og tað er hugaligt at vera við í stríðnum móti lúsini, sigur Sjúrður Jacobsen, sum longu nú hevur nøkur fólk knýtt at alivirkseminum í Svínoy. Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar í gjár, er [...] - Hevði eg lív og heilsu og slapp at skipa viðurskiftini øðrvísi, kundu 100 fólk búð í Svínoy um 15 ár. Tað ræður um at útvega kapital, og kapitalur er soleiðis, at hann trívist, har hann hevur tað gott [...] at hóma hjá okkara politisku myndugleikum, tá ræður um útoyggjarnar. Tað hevur Sjúrður Jacobsen, sum nú alir rognkelsi í Svínoy, staðfest fyri tíð síðan. Sjúrður Jacobsen hevur drúgvar royndir í vinnulívi
vísir á, at hetta eru bestu dømi um, at skomm er ikki skapt í teimum, sum skulu eitast at leiða landið ígjøgnum kreppuna. - Og nú vit tosa um skúlar, so hevur Tórshavnar kommuna síðstu árini gjørt ítøkiligar [...] Føroyum er og verður, eru lítið gagnligar. Reyðu tølini byggja einki upp, men sáa mistreysti niður í fólk. Hesum taka vit í høvuðsstaðnum ikki undir við, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn Heðin Mortensen [...] løgtingsfólk kropp á kroppi tosa um, hvussu álvarslig fíggjarliga og búskaparliga støðan er, og eitt nú sleingja teir um seg við tølum um, hvussu stórt hallið fer at verða og hvussu illa tað fer at standa
millum fólk og stovnar, ið kunnu halda fram, eftir at mentanartiltakið er av. Eisini leggur hon dent á, at ikki ov nógv skal vera á skránni, tí so er vandi fyri, at einki fokus er og at ov fá fólk eru til [...] Hesum greiddu Leivur Hansen, borgarstjóri og Helga Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum, frá. Longu nú er avgjørt, at føroysk list skal sýnast fram í Íslandi. Tónleikur sleppur eisini upp í part, eins og [...] føroyskur rocktónleikur skal ferðast millum londini bæði. Greitt er, at Taxi skal til Íslands at leika, nú stevnan RekTór verður 6. maj. Hetta var eisini greitt, áðrenn teir gjørdust vinnarar av Prix Føroyar
Ein nýggj tíð Jógvan I. Olsen sigur, at nú hann ikki longur er við í vinnulívi, men stendur á síðulinjuni og fylgir gongdini, fegnast hann um, at tað eru fólk, sum vilja og tora at taka tøk eisini stór [...] skipari og løgtingsmaður, er pápi Anfinn Olsen, sum saman við konu síni, Elisabeth Eldevig Olsen, nú varða av heili átta skipum í føroyska fiskiskipaflotanum. Jógvan var kendur sum skipari, og mongu árini [...] byggja upp eina føroyska uppboðssøluskipan. Hann hevur eisini verið við í øðrum vinnulívi og var eitt nú stjóri á Havsbrún í fleiri ár, har hann var við til at leggja lunnar undir felagið. Mammurnar hjá Elisabeth
eisini er kent í eitt nú Danmark, at útlendingar eru við, tá ið danska symfoniorkestrið hevur stór tónleikatiltøk. - Vit vilja, at fólk, sum koma á konsertirnar hjá okkum, frammundan skulu vita, at tað er dygd [...] tey at siga, at eitt land, sum skal hava eitt symfoniorkestur, helst skal hava eini 8-10 miljónir fólk. - So nógv eru vit ikki í Føroyum, og tað verða vit neyvan nakrantíð. Tí søkja vit okkum styrk eftir [...] dygd, tey fáa at hoyra. Áður vóru tiltøkini meira svingandi í dygd, men nú haldi eg, vit kunnu siga, at framførslurnar støðugt eru dygdargóðar. Rúni Brattaberg Orkesturformaðurin heldur, at tað var eitt
