in.fo - fyrst og fremst http://example.com some description en-gb TYPO3 News Mon, 18 Oct 2021 10:54:11 +0100 Mon, 18 Oct 2021 10:54:11 +0100 in.fo TYPO3 EXT:news news-399171 Mon, 18 Oct 2021 10:48:00 +0100 Heimsins besta rættarsamfelag /news-detail/heimsins-besta-raettarsamfelag Danmark er, sjeynda árið á rað, kosið at vera heimsins besta rættarsamfelag. Tað er stovnurin World Justice Project, sum síðani 2009 hevur gjørt eitt yvirlit yvir heimsins rættarsamfeløg, ið er komin til hesa niðurstøðuna.

 

Føroyar eru, gjøgnum ríkisfelagsskapin, partur av donsku rættarskipanini, og hesin limaskapur kostar okkum ikki eina krónu.

 

139 lond og løgdømi eru við í yvirlitinum, har okkara rættarskipan støðugt liggur á ovasta plássi. Á næstu plássunum liggja Noreg, Finnland og Svøríki.

 

Kanningin er gjørd við at spyrja 138.000 húski og 4.200 serfrøðingar, um hvussu rættarsamfelagið virkar og kennist í teirra dagligdegi.

 

Hóast vit kunnu fegnast um at vera partur av heimsins besta rættarsamfelag, so er altíð okkurt, sum kann gerast betri, og tí eiga vit framhaldandi at stremba eftir at gera betringar.

 

Sambandsflokkurin vil virka fyri, at føroyingar varðveita sítt pláss í heimsins besta rættarsamfelag.

 

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

 

 

 

 

 

]]>
Lesarabrøv
news-399170 Mon, 18 Oct 2021 10:40:00 +0100 Innflutningurin til Føroya setir met /news-detail/innflutningurin-til-foeroya-setir-met Olja og Bensin er nógv dýrari, men eisini annar innflutningur hevur sett met  

 

Teir fyrstu átta mánaðirnar í ár hevur innflutningurin til Føroya verið samfullar 5,7 milliónir krónur. Hetta er 8,4 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør og so nógv, sum vit hava innflutt í ár, hava vit ongantíð áður innflutt uppá átta mánaðir. Verða skip og flogfør ikki verða tikin við, er innflutningurjn vaksaður 11 prosent. 

 

Tað er Hagstovan, sum hevur gjørt støðuna upp og tey staðfesta, at oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast nøgdin av olju er minkað eitt sindur  hava vit innflutt olju fyro 827,9 milliónir frá januar til august í ár og tað eru 30 prosent meiri enn í sama tíðrskeiði í fjør.

 

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 686,6 milliónir og tað er ein vøkstur upp á 39 prosent.

 

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. Tann innflutningurin var1.252,4 milliónir og tað eru átta prosent meira enn átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

 

Einasta innflutningur, sum er minkaður, er innflutningurin til byggivinnuna, tí hann var 532,1 millión og tað eru 7,7 prosent minni enn í fjør.

 

]]>
Tíðindi
news-399169 Mon, 18 Oct 2021 09:48:00 +0100 Korona: Hetta er tað ringasta vit kunnu gera /news-detail/korona-hetta-er-tad-ringasta-vit-kunnu-gera Hetta er ómoralskt, órættvíst og órímiligt, er dómurin um seinastu avgerðina hjá myndugleikunum í Danmark – sum uttan nakran sum helst iva, eisini verður sett í gildið í Føroyum Hetta er tað ringasta vit kunnu gera, tí hetta er bæði ómoralskt, órættvíst og órímiligt. Tað er dómurin hjá Tedros Adhanom Ghebreyesus, stjóra alheims heilsustovninum, WHO. Hann er rættiliga fortørnaður um ætlanina hjá heilsumyndugleikunum um okkara leiðir um at bjóða fólki eina triðju sproytu fyri koronu fyri at styrkja órinsverjuna.

 

Hóast fólk eru koppsett tvær ferðir, er tað ein sannroynd, at mótstøðuførið viknar, tá ið ein tíð er farin og tí hava myndugleikarnir í Danmark nú gjørt av at bjóða øllum eina sproytu afturat fyri at styrkja órinsverjuna. Og hendan dagin segði Landslæknin við okkum, at hann ivast ikki í, at hett eisini verður sett í gildið í Føroyum, tí vit fylgja tilmælunum hjá myndugleikunum Í Danmark.

