at ein partur av grindini við merktu hvalunum kundi bjargast og fáast til havs aftur. Men sum frá leið skiltist, at støðan var ring, og at tað var lítið sannlíkt, at nakar hvalur yvirlivdi. Grindaformenn [...] millum kl. 19 og 22. Náttúrugripasavnið fekk ikki fatan av, at støðan var so hættislig, at tað ikki bar til at síggja tíðina ann fyrr enn um 21 tíðina, tá mett varð, at hvalir vóru doyggjandi ella deyðir. Vónin
umleið 22.000 m2, sum verða lýstir til sølu til lutaíbúðarbygging. Tað er økið, sum er uttan fyri nýggja innkomuvegin, sum verður gjørdur, og beint norðan fyri tunnilsmunnan til tunnilin, sum verður gjørdur [...] sum er slakar 20.000 fermetrar til støddar. – Matrikklarnir liggja í 160 metra hædd og hava stórsligið útsýni norður-, eystur- og suðureftir. Frá miðbýnum í Havn og niðan til matrikklarnar eru beint niðan [...] at liggja við endan á Villingadalsvegnum, skrivar Tórshavnar kommuna. Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin og økið verður skipað, men kravið er, at bústaðirnir skulu gerast
hevur slíkt einki at siga. Og fer peningur at mangla í til at gjalda Sandoyartunnil, yvirtøkur, skúlar, universitet o.a., so ber tað væl til at loysa. Til dømis skrúva skattin upp á 85%. Tað er góður javna [...] Um ráð ikki verður til eitt ordiligt skúlaverk, miðnámsskúla og universitet, hevur tað so nakað at siga; kunnu føroyingar ikki fara til Danmarkar í skúla? Føroyingar hava tikið hægri lestur í Danmark í [...] í mannaminnir, og hetta kann gott strekkjast til eisini at umfata miðnámsskúlanæmingar – og í ringasta føri eisini fólkaskúlanæmingar. Tú skalt minnast til, at tað sum umræður er, at Gerhard fær sítt hol
HB-liðið var illa mannað til dystin móti Royn sunnudagin. HB hevði heitt á hvalbingar um at fáa dystin fluttan til sunnudag orsakað av ferðasambandinum, og hesi áheitanini gekk Royn á møti. Men tað hjálpti [...] lætt at síggja, at hann hevði ringt við at spæla, og Royn hevði greiða yvirvág á vøllinum. Tað vóru bert spældir fimm minuttir av seinna hálvleiki, tá Allan Michelsen økti til 2-0. Ein langur bóltur fer framvið [...] mótið, og tá Njálur Niclasen við einum brandskoti økti til 3-0, var liðugt hjá HB. Og tá so Alexander Vukotic við einum korteri eftir skoraði til 4-0, var tað bert í tráð við spælið, sum Royn hevði havt
orsøk. Hon skrivar millum annað, at orsøkin til, at hon valdið at greiða alment frá støðu er, at slíkur hugburður er við til at geva modellum etingarólag og ringt sjálvsálit. Hendingin hevur fingið danska [...] veruliga sett gongd á stórt kjak um heilsuna hjá modellum, eftir at hon í evstu løtu var send heim til Danmarkar áðrenn eitt stórt mótashow fyri Louis Vuitton í Japan. Tað skrivar DR í dag. Unga modellin [...] danska heilsumálaráðharran Ellen Trane Nørbyes og stjóran í Danish Fashion Institute at senda skriv til franska mótahúsið. Tær heita á mótahúsið um at fylgja moralsku leiðreglunum hjá danska mótaheiminum, har
fleygastongini Til fleyg hevur árið í ár hilnast stak illa. Menn hava ofta ikki hildi út, tá teir eru farnir á fleyg. Skilið hevur verið tað sama um alt landið skilst, av Dímunum norður til Viðareiðis og [...] føði, og síðani kemur inn at landi aftur í einar tveir dagar. Tað er eisini so eiðasørt til av sildbera, og tað er ringt tekin, tí tá er eingin pisa í holunum, sigur Eddie Lauritsen. Hann sigur víðari, at [...] hólminum viið fólki, og tá var so nógvur lundi har, sum hann ikki hevur sæð í tíggju ár. Hann fór tí til hús eftir stongini, og sjálvur annar fór í urðina at fleyga. Har fingu teir 150 eftir lítlari løtu
setir Sambandsflokkin í ringt ljós. Tað staðfestir Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin. Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum um vikuskiftið, nýtti hann høvi til at skjóta eina breiðsíðu [...] hann. Tað, fólkatingsmaðurin sipar til, eru miseydnaðu samráðingarnar um at hækka ríkisveitingina runt roknað 150 milliónir krónur. Síðani 2002 er danska ríkisveitingin til Føroya ikki prístalsviðgjørd. Hevði [...] formanni floksins, sum hevur elvt til, at onki er komið burtur úr. Ríkisveitingin kundi langt síðani verið komin upp aftur á dagsvirðið, tí tað hava vit havt nógvar møguleikar til. - Tí stúri eg fyri, at hjá
landinum. Hann heldur, at tað er neyðugt tí tað er ringt hjá virkjunum kring landið at fáa fatur á rávøru og tað hevur tvingað virkini til at keypa frystan fisk til virkingar. Men í hesum sambandi hava virkini
partarnir nærkast. Í løtuni umhugsar landsstýrið, hvønn vilja bretar hava til at finna eina loysn. Og um nøkur loysn er í eygsjón, er ringt at svara uppá sigur løgmaður við útvarpið. Eingin fundur er avtalaður [...] fara í vaskið gongur tað skeiva vegin. Uttanlandsnevndin fer at hava fund mánadagin at taka støðu til málið og síðani kunna landsstýrið um hana. Sosialurin skilur, at bæði landsstýrið og Uttanlandsnevnd
sjálvsagt fara teir til henda og handa tíðindafundin, ella okkurt sølufremjandi tiltak, tí tað er Lene Thomsen, ið skipat fyri, og tá hendir altíð okkurt óvanligt. Lene Thomsen kemur til Føroya 9. apríl. [...] skal halda fyrilestur, nevndur "Frá dreymi til veruleika", og so verður hon eisini ein av dómarunum í finaluni í Prix Føroyar kappingini. Eksotiskt - frá Kingo til rock Diana Borgnýardóttir heldur, at Føroyar [...] frá Kingo til rock. Og vit hava enntá okkara egna symfoniorkestur og tað eru neyvan nógvar tjóðir við so fáum íbúgvum, ið hava tað. Men hon heldur, at føroyingar, eins og mong onnur, hava ringt við at selja