Flugan missir valdið á kroppinum, og zombie-flugusoppurin fær hana at skifta atburð við tí endamáli at spreiða soppin víðari til aðrar flugur. Tað er Jógvan Fróði Hansen, ið hevur skrivað greinina.
Rakul Maria Johannesen skrivar um ymsar mátar at goyma CO2 útlát í undirgrundini. Tøknin at gera hetta er áhaldandi ment seinastu 30 árini, og vit vita nú, at tað eisini er møguligt við tí grótinum, vit hava í Føroyum, at goyma CO2 í føroysku undirgrundini. Høvundurin heldur, at Føroyar eiga at halda somu kós, sum tey lond, ið longu eru farin undir at goyma CO2 í undirgrundini.
Eva Kjæld Hansen, Jens Ivan í Gerðinum, Dag Inge Våge og Svein-Ole Mikalsen hava eitt úrtak úr grein í Fróðskaparrit um eina ílegukanning, sum vísir, at seyður úr norðaru føroyskuoyggjunum líkist burturúr og harvið víðkar um samlaða alheimsseyðaarvafjølbroytni.
Jógvan í Lon Jacobsen leggur orðið ’ruðul’ undir luppin. Hann tekur støði í Sildavalsinum, har tað verður sungið um, at „Har er bert ruðul og eingin kós“. Hann hugleiðir síðani um, hvaðani orðið ruðul man stava.
Jógvan Hansen hevur í tveimum teimum seinastu Frøðiútgávunumskrivað um jarðfrøðina í Føroyum. Hesa ferð skrivar hann við dømum frá Streymoyarsyllini og fláum nærhendis henni um staðbundnar lendisbroytingar í sambandi við basaltiskar syllar.
Vit fáa eitt sindur meira av jarðfrøði í grein, sum Uni Árting,Barbara Biskupstø Thorsteinsson og Lis Mortensen hava skrivað.Úr nýggju bókini Føroysk mineral og grótsløg varpa tey ljós ánakrar av gimsteinunum í føroysku náttúruni. Føroya eiga teirfínastu soðsteinar, segði jarðfrøðingurin Thomas Allan, sumtíðliga í 1800-talinum var í Føroyum og savnaði mineral. Eittúrslit av hesum var, at føroyskir soðsteinar og kalsedon prýðasavnsskáp í øllum Evropa.
Ein onnur grein í blaðnum er um flogkykt. Jens-Kjeld Jensen og Shannon Goldberg skriva um, at fýra sløg av humlum eru farin at yngla í Føroyum seinastu 18 árini. Tað merkir, at nógvar plantur eru farnar at fræa, sum ikki áður hava borið nógv fræ. Hetta fer at broyta føroysku náttúruna.
##med2##