 

LES MEIRI HER: Allir føroyingar fáa helst eisini tilboð um triðja prik

 

Men stjórin í WHO finst hvassliga at hesi ætlanini, men hann heldur, at tað ein gongd leið, at fólk, sum ikki tola at fáa koronu, fáa eina sproytu afturat. Hann sigur, at skulu vit hugsa um heimssamfelagið, er hetta tað ringasta, vit kunnu finna upp á, at bjóða øllum eina sproytu afturat.

 

Hann leggur dent á, at vit fáa ikki bast koronu við at sleppa einum heilum heimsparti upp á fjall. Hann vísir á, at í Suðuramerika, Norðuramerika, Evropa, Asia og Avstralia og londum har um vegir, eru yvir 50 prosent av fólkinum koppsett eina ferð fyri koronu. Men í Afrika eru tað bara sjey prosent av fólkinum, sum hava fingið ta fyrru sproytuna. At vit fáa eina sproytu afturat, er annars í samsvari við tilmælið frá heilivágsráðnum í Evropa, EMA.

 

TV2 skrivar, at Jens Lundgren, professari í medisini á Ríkissjúkrahúsinum, tekur undir við, at fólk yvir 65, og fólk, sum arbeiða í heilsurøktini og eldrarøktini, verða koppsett eina ferð afturat. Hinvegin ivast hann í um tað er rætt eisini at koppaseta tey yngru einaferð afturat, tí hann stúrir fyri at vit verða viðgjørd ov nógv við koppsetingum.

 

Hann ger greitt, at korona er als ikki av, tí tað verða ímillum 8 og 15 milliónir smittað um vikuna, so tað er full ferð á smittuspjapingini og einasti vegur burtur úr koronu er at gera fólk mótstøðufør, antin við at koppseta tey, ella við at lata tey fáa koronu.

 

]]>
Korona Tíðindi
news-399168 Mon, 18 Oct 2021 09:37:00 +0100 AVLOYSARI FYRI FÓLK Í BARNSBURÐARFARLOYVI /news-detail/avloysari-fyri-folk-i-barnsburdarfarloyvi Søkt verður eftir avloysara fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi til skrivstovuna at byrja 1. desember 2021. Talan er um fulltíðarstarv. Starvið er tíðaravmarkað til 1. desember 2022.

 

 

 

UPPGÁVAN

 

Uppgávan fevnir m.a. um:

 

• Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu

 

• Skráseting og eigarabroytingar av akførum

 

• Avgreiðslu av skrásetingargjøldum og vegskatti

 

• Málsviðgerð

 

• Kassauppgerð

 

• Aðrar fyrifallandi uppgávur

 

 

 

FØRLEIKAKRØV

 

Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuútbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein er fyrikomandi og kundavinarligur og hevur góð samstarvsevni. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til at arbeiða við teldu.

 

 

 

SETANARTREYTIR

 

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Fíggjarmálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.

 

 

 

UMSÓKNIR

 

Umsóknir við avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til:

 

Akstovan Hoyvíksvegur 57,

 

Postsmoga 3206,

 

FO 110 Tórshavn

 

ella akstovan@akstovan.fo

 

 

 

Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara, á telefon 350418. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2021.

 

]]>
Størv
news-399166 Mon, 18 Oct 2021 09:05:00 +0100 Tað er ein katastrofa /news-detail/tad-er-ein-katastrofa Tað verður neyðugt at leggja kommunur saman, heldur tingmaður í samgonguni Tað er ein katastrofa, at tað eru so nógvar kommunur í Føroyum. So greiður var boðskapurin hjá Johan Dahl, tingmanni fyri Sambandsflokkin, hendan dagin, Løgtingið umrøddi fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Støðan í eldraøkinum hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Tað, sum serliga órógar politikarar og tey sum vara av eldraøkinum, er, at tað er so stórt trot á starvsfólki á eldraøkinum.  

 

Johan Dahl sigur, at tá ið eldraøkið varð lagt undir kommunrnar, var tað sjálvandi tí, at tað var mett, at tað var tað besta. Men nú nøkur ár eru farin, hevur hann hugsað seg um aftur og nú er hann komin til ta niðurstøðu, at tað var skeivt at leggja eldraøkið undir kommunurnar. Orsøkin til tað er, at tað er so ymiskt, hvussu kommunurnar eru fyri at røkja eldraøkið.