læraraútbúgvingina, so hon verður á hædd við útbúgvingar á teimum lærdu háskúlunum, tó soleiðis at fólk framvegis skulu fáa sína útbúgving á teimum vanligu læraraskúlunum. Hetta er ein skipan, ið líkist teirri [...] klæðunum úr Kina, skrivar Politiken. Men hagtølini vísa eisini, at eitt nú keypa danir fýra ferðir so nógvar kinesiskar troyggjur nú enn fyrr. Men danir keypa ikki bara kinesisk klæðir. Næst eftir Kina er [...] skipan. Hann vil eisini hava politikararnar at tryggja tær fíggjarligu umstøðurnar hjá læraraskúlunum, nú tað ljóðar, at summir skúlar umhugsa at strika ein part av frálæruni, tí teir hava ikki nóg mikið av
av arbeiðslønini. Men síðsta summar var lógin broytt, so at arbeiðsløn nú eisini skal gjaldast av arbeiðslønini. Hinvegin kunnu fólk søkja Taks um at fáa endurgjaldið endurgoldið. Men Taks tulkar lógina [...] tryggingartakarar,Taks og handverkarar um mvg rokningarnar. Handverkarar skulu skriva mvg av arbeiðsløn, men sum støðan er nú, hava teir ongastaðni at senda rokningina. Senda teir tryggingini rokningina [...] fyri mvg av arbeiðslønini. Tryggingarnar dýrka Fyribils er støðan tann, at hvør stendur við sítt og nú er málið á veg ígjøgnum rættarskipanina, men tað kunnu ganga fleiri ár, áðrenn ein endalig avgerð fellur
m, eisini skulu fáa kunnleika um vetrarkoyring, søgdu umboð fyri GoodYear í Noreg, áðrenn skeiðsluttakararnir sluppu út á sjálva breytina. - Vit síggja tað sum eitt gott endamál at læra fólk at koyra í [...] umstøður á okkara leiðum. Nú skuldu vit økja ferðina við 10 km/t til 60 km/t. Hetta hevði við sær, at bremsilongdin øktist til 150 metrar. Síðani øktu vit ferðina til 65 km/t, og nú var bremsilongdin næstan [...] At størstu mistøkini í ferðsluni í kava verða gjørd, tí fólk ikki duga nóg væl at meta umstøðurnar - og ikki koyra eftir umstøðunum, fingu vit eftirtrykkiliga staðfest á koyriteknisku breytini hjá Norsk
næsta ár. Og Útoyggjafólk vil nú hava greið boð frá politikarunum , um ætlanin er at varðveita búseting í útoyggj ella ikki - Er politiskur vilji ikki til staðar fyri at hava fólk búsett á útoyggj, heitir [...] serligt til, at ætlanin er at fara undir ein virknan útoyggjapolitikk. Tað staðfestir Olga Biskupstø, nú samgongan hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta ár fyri Løgtingið. Men hon staðfestir samstundis, at [...] at seta 500.000 krónur av fyri at sleppa undan hesum trupulleika. Tað, sum liggur í kortunum er, at nú skal Vaktar- og Bjargingartænastan flyta oljuna út í útoyggjarnar í tangum og at pumpa oljuna upp í
100 dagar, og tá skulu indonesar eisini fáa at vita, hvørji mál hann og stjórnin fara at seta sær. Indonesia er tað fólkaríkasta muslimska landið í heiminum. Umleið 123 milliónir fólk vóru á vali. Valdsskifti [...] Stórsigur til generalin Nú er greitt, at Yudhoyono, generalur, vann forsetavalið í Indonesia herfyri. Í gjár var liðugt at telja atkvøðurnar í 31 av teimum 32 landspørtunum, og tá hevði generalurin fingið [...] samgonguni og andstøðuni var ikki stórur, tá uppteljingin var liðug. Úrslitið kom kortini ikki óvart á fólk, tí veljarakanningar undan valinum høvdu víst, at andstøðan stóð til at vinna. Fær ikki borgararætt