tikið støðu í málinum, og teir søgdu seg ikki hava stundir at viðgera skrivi frá NSÍ í síðstu viku. Men framvegis vóna feløgini, sum hava 1. og 3. deild, at tað fer at bera til, at fáa kappingina í »rættlag« [...] GÍ. Í kvøld fer NSÍ á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði, og tá fæst so at vita, um runavíkingar framvegis skulu hótta gøtumenn í oddinum. Gera teir ikki tað, ger neyvan nakar annað tað. Tað hongur í luftini [...] avgerð fallin í hesum máli. Hvussu spælt verður í næsta umfari liggur so í øllum førðum greitt, um tað so verður um eina viku ella tvær. KÍ og NSÍ skulu spæla í Klaksvík, VB og ÍF spæla í Vági, HB fær vitjan
varabrandmeistara, Kartna Jacobsen, skiftast um at vera á vakt aftan á vanliga arbeiðstíð. Í arbeiðstíð er lærlingur til arbeiðis, sum passar telefonina. Leivur Hansen upplýsti í gjár, at brandmeistarin [...] skrivliga váttan frá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag um, at brandmenninir koma til arbeiðis, um okkurt er áfatt, men hesa váttan fær hann ikki. Andreas Poulsen, formaður í Tórshavnar Kommunala [...] g og sum eisini er brandmaður, sigur, at sjálvandi fara teir til arbeiðis, um onkur ólukka hendir, men teir rykkja ikki út til hvat sum helst, sigur hann. Er tað ein bilur, ella okkurt annað, sum ikki
av, og fólk sum byggja at, kunnu eisini betur fylgja við kappsiglingini. Tær siglingarreglur, sum Lions hevur í bókini »Kappsiglingin á Skálafirði 1994« verða galdandi fyri tær siglingar, sum felagið »Seglið« [...] dag, sum vágbingar róðu og sigldu við teirra gomlu grindabátum. Tá ið »Nadoddur« kom til Havnar var »Greipur«, seksæringurin í Havn úti í Nólsoyarfirði og tók ímóti tvøramonnunum. Hesir báðir eru í løtuni [...] hesum monnum: Formaður Regin Debess, á Toftum tlf. 48587, tiltakslimur Hermann á Líknagøtu, Saltangará tlf. 47266. Næstformaður Jógvan Mørkøre í Hósvík tlf. 22148, tiltakslimur Kristian Hansen í Hósvík. K
sleptar, verða bilar og krani flutt. Tað sigur formaður í Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í Vági, Kári Jacobsen. Hann skjýtur nú upp, at P/F Føroya Fiskavirking í staðin flytir kongafiskalinjurnar á flakavirkinum [...] milliónir krónur í flakavirkið í Vági. Hetta vóru íløgur, sum burtur av vórðu framdar til kongafiskaarbeiði. Millum annað varð ein frystitunnil keyptur til endamálið, sigur Kári Jacobsen. Tí heldur hann [...] Mørkøre. Hann heldur, at á einum slíkum fundi kundi t.d. Bjørn á Heygum, formaður í Rættarnevndini, verið við. Hann kundi tosa um Føroyar sum rættarsamfelag, og um hvussu trygd kann veitast fyri, hvussu vit eisini
formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard. Hann vísir á, at Fólkaflokkurin júst nú hevur sitið í landsstýrinum í eitt ár. Og hetta er so jubileumsgávan: Ein munandi vøkstur í útreiðslunum í almennu [...] vera við, heldur Jóannes Eidesgaard. Vit royndu í gjár at fáa viðmerking frá Annfinni Kallsberg, men hann er burturstaddur. Formaður Fólkafloksins, Óli Breckmann er eisini burturstaddur. [...] serliga Óli Breckmann og Annfinn Kallsberg, ið hava ført fram, at almennu útreiðslurnar skulu skerjast. Tí undrar tað stórliga, at hesar somu útreiðslurnar skulu vaksa hvørja ferð, Fólkaflokkurin er í lan