 

– Í løtuni eru føroyingar býttir sundur í A borgarar og B borgarar, tí tað eru summar kommunur, sum er væl førar fyri at fíggja eldraøkið, men tað eru eisini fleiri kommunur, sum ikki hava ráð til tað. Samstundis hana kommunurnar rent seg fastar, tí tær kunnu ikki krevja fleiri gjøld frá búfólkum, sigur Johan Dahl.

 

Hann sigur, at tí má spurningurin um eldraøkið takast upp við kommunurnar við tí endamáli at umskipa økið. Hann minnir á, at um 10 ár er talið á eldri fólkum tvær ferðir so stórt, sum tað er í dag, og verður bygnaðurin í eldraøkinum ikki broyttur, fara vit ikki at klára at hava eina nøktandi eldrarøkt, Sjálvur heldur hann, at tað verður neyðugt at leggja kommunur saman, fyri at tær kunnu veita eina nøktandi eldrarøkt. Hann heldur rætt og slætt, at tað er ein katastrofa, at vit hava so nógvar kommunur, sum vit hava og tí mugu vit leggja kommunur saman.

 

 

 

 

 

Einasta rætta

 

Tað eru ikki øll samd í. Heðin Zachariasen er fyrrverandi borgarstjóri í Sunda Kommunu, og Annika Olsen er fyrrverandi borgarstjóri í Havn, umframt at hon eisini var landsstýriskvinna í almannamálum tá ið eldraøkið varð lagt undir kommunurnar. Nú eru tey bæði tingfólk fyri Fólkaflokkin og tey eru sannførd um, at tað einasta rætta var at leggja eldraøkið undir kommunurnar, tí síðani er tað nógv ment. Tey eru sannførd um, at varð eldraøkið ikki lagt undir kommunurnar, hevði støðan verið upp aftur nógv verri enn hon er nú.

 

Annika Olsen sigur, at áðrenn eldraøkið varð lagt undir kommunurnar, høvdu vit at sonnum A og B borgarar, men hon er kortini samd í, at tað eru alt ov nógvar kommunur í Føroyum og at tær skuldu verið lagdar saman við lóg

 

Tordur Niclasen er fyrrverandi leiðari á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, og leiðari í Roðanum, sum er eldrasamstarvið á Skálafjørðinum. Hann er púra samdur í, at tað hevur bøtt munandi um tænastuna, at eldraøkið varð lagt undir kommunurnar. Hann sigur, at orsøkin til, at vit fáa A og B borgarar er ikki tí, at økið er lagt undir kommunurnar. Orsøkin til tað er, at summar kommunur eru so lítlar og veikar, at tær klára ikki at røkja uppgávuna.

 

Politikarar førdu eisini fram, at fleiri kommunur hava hækkað skattin fyri at hava eina góða eldrarøkt. Men so eru tað eisini aðrar kommunur, sum hava eitt øgiliga lágt skattaprosent – samstundis sum tær gremja seg um, at tey hava ikki ráð til at eina nøktandi eldrarøkt.

 

]]>
Tíðindi
news-399167 Mon, 18 Oct 2021 09:04:00 +0100 Í húsi Guðs eru vit livandi steinar /news-detail/i-husi-guds-eru-vit-livandi-steinar Í stóran mun broytti undirstøðukervið Føroyar. Nógv fæ er lagt í undirstøðuna, men hesar skilagóðu avgerðir broyttu tjóðina frá at vera nógv bygdasamfeløg til at gerast eitt samfelag. Nógv menning er komin úr hesi kjalarslóð. Landafrøðiliga avbyrgingin frammanundan hevur kortini, umframt trúarligu orsøkirnar, verið ein rakstur til, at fólk í t.d. Elduvík ynsktu sær sín egna halgidóm.

 

Meginskaldið Janus hevði neyvan tikið soleiðis til, um hendan yrkingin var skrivað í okkara tíð: “Á fúkandi ferð gjøgnum Elduvíkslíð, á hestbaki fór hon, føgur og fríð, við sekstan sumrum á baki.” Líðin var ikki bara infrastrukturur hjá ungum fljóðum á sumri. Hon var eisini undirstøðan til halgidómin og kirkjugarðin í grannabygdini Oyndarfirði. Nógvar frásagnir eru um, hvussu ótespiligar hesar ferðir kundu vera.

