frálandavinnu aldarskifti 2000, myndlist í 20. øld, átrúnaðarrembingar í 20. øld, bókmentir í 20. øld, dans og kvæðamentan, fyrstahjálpsskeið, heimspeki/hugmyndir í 20. øld, Cross-cultural Relations, og Pól [...] eins og viku- og vikuskiftisskeið í tíðarskeiðinum september-desember 1999, verða lýstar í bløðunum komandi viku. Skeiðsrøðirnar, sum fevna um alla vetrarhálvuna, eru í føroyskari rættskriving og málrøkt [...] Nýstovnaði Skeiðsdepilin á Langasandi fer undir virki sítt fyrst í september mánaði. Húsini, har depilin skal halda til, verða nú umvæld og innrættað til endamálið; og fullfíggjað skrá fyri vetrarhálvuna
mátti dysturin móti Skotlandi í mars mánaði útsetast. Og fyri tað næsta veldst tað eisini um peningaliga tilboðið, sum ikki skal vera lægri enn fyri venjarar í feløgunum í okkara heimligu landskapping. [...] fekk starvið tíðliga í februar, og avtalan gongur til 9. juni (í dag). Sosialurin: Fert tú at taka somu avgerð sum Keegan? Hadzibegic (flennir): Um eg hevði fingið tað sama sum hann í pengum, hevði eg ikki [...] Føroyum, og hvat helt tú um føroyska liðið í dystinum? Hadzibegic: Tá tann dysturin varð spældur, var eg venjari hjá franska 1. deildarliðnum Sochaux, so eg var ikki í Sarajevo. Men eg havi sjálvandi sæð dystin
nar herfyri vóru handaðar í Santa Monica í statinum Kalifornia. Carrey, sum í sambandi við handanina var ílatin hárkoll og falskt skegg, fekk heiðurslønina fyri leiklut sín í filminum "The Truman Show" [...] Joseph Fiennes heiðursløn fyri besta filmskossin, sum var í filminum "Shakespeare in Love". Nýggjur James Bond filmur á veg Í løtuni eru upptøkurnar í fullari gongd til nýggja James Bond filmin, The World [...] hetta hevur verið tann mest krevjandi James Bond filmurin, sum hann hevur tikið lut í. Upptøkurnar til filmin byrjaði í januar, og tær vantast ikki lidnar fyrr enn um góðar tvær vikur. Eru Madonna og Robbie
hevur ikki í hyggju at selja føroyskar ferðaminnislutir, gávuhandil er í erva, men um onkur hevur hug at sýna fram smærri listaverk, ber tað væl til. Í Café Karlsborg eru 44 sitipláss, men í góðveðri ber [...] kaffimunn ella ein bita í høvuðsstaðnum. Ongantíð áður hevur útboðið av kaffistovum og matstovum í Havn verið so stórt sum nú, og ein tann nýggjasta kaffistovan er Café Karlsborg í Vágsbotni. Tað er Olivia [...] kaffistovuna. Fiskimannafelagið eigur húsini, og í ovaru hæddunum er handil. Nógv fólk hava vitjað inn á gólvið á Café Karlsborg síðani latið varð upp fyri lítlum mánaði síðani. - Eg eri stak væl nøgd við undirtøkuna
skaðalista í ár, men móti ÍF vóru allir burtursæð frá Torbirni Jensen tøkir fyri fyrstu ferð í ár. Torbjørn bleiv skaddur móti Sumba fyri einum góðum mánaði síðani og verður neyvan klárur til í morgin. Allir [...] fuglfirðingum, og úrslitið varð størsti sigur í 1. deild higartil í ár. Tað er tí heldur einki at siga til, um sandoyingar eru fullir av sjálvsáliti, tá teir í morgin koma á Svangaskarð at bjóða B68 av. Tað [...] landskappingardystin hjá B68 í Klaksvík hevur hann ikki spælt. Hann varð herfyri sendur niður á ríkissjúkrahúsið fyri knæskaðan, sum í ringasta føri hótti við at forða honum í nakrantíð at kunna spæla aftur
