liðnum við Caesar og Gillies, sum hevur tapt báðar sínar dystir, og tí eru eisini ávísar vónir um gott úrslit í hesum dystinum. Seinasti dysturin í bólkaspælinum er ímóti sterku eingilskmonnunum Maks Makowski [...] U18 kvinnur: Eisini kvinnuliðið, mannað við Mariu Teresu Vitalis og Oslu Johannesen, vann í gjár. Tað var í dysinum ímóti ensku Daniella Tchandeu og Kyrstyna Ngatcha, sum føroyska liðið vann 21-13 og 21-11 [...] allar sínar tríggjar dystir, men vunnu tó eitt sett ímóti júst Jarmon og Levich. Hetta leggur upp til tveir rættiliga spennandi dystir hjá føroyska liðnum. Undan dystunum í dag liggur føroyska kvinnuliðið
og hon hevur gjørt Estland til eitt av londunum við hægsta stuðuli til Ukraina fyri hvønn íbúgva. Men fólkatekki hennara í heimlandinum fekk eitt skot fyri bógvin, tá tað kom fram, at maður hennara var [...] vald í estiska tjóðartingið í 2011. * Í 2014 varð hon vald í ES tingið, har hon sat til 2018. Tá vendi hon aftur til estiskan politikk og gjørdist forkvinna í Nýskipanarflokkinum. * í 2019 vann flokkurin [...] Hon er eftirlýst av Russlandi og kend fyri treytaleysa stuðul sín til Ukraina. Nú sær út til at Kaj Kallas verður nýggjur uttanríkisstjóri hjá ES. Í øllum førum um týsku miðlarnir eru eftirfarandi. Bæði
morgun: »Tað er við gleði, at 07 Vestur kann almannakunngera, at felagið hevur sett Dan Brimsvík sum høvuðsvenjara fram til endan av 2026. 07 Vestur hevur verið í stórari menning seinastu árini og tað er umráðandi [...] Københavns Universitet. - Vit meta, at Dan Brimsvík hevur rætta venjaraprofilin, og gleða okkum til gott og mennandi samstarv, har Dan við sínum førleikum og royndum fær lyft felagið á eitt enn hægri støði [...] vøllin, sigur nevndin. Dan byrjar í starvinum ein av komandi døgunum. - Eg vóni at kunna byggja upp á tað góða arbeiði sum longu er gjørt í felagnum. Eftir nøkur góð prát við starvsnevndina kenni eg meg sannførdan
tjúgu minuttir undan leikloki minkaði um munin til 2-1. Carlos Ferreira royndi seg við langskoti. Málverjin sá út til at hava tak á støðuni, men so sá tað út til, at bólturin skifti kós og fór í málið. So [...] 07 Vestur hevur í kvøld verið á Skála, har tað undir Mýruhjalla varð sett punktum fyri 14. umfar. Vágaliðið riggar til at fara vestur aftur, og í viðførinum eru trý stig. 07 Vestur vann 2-1. Hetta er fyrsti [...] Broytingin bar við sær, at tað varð meiri broddur í álopspartinum hjá 07 Vestur, sum fyrsta stóra korterið eftir steðgin skoraði tvey mál. Fýra minuttir eftir steðgin var tað Emil Pedersen, sum av brot
háskulaandanum, men seinni varð tað eisini nýtt til at hava enskan dans í. Í fyrstu grein í lógum felagsins, sum bygi húsið, stóð, at »Felagið umfatar Vágs sókn og hevur til endamáls at eiga eini hús [...] hús, sum nýtast skulu til at fremja okkara góða, gamla dans og til samkomingar fyri at røða um mál, sum gagnlig kunnu vera fyri okkara andliga lív og til nyttu fyri okkara vinnuvegi og annað, sum felagnum [...] felagnum tykist gott og gagnligt«. Í 1898 flutti fráhaldsfelagið í Klaksvík inn í Samkomu húsið, og Klaksvíkar Ítróttarfelag helt eisini til har, eftir at tað varð stovnað í 1904. Tann 17. desember