 

Í 1924 var sett á at grava fyri kirkjugarði, áðrenn tað vóru kisturnar bornar um Líðina ella skjútsaðar við báti til Oyndarfjarðar, tá tað annars viðraði. Hóast kirkjugarðar og kirkjur ikki standa í sama skipanarliga høpi, annað í kommunala geiranum og hitt í fólkahavinum, so kann ætlast, at fólk í bygdini longu tá hava umrøtt spurningin um at fáa bygdini ein halgidóm. Skúlin, sum hevði torn, varð brúktur, men rákið herðist, táið nesprestur, elduvíkingurin Salomon Joensen, í eina tíð røkti Fuglafjarðar prestagjald. 20. januar 1947 var fundur hildin í skúlanum, og samtyktu elduvíkingar tá at fara undir at byggja eina kirkju í bygdini. Salomon var á øðrum fundi valdur til formann í nevndini, og hann hevði nógv og gott fólk afturat sær.

 

Væl hevur verið arbeitt. Sunnudagurin hin 14. oktober 1951 var hetta árið fyrsti og tjúgundi sunnudagur eftir trinitatis og hendan dagin varð kirkjan vígd. Hetta var um veturnætur, og hóast tað var av ringasta veðri hendan dagin fyri sjeyti árum síðan, og nógv settust aftur, var Føroya próstur og honum á baki átta prestar komnir til vígsluna. Politiska skipanin var umboðað av landsstýris- og løgtingsmonnum. Kirkjan var stappandi full av fólki, sum skrivað stendur. Próstur prædikaði um kirkjuna sum bønhús og vísti á, at kirkjan er ikki fyrst og fremst eitt hús til at prædika í, men eitt hús til at biðja í. Elduvíkar kirkja var tá 54. kirkjan í Føroyum. Kirkjan stendur í Bønhúsgarðinum – væl valdur matrikkul til nýggja halgidómin.

 

Nú taki eg uppaftur úr tí, sum eg áður havi havt á lofti, men eg var væl kunnaður um Elduvíkina, áðrenn eg vitjaði bygdina á fyrsta sinni. Ein langabbasystir mín úr Niðristovu á Glyvrum giftist norður higar og var m.a. omma at heimsgitna rithøvundinum Jørgen-Frantz Jacobsen. Trina í Liðanum var arbeiðsgenta á Langanesi í fleiri ár og var meiri ella minni ein partur av familju okkara alt sítt lív, og omma mín í Gøtu, Suffía Gregersen, vaks upp millum áirnar í Syðrugøtu saman við Onnu Helenu (Onnu Lenu) sum giftist til Elduvíkar. Eitt hanagleiv var millum húsini í Útiguttastovu og á Toftini, haðan Anna Helena var slektað. Tær báðar vóru vinkonur lívið á tamb og samskiftu nógv, hóast tær búðu í hvør sínum heraðshorni av landinum. Hóastomma ongantíð kom til Elduvíkar, kendi hon kortini hvørt menniskja í bygdini gjøgnum Onnu Helenu. Óneyðugt skuldi verið at sagt, at unga gøtugentan Anna Helena giftist við Martini Nónskarð (fyrr Eldevig), sum var ein av verkligu høvuðsmonnunum, tá kirkjan varð reist frá grundini.

 

Av góðum grundum havi eg soleiðis, heilt frá barni av, hoyrt mangt og mikið um hesa bygd, sum hátíðarheldur ein serligan dag, nú kirkjan fer um eitt runt tíðarmót. Í 1968 – í november mánaði - væl fyri at vegurin var komin til bygdina – vitjaði eg á fyrsta sinni í Elduvík. Vit gingu teinin úr Funningsfirði, og Trina í Liðanum var leiðtogari. Vit gistu hjá Johan og konuni og vóru inni á gólvinum í hvørjum húsi. Pápi mín, sum hevði búð og gingið í skúla í Elduvík undir krígnum, Trina var gumma hansara, var við í ferðini, og hann kendi hvørja skel í bygdini. Sunnudagin fóru vit sjálvsagt í kirkju, og síðan tá hevur hendan kirkjan átt eitt serligt rúm í mínari sál. Havi vitjað hana mangan síðani, og av góðum grundum hoyrt uppaftur meiri um hana umvegis mítt góða og at kalla dagliga samskifti við núverandi kirkjuráðsformann. Dánial Martin Hansen.

 

Kirkjan hon er eitt gamalt hús, stendur um tornini falla; torn sukku eftir torn í grús, klokkur enn kima og kalla. Helst vil Grundtvig siga okkum, at tað er ikki grót, betong og timbur sum eru avgerandi, heldur andin og kristna læran, tað ið verður boðað, sum er ein av tryggu súlunum undir samfelagnum. Tað er hesin ósjónligi strongurin sum lyftir, ikki minst táið á stendur.