skaðalista í ár, men móti ÍF vóru allir burtursæð frá Torbirni Jensen tøkir fyri fyrstu ferð í ár. Torbjørn bleiv skaddur móti Sumba fyri einum góðum mánaði síðani og verður neyvan klárur til í morgin. Allir [...] fuglfirðingum, og úrslitið varð størsti sigur í 1. deild higartil í ár. Tað er tí heldur einki at siga til, um sandoyingar eru fullir av sjálvsáliti, tá teir í morgin koma á Svangaskarð at bjóða B68 av. Tað [...] landskappingardystin hjá B68 í Klaksvík hevur hann ikki spælt. Hann varð herfyri sendur niður á ríkissjúkrahúsið fyri knæskaðan, sum í ringasta føri hótti við at forða honum í nakrantíð at kunna spæla aftur
»frá fatinum«, og í grundini var tað bert ta einu ferðina, at tað gjørdist eitt sindur vandamikið frammanfyri HB-málinum í fyrra hálvleiki. Rúni Petersen fekk fatur á einum leysum bólti í brotsteignum hjá [...] teimum, sum fer at standa í søgubókunum, sum ein varði um góðan fótbólt. Í fyrra hálvleiki var mest talan um ping-pong-fótbólt, har langar og óneyvar sendingar stóðu á dagsskránni, og í seinna hálvleiki hendi [...] ngd úr enda í annan. Hjá HB kann tað fyri so vítt vera líka mikið. Teir hildu tørn við KÍ og B36 í oddinum av fyrstu deild, og enntá við tíggju monnum. Tað er nú heldur ikki fyrstu ferð í ár. Fyri umleið
einstaki hevur ein valmøguleika. Í hesum sambandi var landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum á vitjan í Reykjavík á einum hospice, sum júst var latið upp. Íslendingar hava í skjótt fleiri ár havt eitt [...] krabbameinsviðgerðin, sum fer fram í Føroyum skuldi vera á í minsta lagi sama støði og hava somu góðsku, sum á Ríkissjúkrahúsinum, og at geva krabbameinssjúklingum í Føroyum møguleika at fáa eina sonevnda [...] ur orsøk til uml. ein fjórðing av andlátunum í Føroyum. Krabbamein er tí ein av teimum stóru og vanligu sjúkubólkunum í okkara samfelagi. - Krabbamein er í hugaheimi fólksins ófrættakent. Og eg hugsi,
minka At tað eftir øllum at døma gongur betri í høvuðsvinnu okkara sæst eisini aftur í roknskapinum hjá Realkreditstovninum. Tá gjørt var upp seinast í mars mánaði, vóru eftirstøðurnar knappar 3,6 mió. krónur [...] munandi minnið í kassan tá virðisbrøvini eru seld. Tað, sum í roknskapinum eitur »Realiseraður kurs-vinningur á virðisbrævagoymsluni« er góðar 19 mió. krónur lægri enn sama konto var árið fyri. Í 1997/98 - [...] virðisbrøvini í umferð eisini minkað, so samantalt eru tær inntøkurnar áleið sum tær vóru árið frammanundan. Samlaðu rentuinntøkurnar hjá stovninum í fjør vóru tí góðar 24,2 mió. móti 24,6 mió. í fyrraárið
mátti skúlin húsast ymsastaðni. Í 73/74 gingu tveir flokkar í Norðskála-Oyrar Skúla, ein í gamla skúla á Oyri, ein í gamla skúla við Norðskála og ein flokkur í Hvalvíkar Skúla. Í 1973 varð farið undir at byggja [...] blaðið kom út í oktober mánaði 1972. Av givnum grundum gjørdist skjótt ov trongligt í skúlanum, og tí varð neyðugt at byggja afturat. 2. byggistig, sum byggifelagið Kanjon gjørdi, varð liðugt í 1980. Higartil [...] ungfólk í Sundalagnum gingið í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, sum eisini hevur hýst næmingum aðrastaðni úr Føroyum. Nú skúlabygningurin er 25 ár, ganga 125 næmingar í skúlanum, og 13 lærarar eru í føstum