Holland
FC Zwole úr Hollandi hevði um vikuskiftið vitjan av RBC Roosendaal. Undan dystin var Zwolle á triðja plássinum, eitt stig aftan fyri RBC á øðrum plássinum, og tí var tað av alstórum týdningi, at nakað munagott spurdir burtur úr dystinum.
Javnt í oddinum
Tað gjørdi tað eisini. Við einum máli hvørju megin steðgin vann Zwolle dystin, og vunnu teir sær harvið eitt sera týðandi fet í uppflytingarstríðnum.
Í hollendskum miðlum verður sagt, at tað fyrst og fremst var eitt liðavrik, sum tryggjaði Zwolle sigurin. Kanska høvdu gestirnir fyrstu løtuna tað meira vandamikla spælið, men Zwolle stóð ímóti trýstinum, og um miðjan hálvleikin kundi Bosschaart seta hol á.
Hetta setti enn meira ferð á heimaliðið, og tó at gestirnir royndu at trýsta, so var tað nú Zwolle, sum hevði yvirvágna í dystinum. Stutt eftir steðgin sendi Bosschaart enn einaferð bóltin í netið, soleiðis at hann í hesum dystinum tvífaldaði samlaði máltalið hjá sær hetta kappingarárið.
Umframt, at sigurin kom væl við hjá Zwolle, so gjørdist hann ikki verri av, at oddaliðið, Excelsoir, á heimavølli tapti fyri den Haag. Excelsoir hevur størsta partin av árinum havt eina hampuliga trygga leiðslu, men nú kann munurin til Zwolle bert gerast upp í málum, og enn eigur Zwolle heimadyst móti Excelsoir tilgóðar. Hesin verður leiktur 26. apríl.