 

Tá tú ferðast í føroyskum bygdum og skoðar kirkjubygningarnar ógvast tú um, at tað hevur borið til í kørgum tíðum at reisa hesar lutfalsliga stóru katedralarnar. Ein serlig megi – forankrað í trúgv, vón og kærleika – er komin undan kavi, og onkur hevur tikið rívan til fyri at alt hetta kundi bera til. Umráðandi hevur verið at fáa eitt felagsrúm í bygdini, ið kundi rúma øllum frá vøggu í grøv, har ið Harrans miskunn kundi sameina allar lutir í kristna universinum.

 

Sjálvur eri eg uppvaksin í tveimum bygdum. Í Syðrugøtu tey fyrstu árini og har er ongin kirkja. Tá kendist teinurin langur til halgidómin í Norðragøtu, akførini vóru fá, tí var lestur meira vanligur í Grógv enn kirkjugongd. Á Glyvrum gjørdust vit næstu grannar hjá kirkjuni, og tá gjørdist tað ólíka lættari at ganga kirkjugøtuna. Hóast vit onkran sunnudag kundu vera glaðari fyri dýnuna enn guðstænastuna, so sluppu vit ikki undan hesi seinru disciplinini – hesum syrgdi abbi mín fyri við harðari hond. Tíbetur. Sagt í afturhvarvandi reflektión.

 

Ferðin í 1968 gjørdist bara byrjanin til nógv annað samskifti við bygdina. Elduvíkingurin Christian Haraldsen var lærari okkara í fronskum í Hoydølum, og har og í realskúlanum á Glyvrum gekk eg í flokki saman við hinum fryntliga og nú sálaða Leivi Clementsen, og av góðum grundum havi eg havt serliga nógv og gott samband við bygdina sum havnarmeistari og borgarstjóri hennara. Einaferð á tíðarslóðini hevur kirkjan fingið eitt eldri orgul frá Glyvra kirkju fyri tveyhundrað krónur, og eitt dømi um at sambandið ikki slitnar við bygdarkirkjuna, eftir at konur giftast úr ella frá bygdini, er altardúkurin, sum systrarnar Jacobina (Bina) Lamhauge og Cathrina (Trina) Nónklett sniðgóvu, seymaðu og broderaðu og góvu kirkjuni. Tær vóru báðar giftar og búðu í Lamba – á Byrgisheygnum og á Sýnuni. Tær vóru systrar Martin Nónskarð.

 

Nú er kanning gjørd um álitið, sum fólk hava á føroyskar stovnar og høpi. Nevni í hesum viðfanginum orðið høpi, tí fólkakirkjan má undir ongum umstøðum gerast ein stovnur. Ein institutión. Gáttin skal vera lág, rúm skal vera fyri øllum, eisini teimum sum siga seg ikki at ganga undir hennara trúarjáttan. Soleiðis gerst hon ein meginsavnari í samfelagnum, onkursvegna halgidómur og mentanarstovnur alt um eina leið. Kom nú at hugsa um sálaða svian Björn Afzelius, sum í einum av seinastu sangum sínum deyðamerktur syngur:

 

Du vet att jag aldrig har trott på nån Gud,

men ibland går jag in i Hans hus,

så när skymningen faller i morgon,

så går jag i kyrkan och tänder två ljus;

det ena för dom jag har sårat,

för vännerna som jag försmått,

och för tårarna som dom har gråtit,

för min skull.

Det andra för att jag ska finna,

en kärlek som orkar bestå,

och en kvinna som en gång kan älska mej som jag är.

 

Kanningin hjá føroyska universitetinum ger greitt, at føroyingar hava stórt álit á fólkakirkjuni. 80% av fólkinum akslar síni skinn við kirkjuna, og tað prógvar, at hetta er ein samfelagssúla sum vit skulu vera góð við, røkja og ikki bara broyta alt eftir hvussu tilvildarlig rák nú einaferð ferðast kring um hana. Rimmarfast má haldast um kredduna, at fólkakirkjan er fyri alt fólkið, eisini tey, sum hava funnið sær aðrar leiðir í trúarspurningum og teimum sum hava lagt trúnna frá sær ella ongantíð hava átt lut í henni.

