hevði eftir øllum at døma tosað við stórum bókstavum, og tá Anelka so skoraði sítt mál nummar 100 í enskum fótbólti, líktist tað enn einum heimasigri. Men tað gjørdist ikki meira enn næstan hjá Chelsea, sum soleiðis misti gyltan møguleika at vinna sær ein fyrimun.
Leygardagurin var nevnliga harður við oddaliðini. Liverpool, Manchester United og Arsenal spældu nevnliga øll javnt, og tí hevði Chelsea møguleikan. Men heldur ikki hesa ferð riggaði veruliga hjá nøkrum av teimum fýra stóru at gera ein nóg stóran vørr.
Bilsin um móttøkuna
Og so var tað ístaðin Zola, sum slapp at taka fokus á ensku baksíðunum.
- Fyrstu 10-15 minuttirnar skilti eg slettis ikki, hvat gekk fyri seg. Allir áskoðararnir sungu navnið hjá mær, og tað harmar meg, at eg als ikki veittraði aftur.
- Eg vildi heldur ikki fegnast alt ov nógv, tá vit skoraðu, tí Chelsea fer altíð at eiga ein stóran part av mínum hjartað. Men vónandi kann eg fagnast meira komandi vikurnar, segði Zola við ensku miðlarnar eftir dystin.