Tá FSF hevur fingið svarini frá KÍ, B36 og VB verða málini viðgjørd í kappingarnevndini, sum so tekur sína avgerð. Hetta verður helst fyrst í komandi viku, men koma svarini frá feløgunum inn beinanvegin [...] avgerðin fellur. Í kappingarnevndini hjá FSF sita Danjal Andreasen, sum er formaður, Jens Erik Rasmussen, Karl Vidtfeldt, Óli Holm og Mortan Poulsen. Góðtaka feløgini ikki avgerðina, sum nevndin tekur, kunnu [...] VB um frágreiðing, eftir hendingar í dystunum millum KÍ-GÍ og B36-VB sunnudagin. Í báðum dystunum var nakað av roki í, og tilsamans tríggir spælarar fingu reytt kort. Í Gøtu fekk Allan Mørkøre tvey gul kort
nógvum undirleverandørum í oljuvinnuni sum gjørligt. Millum tað nógva tilfarið um Føroyar, sum verður á básinum, er eisini kunningartilfar frá landsstýrinum. Her verður greitt frá føroyska samfelagnum og [...] longu nú kanst vera við í verkætlanum í útlandinum sum eitt slag av undirleverandøri, so er sloppið. Kjartan Kristiansen heldur, at nettup hetta slag av samarbeiði er nakað, sum kann koma føroyskum ídnaði [...] her. Hesar fyritøkur kunnu sum so hoyra til mest sum allar bransjur. Men tilfarið er sjálvandi eisini stílað til tey mongu feløgini, virkini ella persónarnar, sum vilja vera við í eini komandi føroyskari
krónur. ? Vit í Fólkaflokkinum hava verið djúpt ósamdir við Sverra Hansen, sum er ein av fáu sosialistunum, sum eftir eru, og sum tí varð settur sum formaður í Framtaksgrunninum, sigur formaður Fólkafloksins [...] hjálp. Hetta er viðmerkingin frá formanninum í Fólkaflokkinum, Óla Breckmann, tá vit spyrja hann, hvørja støðu Fólkaflokkurin á tingi hevur til at hjálpa Framtaksgrunninum, sum hevur mist eginpeningin upp [...] honum. Vit hava bara fingið at vita, at løgtingið ikki skal blanda seg upp í hansara sjálvupphevjaðu vinnuligu avgerðir. Óli Breckmann vil ikki siga, at Fólkaflokkurin nú fer at nýta høvi at geva Fram
miðvøllinum, miðverjan, sum annars stóð seg væl, svav, stungið var til John Petersen, og sum tann álopsmaðurin í landsliðsflokki, sum hann er, lat hann ikki møguleikan fara frá sær. Hann sneiddi málverjan [...] meistari, tá NSÍ vitjaði í Gundadali sunnudagin. Staðfestingin av hesum veruleikanum átti ikki at havt við sær, at oddaliðið, sum hevur verið nógv tað besta liðið í ár og sum hevur so nógvar royndar og [...] sera væl mitt fyri, og í borðunum vóru Sjúrður Jacobsen og Dan Knudsen tryggir. B36 fekk hol á Tað verður kanska roknað meiri við góðum avrikum frá oddaliðnum, enn tað verður frá hinum liðunum, og ofta
Søgan um hini?, sum er um viðurskifti teirra brekaðu í Føroyum í tíðarskeiðnum stutt fyri aldarmóti og til 1981, sum var ár teirra brekaðu. Dómsnevndin sigur í grundgeving síni soleiðis: » Í ?Søgan um hini [...] Hansen og Ólavur Hátun vóru tey, sum fingu bókmentavirðislønirnar í ár. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, handaði allar viðrislønirnar. Og tey vóru har øll somul, sum halda seg hava nakað við føroyska [...] minnilutabólki í Føroyum, teimum brekaðu, frá aldarmótinum fram til 1981, ið var ár teirra brekaðu. Karmurin í bókini eru tær lógir, ið hava verið galdandi á almannaøkinum hetta tíðarskeið, og í hendan karm