 

Fólkakirkjan og kommunurnar standa sum so í hvør sínum geira, men vit liva í gerandisdegnum í sama samfelag. Tí dittaði eg mær sum borgarstjóri við hesum fáu orðum at heilsa Elduvíkar kirkju á 70 ára degnum og geva henni eina nýggja vínkannu frá Runavíkar kommunu, eftir avráðing millum okkum báðar kirkjuráðsformannin.

 

Hjartaliga til lukku við degnum og mátti byrurin verið Elduvíkar kirkju og føroysku fólkakirkjuni blíður í ókomnum døgum. Í húsi Guðs eru vit livandi steinar.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

]]>
Lesarabrøv
news-399165 Mon, 18 Oct 2021 08:31:00 +0100 Bestu umstøður til orku-og umhvørvisstevnu /news-detail/bjoda-til-orku-og-umhvoervisstevnu-undir-bestu-umstoedum - Tað eru stívliga 25 føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur, sum fara at vísa fram og siga frá sínum útboði á Orku-og umhvørvisstevnuni næsta vikuskiftið. Í døgunum, fríggjadagin 22. og leygardagin 23. oktober, verður Orku-og umhvørvisstevna í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Báðar dagarnar verður opið frá klokkan 10 til 18, og her verður ókeypis hjá almenninginum at vitja. 

 

Ólavur í Geil hjá Advent Events Management, sum skipar fyri stevnuni saman við Virkisráðgevingini, vísir á, at endamálið við stevnuni og framsýningini er at geva føroyskum fyritøkum og stovnum høvi at vísa fram, hvat tey hava at bjóða innan burðardygga nýtslu til vinnu, húsarhald og einstaklingin.

 

Umframt høvi at vitja básar hjá fjølbroyttum og forvitnisligum fyritøkum, stovnum og kommunum, sum verða við á stevnuni, verður eisini høvi at hoyra kjak og fyrilestrar um orku-og umhvørvismál í breiðum høpi. 

 

Her fara føroyskir serfrøðingar, sum hava fingurin á pulsinum innan orkuloysnir og umhvørvisvernd, at viðgera viðkomandi evnið.

 

Ólavur í Geil vísir á, at enn er ikki endaliga greitt, hvørji allir fyrilestrarhaldararnir verða, men kunnað verður leypandi um hetta og onnur viðurskifti í samband við stevnuna á Facebook-síðuni Orku-og Umhvørvisstevnan.

- Eftir at korona hevur argað seinasta hálvt annað árið, gleða vit okkum nú at kunna bjóða til eina nýggja framsýningarstevnu, har veitarar aftur fáa høvi at vísa fram, hvat tey hava at bjóða innan burðardygga nýtslu til vinnu, húsarhald og einstaklingin, sigur Ólavur í Geil. 

 

Orku- og umhvørvisstevnan er størsti framsýningar- og vitanarpallur innan orkumál í Føroyum, og fyrireikararnir gleða seg til at lata dyrnar í stórhøllini á Hálsi upp og bjóða vælkomin.

Ólavur í Geil vísir á, at umstøðurnar í ítróttarhøllini á Hálsi, nú høllin er útbygd síðan seinast, eru av teimum allar bestu, og her verður gott pláss hjá bæði framsýnarum og vitjandi.   

 

- Tað eru stívliga 25 føroyskar fyritøkur og stovnar, sum fara at vísa fram og siga frá sínum útboði, og tað er eingin loyna, at hóast ongar útlendskar fyritøkur beinleiðis eru við, eru nógvar útlendskar fyritøkur umboðaðar gjøgnum føroysku veitararnar á framsýningini, sigur hann.   

 

Orka-og umhvørvi eru spurningar, sum fylla rættiliga nógv bæði her hjá okkum og kring heimin. Ongantíð áður í nýggjari tíð hevur so stórt fokus verið á alternativar orkuloysnir, hvørki á landi ella sjógvi. 

 

Vinnan leitar eisini eftir alternativum loysnum, og fleiri spennandi loysnir og verkætlanir eru framdar, sum minka um útlát, og leitað verður alla tíðina eftir, hvussu tingini kunnu gerast uppaftur betur og reinari fyri okkara umhvørvi, sum í seinasta enda eisini er okkara framtíð - og framtíðin hjá okkara eftirkomarum.   

