Fótbóltur
Í gjár frrættist í donsku miðlunum, at høvuðsstðarfelagið, FCK, hevur lagt trýst á álopsleikaran, Sibosio Zuma, so hesin hevur givið avboð til komandi dystin hjá Suðarafrika.
Í avísini, Sunday Tribune, verður Zuma endurgivin fyri at siga, at hann hevur verið undir stórum trýsti frá arbeiðsgevara sínum.
- Vit eru í løtuni á triðja plássi í superliguni, og komandi heimadystir okkara eru sera týdningarmiklir fyri restina av árinum. FCK hevur longu givið SAFA (Suðurafrikanska fótbóltssambandinum) boð um, at eg ikki eri tøkur, stendur at lesa í blaðnum.
Suðurafrika skal spæla HM-undnkappingardyst móti Guinea, samstundis sum FCK í superliguni skal spæla Aab.