hálvleiki er heldur einki bragd, men tað var so nóg mikið til at hava munin. Hinvegin kunnu fáu málini eisini verða tekin um gott verjuspæl, men hóast tað, so er tað ov lítið við ellivu málum í einum hálvleiki [...] Neistin-StÍF 19-15 (7-4) Neistakvinnurnar gjørdu sína skyldu fyri framhaldandi at verða við í stríðnum um silvurheiðursmerkini. Tær vunnu dystin móti StÍF, sum liggur á fjórða plássi og við hesum sigrinum [...] nærum tryggjað sær bronsuheiðursmerkini. Endaliga úrslitið kann gerast, at Neistin vinnu silvur, men so skal Stjørnan tapa ein dyst meiri enn Neistin. Í dystinum sunnudagin, var tað Neistin, sum legði harðast
Fleyr a-Dráttur 3-0 (15-7, 15-4, 15-3) Einasti spenningur, sum var eftir í meistaradeildini hjá kvinnum var hvussu heiðursmerkini til nummar tvey og trý, skuldu býtast millum TB a, Fleyr a, og Drátt. TB [...] sett endaði 15-4, meðan triðja sett endaði 15-3. Seinna helvt gekk betri Tað vóru tí nakrar vælnøgdar Fleyrkvinnur, sum tóku ímóti silvurheiðursmerkjunum eftir dystin móti Drátti. Tað sá ikki so gott út hjá [...] beint øvugt. Tær stóðu seg væl í byrjanini, men í seinnu hálvu hevur tað ikki gingið so væl. Tó so, tær skulu ikki lata so illa at, tí tær vóru saman við TB a, einastu liðini, sum koppaðu meistarunum úr Mjølnir
suðuroyingar hava hesar seinastu dagarnir nýtt høvi at sleppa í biograf í oynni fyri fyrstu ferð í eini 15 ár. Men tað vóru tey sum hildu, at tað var óklókt at byrja sýningarnar í tí nýggja biografinum ein [...] fríggjadag. Tí tá ið frumsýningin skuldi verða klokkan 17.30 fríggjadagin, vóru filmarnir ikki komnir fram, so tann allarfyrsta sýningin í nýggja biografinum í Suðuroynni mátti avlýsast... Suðurbio skuldi vísa [...] suður við Smyrli á miðdegi fríggjadagin. Men teir komu ikki longur enn til Havnar... Filmarnir komu so ikki suður fyrrenn fríggjavøldið. Sostatt mátti fyrsta sýningin avlýsast og onnur sýningin varð nakað
SÍ-Fleyr 1-3 (9-15, 7-15, 15-6, 7-15) Tað var ikki fyrr enn kappingin av álvara nærkaðist endanum, at tað eydnaðist sørvingum at leingja livitíðina í meistaradeildini hjá monnum. Tað gekk meiri enn striltið [...] í spælinum hjá havnarmonnum. Fleyr vann tey bæði fyrstu settini. Fyrsta sett endaði 15-9, meðan annað sett endaði 15-7. Í triðja settið vaknaðu sørvingar av álvara upp, og tað sá út sum um, at teir skuldu [...] endaði við, at SÍ vann 15-6, og tað er ein ordans umgangur teir her góvu Fleyr. Í fimta settið kom Fleyr afturíaftur, og teir lovaðu ongantíð SÍ framat aftur. Fleyr vann fjórða sett 15-7, og harvið dystin
Mjølnir-Fram 3-2 (12-15, 15-9, 10-15, 17-15, 15-11) Hóast alt var avgjørt longu undan dystinum í Klaksvík, so var kortini æran at spæla um, og hana ætlaðu klaksvíkingar ikki at lata frá sær uttan dyst [...] byrjanini, men so fótaði Fram sær og legði seg klárt framum. Teir fingu settbólt, og øll væntaðu, at nú var liðugt, men Mjølnir kom afturíaftur, og mundi fingið Fram aftur. Settið endaði 15-12 til Fram. [...] hvødu víst, at teir kundu hótta Fram og við skilgóðumspælið vunnu teir annað sett 15-9. Kjartan Hansen, sum ikki hevur leikt so nógv í ár, kom inn, og ta hjálpti ógvuliga væl. Í triðja sett vaknaði Fram aftur
