hevði føroyska náttúran sæð heilt øðrvísi út, um hon ikki hevði verið órógvað av fólki og landbúnaði hesi seinastu 1000 árini ”Um tit ikki trúgva mær, so far ein túr í hagan. Finnið tykkum nakrar gjáir [...] tá vit fingu hana, segði Anna Maria Fossá, sum fýltist á, at so lítið verður gjørt fyri at meta um avleiðingarnar av teimum intrivum sum vera gjørd í náttúrini. “Nær ætla vit at taka annað skinn um bak og [...] øki, har seyðurin var bannaður. So at náttúran vónandi við tíðini kundi vent aftur til tað, hon var, áðrenn oyggjarnar vórðu bygdar. Og so, at vit veruliga kundu tosað um eina óspilta náttúru,” segði Anna
teimum og beyð teimum vælkomnum. Onkur var, sum ikki var so stinnur, men teimum hjálpti hann væl á veg og tá dagurin í dag er farin aftur um, so eru hesi eins glað og øll hini fyri at verða byrjað í skúlanum [...] »nýggjur« skúlanæmingur fingu allir eina kepp frá Ráðnum fyri ferðslutrygt og MBM við áskriftini: »Ansa eftir mær«. So er at vóna at bilførararnir fara at gera, sum børnini biðja teir um. Og í morgun byrjaði [...] við einum smíli um varrarnar. Tað var øgiliga spennandi. Fyrsti skúladagur er nakað heilt fyri seg. Tað er tann dagurin, tá barnagarðurin ikki longur er nakað, tí nú er mann vorðin so stórur, at nú er
ein farri av skemti og góðsku lá eftirá. Hann nevndi teir við navni og visti um teirra serleikar og dygdir, og vit fingu um endan av eini farnari tíð. Tá Venus úr Sandavági skal avstað á línuveiðu, beint [...] ið tók á seg so nógvar skyldur og avbjóðingar í Norðuratlantshavi og í uttanlandasigling, hevði fingið eitt eirindarleyst høgg í einum heilt øðrum heimsparti. Tað átti ikki at verið so, nú lívlanga tænastan [...] yvir so nógv ár seinni. Manningin, við Sámal Petur Petersen, skipara, betur kendur sum Piddi og Hans Jørgen, øðrum stýrimanni, saman við øðrum góðum monnum, elvdu til, at har var gott at vera, so leingi
var ivi um, um antin arbeiðið nú fór at verða liðugt, áðrenn nýggi Smyril flaggskrýddur kom grøvandi inn eftir fjørðinum, men tað náddu tit so ruddiliga. ? At tað so var hesin Smyrilin, sum so trúliga [...] fjørðinum, so vit varðveittu farleiðina innan fyri Lítla Hólm umframt tað umhvørvið, vit hava sæð av norðursíðuni alt lívið. ? Tað er so farið og í dag eru vit ivaleyst eins fegin sum øll onnur um lidna arbeiðið [...] beinanvegin, at talan var um valaverk og tað ynskti hann øllum pørtum tillukku við, bæði løgtinginum, sum hevði játtað peningib til havnina og býráðnum á Tvøroyri, sum hevði samstarvað um ætlanina. Men ikki minst
Hansen. Møguleiki at økja um talið av loyvum Eftir hvat skilst - eg havi ikki formliga fingið brævið frá landsstýrismanninum enn, so ber til at tosa um at økja talið av loyvum, so hvørt sum brúk er fyri [...] fara at lata fleiri skeinkiloyvir king landið? Nei, vit fara ikki at økja um loyvini kring landið, um kommunur ikki søkja um tað, men bert síggja til, at tey loyvini sum eru tøk, verða brúkt, sigur Finnbogi [...] Býráðið er fyri at veita so nógv skeinkiloyvi,sum brúk er fyri. Hetta er ein vinna eins og aðrar, sum sjálv skal hava møguleika at skipa seg, heldur Leivur Hansen. Tá tað er sagt, so haldi eg at tað er stórt
