svartkalva í Barentshavinum. Noreg og Føroyar samdust um at føroyska toskakvotan lækkar við 600 tonsum til 2.600 tons (÷18,7%). Hýsukvotan lækkar við 450 tonsum niður í 550 tons og kvotan av øðrum fiskasløgum [...] Sambært forskrift um rækjuveiðu á Svalbards økinum er ásettur ein niðurskurður í fiskidagatalinum frá 2.555 dg. til 1317 dg. grundað á tað hægsta fiskidagatalið hjá hvørjum landi yvir eitt tíðarskeið frá [...] ða, svartkalvi og sild Føroyska ídnaðarveiðan økist úr 20.000 tons til 29.000 tons í 1998 (íroknað 2.000 tons av brislingi). Hetta varð gjørt soleiðis, at 9000 tons av svartkjafti, sum fyrr var royndarveiða
Í skrivinum frá Kommunubólkinum verður m.a. ført fram: 1. »Uppskotið um at seta í verk skattafrádráttir, nú kommunurnar eru lidnar við fíggjarætlaninar, sum m.a. eru tyngdar av lógarkravdum meirútreiðslum [...] stundir at koma við viðmerkingum.« 2. »Býráðini halda ikki, at tað er rætt at flyta ábyrgdina av álíkningini frá kommununum. Á fundi 28. november 1997 viðgjørdu býráðini m.a. spurningin um kommunalar arb [...] viðmreking til Jákup Joensen vísti Anfinn Kallsberg á, at landsstýrið hevði sent uppskotini út til m.a. kommunubólkin (Býarfelagið), og tað einasta, sum bólkurin hevði at viðmerkja, var um spurningurin
Sum kunnugt, er onki játtað undanfarnu 2 árini. Tað er alneyðugt, at strandferðslan fær játtað 5 mill. til íløgur. Henda játtan skal nýtast til at leingja másan 2 m. og gera tað rúmsáttari fyri ferðafólk [...] til eitt viðgerðarstað. Nú hevur Klaksvíkar sjúkrahús fyri neyðini at fáa eina játtan meir upp á 3,2 mió. um virksemið skal halda fram á ein tryggan hátt. Hetta fer undirritaði at virka fyri, nú fíggjarlógin
súkklurnar, øll koyrdu á. Hugsa tær, vit eru í eini bygd, ið stendur á stolpum, 10-15 m yvir havinum, »gøturnar« eru hægst 2 m. breiðar, og so súkla tey runt sum um eldur var í afturpartinum. Vit blivu við at [...] norðureftir. Í Bangkok vóru vit í 4 dagar, og har var ein rúgva at síggja. M.a. sóu vit tann kenda standandi Buddah´in, ið er ein 40 m. høg gullstandmynd. Rundan um eru so fýra ymisk tempul, ið eru ógvuliga [...] kø, har vit so fingu niðurdeil/buksir og John eina sera vakra prikkuta skjúrtu! Økið er uml. 275.000 m2 stórt, og hevur eina ørgrynnu av hallum og templum. Eisini virkar ein partur sum stjórnarbygningur
minniligu ferð yvir um hav til Grønlands. Hugnaligur túrur Málið var Eggersø á Kappanum. Har skuldi m.a. eg rógva út saman við teimum hjá Birtu-Tummas Jacobi: John, Arnold, sum báðir eru farnir í bestu [...] standandi í Føroyingahavnini frá árunum frammanundan, tiknir umborð at hava við suður aftur. Vit skuldu m.a. hava Kirstin, stóra sekæringin hjá Kristiani og skúrin, sum John og teir høvdu havt har í mong ár [...] fekst ikki í »Kirstin«, men mátti sleipast langa leið til Blik, sum lá við bryggjuna undir Nordafar, m.a. gólvið í skúrinum, sum varð sagað sundur í tveir lutir. Tað var eitt grúuligt knoss. Men einki er
varð sleptur í gjørdum avtalum við danir. Hildið var, at vit høvdu sett okkum sera stór mál, tá vit m.a. settu okkum fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina í seinasta lagi 1998. Hesum máli, og nógvum øðrum [...] at nettouttanlandsskuldin, sum við ársbyrjan 1990 var uppá 8,5 miljardir kr. nú er komin niður um 2 miljardir kr. Framgongd Eg kundi nevnt hópin av øðrum dømum, sum vísa, at tað hevur eydnast okkum at [...] komandi løgtingsval. Men nú havi eg hug at siga sum íslendingurin segði á sinni: 3Nú er ballið buðið2 hesumegin løgtingsvalið. Hví var tað so ikki truplari? Havandi í huga, at Føroyar fyrst í nýtiárunum
Steðgar fráflytingini av fiski- og sjómonnum, og harvið varveita núverandi skattagrundarlag so nøkulunda. 2. Skapar grundarlag fyri, at teir menn, sum eru fluttir, kunnu flyta heimaftur og gjalda skatt í Føroyum [...] setast upp ímóti kostnaðinum av øllum skattalættauppskotinum, sum er 42 mió. kr. Haraftrat kemur MVG v.m. av eini inntøku uppá 90 mió. kr. Koma so hinir 150 menninir heim, økist skattainntøkan frá 45 mió.
hóast tað hjá fólki, serliga býbúgvum, sær ótespuligt út. Orsøkin er, at mesti fenaður á okkara leiðum, m.a. neyt, seyður og ross, trívist best í umhvørvi frá umleið minus 10 til pluss 10 hitastig. Dýrini krevja [...] hjá føroyskum børnum, sum fyrr blivu hildin ov nógv inni um veturin, er júst tørvur á D-vitamini, sum m.a. stendst av ljóstroti. Trivnaður yvirhøvur Í Noregi verður frá komandi ári helst bannað at hava neyt [...] regni, men hava vit nú hongt ein seðil upp uttanfyri, sum stutt greiðir frá hesum. Talan er um tvey 11/2 ára gomul føroysk hestfyl, sum hava tørv á at beistast eitt sindur fyri at menna vøddar, vakstrar- og
endamálið. Hann sigur, at samferðsluætlanin er í fýra pørtum:1: Eitt yvirlit skal gerast yvir støðuna. 2: Greiða skal fáast á, hvørjar bráðneyðugar íløgur eru at gera. 3: Hvørjar útbyggingar skulu gerast í [...] í sambandi við ferðafólkaflutning, men eisini samferðslu, sum hevur við vinnulív at gera. Tvs, at m.a. skulu havnaviðurskiftini í Føroyum kannast við atliti til vinnulívið. Fyrimunir og vansar Sigmundur
samfelagið alt, m.a.: 1.35-40 minuttir non-stop til flogvøllin alt døgnið, árið runt. Í dag tekur ofta longri tíð at koma frá Vágum til Streymoy, enn frá flogvøllinum til Keypmannahavnar. 2.Avstandurin frá [...] Landskassin 80 milliónir kr. Lántøka 100 milliónir kr. Inntøka av bumpeningaskipan 2 milliónir í 15 ár: 30 milliónir kr. Tilsamans 210 milliónir kr. Av 210 milliónum krónum er stórur partur lønir og av [...] nógvir bólkar kannað væl og virðiliga. 1.Ráð frá skilamanninum, jarðfrøðinginum Jóannis Rasmussen, sála. 2.Borikanningar uml. 200 metrar undir sundið báðumegin. 3.Seismiskar botnkanningar í sundinum. 4.Samf