– HÚSIÐ SKAL KUNNA BRÚKAST til øll hugsandi og óhugsandi tiltøk, konsertir, sjónleikir, samkomur av ymiskum slag og sjálvandi eisini til ymiskt hjá vinnulívinum. Til fundir, fyri lestrar og ráðstevnur [...] runt um kring, og tað sum mær dámar so væl við pallinum í Varpinum er, at hann er so djúpur. Hann er 4.000 kubikk til støddar, og pallurin sjálvur kann vera 18 metrar djúpur. Og tað er rættiliga hugtakandi [...] Norðurlandahúsinum, og at tað er gott fyri ljóðið. – Sunnleif Rasmussen var inni á gólvinum her ein dagin. Hann segði, at hetta var besta ljóðið í Føroyum – og so vendi hann sær ímóti Dávuri Winther
og tí er klárt at byggja í næstum. – Tíðarkarmurin til byggingina er tvey ár. Ætlanin var, at hotellið skuldi vera klárt til summarið 2025, men tað fer ikki at røkka, sigur Jan Petersen. Hann væntar, [...] fyri hotellið er 150 milliónir krónur. Fíngging er fingin til vega, eins og eginpeningur upp á 50 milliónir krónur, sigur Jan Petersen. Tað er ikki ætlanin, at felagið, sum byggir hotellið, eisini skal [...] byggja eitt gott hotel í Klaksvík at tæna teimum vitjandi í norðari parti av Føroyum. Klaksvík hevur eitt virkið vinnulív, umframt nógva ítróttin, sum øll fáa gagn av nýggja hotellinum. Tað eru Ósbjørn
slag, og Húsarhaldsskúlin er ein av fáum skúlum, har sum tað verður undirvíst í siðbundnari føroyskari matmentan. Jóhanna á Tjaldrafløtti sigur, at tað hevur stóran týdning, tí ein greið broyting er hend. [...] barnafamiljur hava nógvan skund. Frítíðarítriv og annað ger, at stundir eru ikki til at hava børnini við í matgerðini. Tað er gevandi at vera stjóri í Húsarhaldsskúla Føroya. Jóhanna á Tjaldrafløtti dámar [...] eru virknir í ítrótti, og við nýggju staðsetingini verður stutt til allar hentleikar. ##med3## Húsarhaldsskeiðið er 7 mánaðir, frá august til februar, men Húsarhaldsskúlin hevur virksemi alt árið. Um várið
suðuroyingar at verða javnsettir við fólk í hinum stóru oyggjunum. - Vit ynskja sjálvsagt, at tað ber til at fara til arbeiðis norðanfjørðs og so koma heimaftur eftir loknan arbeiðsdag. Janus Thomsen sigur seg [...] tunnil skal gerast. Janus Thomsen heldur, at hevði ein Suðuroyartunnilin komið um átta ár, hevði tað verið gott, men hann ásannar, at hetta sjálvsagt veldst um nógv ymisk viðurskifti. [...] verkætlanina, men hana vænti eg at fáa skjótt, tá tunnilin væntandi fer at koma upp her i kommununi. Tað sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu. Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava
Tvøroyrar kommunu, ásannar, at tað er nógv hent, síðan ætlanin um eitt uppsjóvarvirki á Tvøroyri fyrstu ferð kom uppá tal. - Tað vóru fleiri kommunur, sum vildu hava virkið, og tað vóru eisini aðrar havnir, [...] koma upp á land av toski og øðrum fiskasløgum, sum kunnu fara til saltingar, eru avmarkaðar. Eitt gott íkast hjá Delta Seafood á Tvøroyri til saltfiskaframleiðsluna er frysti fiskurin, sum virkið keypir [...] og inntøkur, bæði til tey, sum eru í hesum vinnum og í kommunukassarnar. Lítil vøkstur Tað, sum tó harmar Kristin Michelsen og aðrar borgarstjórar í Suðuroy, er, at her sæst ov lítið til fólkavøkstur, eins