um at fáa 1,4 milliónir krónur í eykajáttan til at byrja reinsan av gripum fyri blámusopp í goymsluni hjá Tjóðsavninum alt fyri eitt. [...] í Smiðjugerði. Alneyðugt er at farið verður undir arbeiðið beinanvegin, og at farið verður eftir teimum viðkvæmastu gripunum fyrst, skrivar ráðið. Umframt verandi starvsfólk hevur Tjóðsavnið bráðneyðugan [...] 2 mió kr. um árið komandi trý til fýra árini. – Umframt verandi starvsfólk á Tjóðsavninum er brúk fyri trimum fólkum: einum konservatori, og tveimum hjálparfólkum, ið kosta 850.000 krónur í løn í fimm
føroyskir telvarar, sum hava eitt styrkital omanfyri 2300. Eitt lítið fyrivarni skal takast fyri, at tølini fyri aldamótið eru ikki almenn á heimasíðuni hjá altjóða talvsambandinum. Men okkum vitandi vóru [...] á 1 liði hjá Havnar Telvingarfelag í útidysti móti Klaksvík. Føroyar standa nummar 74 í røðini av teimum 203 londunum, sum eru limir í altjóða talvsambandinum. Grundarlagið undir hesum yvirliti er miða
ini. Undan dagsins dysti á heimavølli móti Warta Poznan hevði Wisla Plock bert vunnið trý stig í teimum seinastu seks dystunum. Í dag gekk sum eftir ánni hjá Wisla Plock, ið vann stórsigur 4-0 á Warta [...] var heimaliðið á odda 2-0. Piotr Krawczyk við tveimum málum, Krystian Pomorski og Dominik Kun syrgdu fyri málunum í stórsigrinum. Andrias spældi allan dystin. Wisla Plock heldur vetrarferiu á einum fimta
pensjónsaldurin fyri at fáa akademiska roknistykkið at ganga upp. Men er hetta ikki sama søgan umaftur? Einaferð høvdu vit tiltakið »Meðan vit bíða...« at gera vart við støðuna hjá teimum ringast staddu [...] hevur eina fíggjarlóg, sum tey ikki fáa at hanga saman, men kortini verður tosað um at gera íløgur fyri túsundtals milliónir í ein tunnil, sum helst skal gerast, men sum uttan iva verður so nógv dýrari [...] arar royna at fáa tað til. Samstundis verður ríkisstuðulin sendur aftur til Danmarkar, tí tað fyri sjálvsfatan okkara ikki er rætt, at vit fáa pengar úr Danmark – so sum vit hava fingið í mannaminni
limalondini, um tey ikki gjalda nóg mikið fyri verjuna. NATO miðar eftir, at limalondini hvørt ár skulu brúka í minsta lagi tvey prosent av BTÚ til verju. Flestu av teimum 31 limalondunum í NATO - harímillum
Fyrsta dagin í embætinum fer Donald Trump at náða teimum, sum eru dømd í sambandi við álopið á kongressina. Tað sigur komandi amerikanski forsetin við NBC News. - Hesi fólkini búgva í helviti, sigur Trump [...] sita undir. Trump tekur við embætinum 20. januar 2025. Fleiri amerikanarar eru dømdir fongsulsrevsing fyri teirra leiklut í álopinum á kongressina. Trump-viðhaldsfólk herjaðu á amerikanska tjóðartingið í
tónleikurin og sangurin, sum lá honum á hjarta. Frits var ein dýrgripur fyri mentanarlívið í Fuglafirði, og týdningurin, hann hevði fyri Fuglafjarðar Gentukór, kann ikki undirmetast. Frits Johannesen varð [...] bara paragraffirnar at halda seg til. Tær hava ein heilan hugaheim við sær, sum Frits lat upp fyri teimum – Tú ert ikki einsamøll! Tú ert partur av størri heild, givið í tónleiki, teksti og samanhaldi [...] gleðiligu søguna síðani, har fólk eru borin út úr Siloa, fyri síðani at hava ervið í kirkjukjallaranum. Rúmligheit, víst í verki. Júst tað, Frits stóð fyri og ynskti - Virðing millum manna. Oftani segði hann:
við støðuna 24-22. KÍF hóraði tó undan og vann settið 28-26 við sínum triðja settbólti, tá dømt var fyri uppstillingarfeili hjá TB. Triðja sett var eisini javnt – til 18-18, tá KÍF púrasta fall til jarðar [...] setti, har TB fór frá 14-13 til 21-13 í einum háli og vann settið 25-19. Men hevði spenningur verið í teimum fyrstu fýra settunum, so var mest sum eiðasørt av spenningi í javnbrótaranum, tí KÍF stýrdi við harðari
avlívast. Løgreglan fann fram til eigaran, sum er skuldsettur fyri brot á hundalógina. Hann fær eina bót upp á 1.200 krónur og endurgjaldskrav frá teimum, sum áttu seyðin og gæsnar.
at vit royna at hjálpa teimum, til tey hava fingið tað betri. Umframt at hjálpa teimum ungu úr sínum rústrupulleikum, leggur viðgerðarstovnurin Frælsi stóra orku í at útvega teimum bústað og arbeiðspláss [...] okkara viðgerð. At tey ungu sleppa at fáast við okkurt, teimum dámar og tey hava evni til, kann bara styrkja teirra sjálvsfatan og hjálpa teimum, sigur Martin. Frælsi tekur sær fyrst og fremst av ungum [...] sum eru fremsta orsøkin til, at tey ungu hava brúk fyri hjálp. Kundu tikið fleiri inn – Tíverri hava vit lága normering, at vit hava bara pláss fyri fimm ungfólkum í senn, men tørvurin er nógv størri,