tað gongur í síðsta enda út yvir landskassan. ? Eg hugsi um, at um so er, at landskassin skal »kompensera« fyri at fólk skulu gjalda, so missir landskassin pengar, og fyri at fáa henda miss innaftur má [...] við tí »samhaldsfasta« er júst tann parturin, sum Javnaðarflokkurin hevur arbeitt við alla tíðina, so har hava vit ongan trupulleika, sigur hann. ? Hinvegin hava vit eitt sindur trupult við at skilja hvussu [...] eini miðalinntøku, sum liggur um 150 túsundkrónur skal klára at fíggja bæði sína egnu pensjón uppá 10-15 prosent, umframt at skula gjalda eini átta til tíggju prosent í ein fólkapensjónsgrunn, sigur Hans
skulu tey venja undir fyrrverandi týska landsliðsvenjaranum Gunther Huber. Føroyska ferðalagið telur 15 fólk. Teir 13 leikararnir eru: Erland Poulsen, Ragnar Rasmussen, Absalon Eysturoy, Herman Eysturoy [...] Enghamar, Ingun Hansen, Guðrun Jacobsen, Elsa Thorkildshøj, Gurið Poulsen og Annika Berg. Haraftrat eru so venjarin, Gunnar Mohr Gregoriussen, og ferðaleiðarin Jógvan Jacobsen við í ferðalagnum. Túrurin hjá [...] føroyameistarakappingina. Ungdómslandsliðið avstað í apríl Sum vit fyri kortum skrivaðu her í blaðnum, so er landsliðsarbeiðið í badminton rættuliga virkið. Í komandi mánaða fer føroyska ungdómslandsliðið
Fyrsti rættlestur var avrikaður, men tá varð sambandið slitið av krígsávum, og so gjørdist einki meir. Kríggið broytti so mangt, og m.a. eisini málið nakað, og tí hendi tað, at Victor tók sær aftur um [...] dømd til at miseydnast¸men so varð ikki. Í 1948 var bókin liðug prentað í 5000 eintøkum. Eitt bókbindarí í Edinburgh tók sær av at binda bókina inn , og tann 19. mars 1949 lógu so 20 eintøk av tí fyrstu Bíbliuni [...] á teldutøkan tekst, og verður um ikki so langa tíð at fáa á fløgu saman við umsetingum á øðrum málum eisini. Í stórum takksemi yvir, at virksemið hevur eydnast so væl higartil, og at Harrin hevur kenst
lívsneyðugt arbeiði verður gjørt. Hetta er bert fyrsta stig. Sum skilst, so standa fakfeløgini væl saman og fundir eru alla tíðina. Kl. 15 í gjár skuldu øll feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hittast, og [...] reallønarfallið má steðgast og kravið er, at lønin má hækka munandi. Kanksa eini 5% í ár og 7% komandi ár. So fer ein ikki niðurum reallønarmarkið. Tey eru eisini samd um, at ein kann ikki liva við tí, ið Sta [...] greitt, júst hvussu umfatandi arbeiðssteðgurin fór at gerast, men feløgini innan sjúkrahúsverkið lýstu so til 24 tíma arbeiðssteðg, sum leggur øll 3 sjúkrahúsini lamin. Sleppa ikki á tal við landstýrið Ein
Tann fyrra verður í høllini á Kambsdali klokkan 15., tá ið fimleikafelagið í Fuglafirði, tað eitur Flog, fer at hava sína framsýning. Flog fyllir í ár 10 ár, so møguliga fara tey at gera okkurt serligt burturúr [...] grand-prix lið, sum vunnu ávíkavist gull og silvur í Grand Prix kappingini herfyri. Mánakvøldið er tað so Ljósið, sum fer at sýna fram. Sýningin hjá teimum verður klokkan 19.00 mánakvøldið. Seinasta sýningin