viðhvørt í so makabur, og onkur vil halda, at hann er gudsspottari, men er tað nakað, hann ikki er, so er tað spottari, tí so mikið væl kenna vit Pætur. Hetta er so tað mesta av tí, ið Pætur segði um navnið [...] ið ráðharrin við slíkum eymum og álvarsligum málum um hendi, hevði avgreitt. Pætur vísti á, at navnið Victoria gongur aftur á so mongum økjum víða um í heiminum, og sum dømi segði hann, at Victoria er [...] sum ikki eina ferð skrivað villleiðandi um Ríkishospitalið, sum sambært lóg veitur okkum sjúkrahjálp, har okkara sjúkraverk ikki røkkur. Tað vita tit bæði nakað um, men eg skuldi kanska rættleitt mannin
takast saman um árið, so slepst illa undan, at gullið er so hampuliga væl uppiborið. Hóast fleiri hava hildið, at liðið ikki skjýtur nóg nógv mál, so hevur talan fyrst og fremst verið um eina óhugnaliga [...] Mørkøre, og so gjørdi veteranurin skjótt av. Báolturin varð hamraður flatt í kassan, og so tendraði B36 av álvara. Teir søktu oman móti HB-málinum, og tó at talan ikki gjørdist um opnar møguleikar, so tóktist [...] frá tveimum royndum HB-arum, so kundi reyð/svarti parturin av Gundadali helst rópt seg føroyameistara fjórða árið á rað. Móti dystargongdini Skal takast saman um dystin, so man intensitetur vera orðið,
eru farin so harðliga og miðvíst til verka, sum tey eru nú. - Er tað nakar, ið billar sær inn, at tit kunnu taka fakfelagsrørsluna við hornunum við Miðflokkinum sum áliti, mugu tit trúgva um aftur, tí [...] fyri framtíðini hjá flokkinum. Hann er sannførdur um, at kemur ikki broyting í, býður flokkinum ikki bøtur. Hann hugsar um avgerðina hjá flokkinum um at vraka Jacob Vestergaard sum landsstýrismann í f [...] ein tinglim afturat. Heitur um skallan Óli Breckmann staðfesti, at hann hitnaði um skallan, tá ið úrslitið av fólkatingsvalinum í Suðurstreymoy varð greitt. Flokkurin hevði so stóra afturgongd, at hann minnist
stuðlaðu og hjúklaðu um mín lítla, hjálparleysa barnakropp. Sera klár eru minnini um tær løturnar sum barn, har tú hvørt kvøld sat við songarstokkin og segði frá søgum, og tá so eyguni tyngdust av svøvni [...] starv á sjónum, so tú syrgdi fyri, at vit systkin fingu tað sum vit høvdu tørv á, bæði andaliga og handaliga. Ófør var tú til hendurnar, bæði at seyma, brodera og binda, og var tað ikki so lítið, sum lá [...] summardag sita á havabeinkinum og líta á blómurnar, eftir at hava lúka og hampa um, hetta vóru løtur, tá tú kanska hugsaði um barnaárini inni í Skúla, har tú vaks upp ella hendingar á longu lívsleið tínari
nógvum økjum. Hann visti nógv um søgu og mentan, var áhugaður í útbúgving og skúlaskapi, hevði stóran áhuga í landbúnaði og samfelags-viðurskiftum - og so var hann løgfrøðingur um ein háls. Kári var ongantíð [...] Leygardagin 14. februar fingu vit boðini um, at Kári á Rógvi var farin frá okkum, einans 41 ára gamal. Tað er framvegis ófatuligt, at hesin hugdjarvi, gløggi og vitandi maðurin ikki longur er okkara millum [...] ivi er tó um, at kona, børn og familja sakna hann nógv mest. Vit vóna, at øll tey góðu minnini, sum vit hava eftir Kára, fara at gera tað lættari hjá tykkum at liva við sorgini og sakninum. Tit hava okkara