forkunnugt hjá okkum at fáa lambskjøt. »Ikki ein kjaftur skal smakka Mourisa súltutoy uttan skiparin« Árið eftir komu vit aftur inn á Finnafjørðin. Heldur ikki hesa ferð gretti tað. Valdi legði frá landi [...] vóru rabarbur, sum var ein gáva til kokkin. Lagið á kokkinum var ikki gott henda dagin. Vit høvdu óivað gjørt eitt ella annað, sum ikki var honum til vildar. Tá ið vit so søgdu, at vit gleddu okkum til [...] hesi lýsing komu nógv minni fram fyri meg. Tái eg nú fari at royna at seta nakað á blað, so er tað ikki einans um Jákup, men eisini um slupptíðina og lívið umborð, sum var so ólíkt tí hjá fiskimonnum
sigur Katrin. Tað er ikki sørt tað kennist løgið, tá ein av heimsins mest viðurkendu tónleikarum sita beint undir liðini á einum, greiða Edith og Katrin frá. Eisini øll onnur ? ikki minst tónleikararnir [...] hevur gjørt. Hann brosar, steðgar á eina løtu og ger so ikki mætari enn at fara upp á pallin. Hann syngur fyrst eitt lag til konu sína, ið vit ikki kendu, greiða tær báðar frá. Hann sessast so aftur, men [...] pallinum gevur konan honum tekin um, at hon ynskir, at tey fara, og tey so gera. Bæði áskoðarar og tónleikarar kundu illa trúgva tí, ið júst var hent á tí lítla klubbanum í New York. Skuldi nakar ikki kent Paul
urin hava nú staðfest, at tað gera teir ikki. Men meðan Sambandsflokkurin ikki vísir nakað tekin um samstarvsvilja, so ljóðaði tað sum at Javnaðarflokkurin ikki stendur so langt frá okkum í hesum málinum [...] meldað klárt út, at teir ikki kunnu góðtaka uppskotið, so leingi sum búskapargrunnurin skal virka sum skiftisgrunnur. Løgmaður hevur eisini givið ymsar ábendingar um, at hann heldur ikki metir tað vera rætt [...] seinni. Tjóðveldisflokkurin heldur tað hava so miklan skund at fáa grunnins settan á stovn, at tað ikki er ráðiligt at bíða. Tá samgongan er liðug at viðgera fyribilsuppskotið, ætlar fíggjarmálaráðharrin
Hvítvín ella appelsinvatn. Bæði í fínum glasi. Konan við bakkanum smílir og bjóðar vælkomin. Mjúkir klassiskir og livandi tónar blanda seg við røddir ? fyri tað mesta mannfólkarøddir ? í rúminum. Klokkan [...] Mason. Hann er eisini til staðar og hevur skift arbeiðsklæðini út við klædningin og slipsið. Hann er ikki tann einasti. Slipsið hongur um hálsin á at kalla øllum mannfólkagestunum. Millum undantøkini teljast [...] teljast tó ávíkavist rithøvundurin Hanus Andreasen og komponisturin Kristian Blak. Hetta merkir kortini ikki, at teir eru illa klæddir. Bert øðrvísi enn restin. Tætt við inngongina stendur eitt sjónvarp frá
annað fortreytir fyri heimsins fremstu fiskiskipum og nógv onnur framstig hjá fiskimonnum. Hetta var ikki skapt við buldur og brak men við sakligum og undirbygdum arbeiði. Eitt tað týdningarmesta var [...] kúlupenni. Seinni við EDV, sum Olaf eisini var við til at menna. Olaf var sera nærlagdur, og tað kundi ikki setast ein fingur á hansara arbeiði. Olaf brendi fyri fiskimenn og legði sína sál í sítt arbeiði. [...] kortini gjørt á ein slíkan hátt, at eingin illstøða stóðst av tí. Olaf var botnheiðurligur, tað var ikki farri av falsi í honum. Hetta kann staðfestast enn tann dag í dag. Raktur av brotasjógvum Seinnu