 

 

]]>
Tíðindi Víðkað grein
news-399164 Mon, 18 Oct 2021 08:28:00 +0100 Tað hevði helst gjørt tað upp aftur dýrari /news-detail/tad-hevdi-helst-gjoert-tad-upp-aftur-dyrari Tað fer ikki at gera tað bíligari at pilka við lánini Sum støðan er nú, hevði tað helst bara gjørt tunlarnar dýrari at broytt lánini til Eysturoyartunnulin og Sandoyartunnilin. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Tað er Frimodt Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur reist spurningin,tí hann vísir á, at nú ber til at fáa rættiliga bílig lán. Talan er enntá um, at tað er negativ renta av at taka lán og tað merkir, at ístaðin fyri at rinda rentu av lánum, fáa lántakarar rentu fyri at taka lán. Frimodt Rasmussen vísir til ætlaða undirsjóvartunnilin undir Femernsund ímillum Lolland í Danmark til týsku oynna, Femern. Undirsjóvartunnilin kostar 60 milliardir og mett var, at tað fór at taka 35 ár til hann er goldin, tí mett varð, at rentan fór at liggja um trý prosent. Men nú lánini eru tikin, vísir tað seg, at rentan er negativ og at afturgjaldstíðin er stytt frá 35 árum, niður í  25 ár.

 

Men Jørgen Niclasen sigur, at so lætt verður tað ikki í sambandið við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Hann sigur, at tunnilsfelagið hevur upplýst, at eftir teirra tykki er tað ikki, ein fyrimunur at leggja skuldina, sum støðan er nú, tí tað hevði verið ov dýrt at sagt lánini og at lagt tey um.

 

Tað er eisini ivasamt, um felagið hevði fingið lagaligari fígging við fastari rentu og váðin við broytiligari rentu, er ov stórur. Harafturat er Sandoyartunnilin ikki komin ígjøgnum enn og tí er enn ein ávísur byggiváði.

 

Jørgen Niclasen sigur, at hartil eru inntøkurnar frá bilum, sum koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin nakað lægri enn tað, sum mett varð frammanundan og tí er kredittviriðið helst nakað verri enn tað var í 2016, tá ið avtalurnar um fígging vórðu gjørdar.

 

– Hetta ger tað sera ivasamt, um tað ber til at fáa eina fígging, sum er lagaligari enn verandi fígging og í løtuni er tískil ikki ætlanin at kanna møguleikan nærri at umfíggja skuldina, sigur landsstýrismaðurin.

 

 

 

]]>
Tíðindi
news-399163 Mon, 18 Oct 2021 05:21:00 +0100 Koyr. Bara. Alt annað er býtt /news-detail/koyr-bara-alt-annad-er-bytt Hvat gert tú, meðan tú koyrir?  Tað er so nógv, sum lokkar okkum at taka uppmerksemið frá tí, sum vit eiga at hugsavna okkum um, meðan vit koyra. Nemliga at koyra. Bara. Alt annað er býtt. Og tað er hetta sum nýggja átakið um gáloysni varpar ljós á.

 

Soleiðis skrivar Ferðslutrygd í tíðindaskrivi :

 

Spildurnýtt átak um gáloysni í ferðsluni

 

Komandi vikurnar fremur Ráðið fyri Ferðslutrygd, í samstarvi við Trygd og Betri trygging, átak um gáloysni í ferðsluni. Við einum spildurnýggjum átaksfilmi varpa vit ljós á alt tað, sum vit lata okkum órógva av, meðan vit koyra. Og tað er jú í veruleikanum býtt. Tí tá vit koyra, skulu vit koyra. Bara.

 

Gáloysni í ferðsluni er eitt lutfalsliga nýtt hugtak, men seinnu árini hevur RFF sett evnið á breddan fleiri ferðir og nógvir eru hættirnir at vera gáloysin í ferðsluni. Tú kanst vera visuelt gáloysin (tá tú hyggur burtur frá ferðsluni), kognitivt gáloysin (tá tú hugsavnar teg um annað enn ferðsluna), motoriskt gáloysin (tá tú sleppur stýrinum við aðrari ella báðum hondum) og auditivt gáloysin (tá tú lurtar eftir øðrum enn ferðsluni). 

 

Gáloysni í ferðsluni er sostatt alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis: 

 

• tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS

 

• tú innstillar útvarp ella tónleik

 

• tú tekur okkurt upp av gólvinum

 

• tú etur, drekkur ella roykir

 

• tínir tankar eru aðrastaðni 

 

Hvat siga hagtølini?