ræðslusligin og uttan at kunna gera nakað annað enn at bíða, til vit fingu nærri boð, um hann var funnin ella ikki. Hesar dagarnar standa fram í minni mínum, sum tann ræðuligasta tíðin eg nakrantíð havi upplivað [...] hann altíð, tá hann ikki var heima. Tað týdningarmesta fyri pabba var, at vit høvdu tað gott. Hann plagdi altíð at siga, at tað er líka mikið hvussu fínt og flott tað heila er, um man ikki hevur tað gott, [...] pabba svav eisini í stovuni á einari lítlari sofu, við liðina á mær, so at eg ikki skuldi liggja einsamøll. Eg kundi ikki ganga uppi, so hann rann aftur og fram fyri meg, og gav mær alt tað, eg hevði tørv
Men at tað fór at ganga so skjótt, grunaðu vit ikki. Sørin umhugsaði sum ungur at velja sær eina lívsleið innan fornfrøði. Hvat fornfrøðin hevur mist við ikki at fáa Sørin í sín part, er ilt at siga, men [...] at lurta. Slíkt nærlagni tekur tíð, men Sørin var eitt arbeiðsgrev, sum ikki spardi seg, men helt á, til rætta loysnin var funnin. Sørin leitaði sær eisini støðugt nýggja vitan, og so seint sum seinasta [...] Á kyndilsmessu bórust deyðsboðini av okkara góða vini og starvsfelaga, Sørin Pram Sørensen. Ikki vardi tað okkum, tá ið vit skiltust eftir hugnaløtuna beint fyri jól, at hetta eisini fór at verða seinasti
skipan, sum var grundað á fría kapping á økinum, sum ikki var nøkur sjálvfylgja tá. Samstundis var hetta í ringastu kreppuni í 90-unum. Fyrstu tíðina gekk ikki væl av hesi orsøk, og tað kom so vítt í 1993, at [...] væl hjá Havsbrún í dag, men her hava verið nógvar kreppur gjøgnum árini, men altíð varð ein loysn funnin. Kortini kom tað at laga seg so, at Havsild kom at gevast við sínum virksemi, og Ditleif kom tí at [...] aftur staðfestast, at grundarlagið var framúr gott. Ditleif hevur havt mong onnur álitisstørv, sum ikki skal komast so nógv inn á her. Sum dømi kann nevnast, at hann hevur verið býráðslimur í Fuglafirði
Frelsunarherurin var altíð mitt í okkara lítlu verð, sum ikki rakk serliga langt útum miðbýin. Vit vóru ongantíð so langt burtur, at vit ikki hoyrdu Kalla blása í trompetina. Vit spældu í túninum hjá [...] ruddiliga staðfest, at hjá Frelsunarherinum lekur ikki millum teori og praksis, tí her eru teori og praksis so óloysiliga knýtt saman: Frelsunarherurin boðar ikki bara gleðiboðskapin, men livir hann í praksis [...] d skar seg gjøgnum levint og gang frá veitsluhaldinum á Vaglinum. Fá hava útint tað, sum Njál og konan Erna lítillátin og eyðmjúk hava megnað. Tey halgaðu lívið til Frelsunarherin og virkaðu mesta av teirra
minninum um hann. Tað var ein syrgilig løta, tá Grímur kom á Vón og segði okkum, at nú var Martin ikki ímillum okkum meira. Hetta var ein skapti stór sorg, og ynski eg, at Harrin Jesus má vælsigna tey [...] aftur heima hjá Jesusi. Saknurin eftir Martini er stórur, nú hann er farin heim til Jesus. Hann kemur ikki aftur til okkara, men vit fara til hansara, eins og Dávid segði um son sín. Tað verður ein stórur [...] at farið aftur hagar. Men nú tráa tey eftir einum betri, tað er einum himmalskum; tí skammast Guð ikki tey, at kallast Guð teirra; hann hevur jæu gjørt teimum ein stað til reiðar. Í Sálma 23, ørindi 4