 

Fartelefonin er eitt sera ítøkiligt dømi um nakað, sum kann taka uppmerksemi í koyristøðuni, og tú fær 1000 kr í bót, um tú verður tikin fyri at nýta handhildnað fartelefon. Hetta er nakað væl lægri revsing enn í Danmark, har bótin er 1.500 kr, umframt klipp í koyrikortið. Í “Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 – 2027” verður mælt til, at nýtsla av handhildnari telefon í ferðsluni eisini skal geva klipp í koyrikortið.

 

Yvirlit yvir politimál fyri nýtslu av handhildnari telefon:

 

2018: ​432

 

2019: ​247

 

2020: ​373

 

2021: ​263 (higartil í ár) 

 

Gáloysni er ikki nóg væl dokumenterað í føroysku hagtølunum, men í grannalondum okkara vísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur. Í Danmark er gáloysni sostatt orsøk til fleiri enn 50% av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni. 

 

Í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri RFF, hava vit spurt, hvat fólk meta vera høvuðsorsøkin til, at fólk fáa skaða í ferðsluni. Heili 47% av teimum spurdu svara ‘gáloysni’ og bara ‘ov nógv ferð’, verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni.

 

Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, siga 20% at tey javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil. 

 

Vit eru sostatt tilvitaði um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra. Bara. Og tað er ordiliga býtt.

 

Góð ráð

 

- Hevur tú eina snildfon? Veist tú at flestu snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir, ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir?

 

- Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, ella útvarpinum. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra. Bara.

 

Átakið byrjar í dag og heldur fram í tríggjar vikur. Politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.

 

]]>
Tíðindi
news-399162 Sun, 17 Oct 2021 23:38:00 +0100 Espen skeyt eftir fleiri hann ikki rakti /news-detail/espen-andersen-skeyt-eftir-fleiri-sum-hann-ikki-rakti Umframt tey deyðu og særdu, skeyt Espen Andersen Bråthen eftir fleiri, hann ikki rakti. Tískil kann talan eisini gerast um alt frá drápsroynd til roynd at fremja álvarsligan likamsskaða á fleiri fólk. Talið av vitnum veksur eftir álopið í Kongsberg í vikuni, har maðurin, Espen Andersen Bråthen, við boga og píli leyp á tilvildarlig fólk.

 

Fimm fólk lógu eftir á, og trý vórðu særd.

 

Norska løgreglan heldur fram við kanningararbeiðnum, vitnisavhoyringum, greiningum og leitanini eftir tekniskum sporum. 

 

Nógv fólk eru avhoyrd, og fleiri skulu avhoyrast aftrat. Bara hósdagin vórðu 50 vitni avhoyrd í málinum. 

 

Sum skilst á norsku løgregluni, er talan um rættiliga nógv fólk, sum skotið hevur verið eftir við boga og píli.

 

So er spurningurin, um hesi vóru nóg nær til at verða rakt - ella, um tey vóru ov langt burtur.

 

- Talan kann tískil vera um alt frá drápsroynd til roynd at fremja álvarsligan likamsskaða, eins og talan kann vera um hóttanir. Hesar metingar mugu vit gera okkum, sigur norska løgreglan.

 

Tey leggja aftrat, at talið av fólki, sum skotið hevur verið eftir, veskur, sum dagarnir ganga.

 

NRK veit frá norsku løgregluni at siga, at tey meta høvuðsorsøkina til álopið, sum maðurin framdi, vera sjúka, men løgreglan kann eisini aðrar møguleikar.

 

- Sjálvandi kunnu onnur viðurskifti eisini spæla inn, men tað er sjúka, ið er sterkasti faktorurin í løtuni, sigur løgreglan.

 

Tað veldst um heilsustøðuna hjá tí skuldsetta, Espen Andersen Bråthen, nær maðurin verður avhoyrdur aftur.

 

Sum skilst á NRK, eru tað serliga telda og telefonir, ið løgreglan hevur tryggjað sær, sum hava stóran áhuga í kanningararbeiðnum.

 

- Tað er eisini netið sum heild, ið hevur okkara áhuga - eisini ymiskt, sum er lagt út á sosialar miðlar. Alt slíkt hevur okkara áhuga, so vit kunnu gera okkum eina mynd av lívinum hjá manninum.

 

Løgreglan sigur, at kanningararbeiðið higartil bendir á, at maðurin hevur verið nógv einsamallur, og at hann hevur havt fá fólk rundan um seg.

 

##med2##

 

 

 

]]>
Tíðindi Uttanlands