um nú okkurt evropiskt flogfelag skuldi funnið upp á at setta eina nýggja flogrutu til Føroya úr onkrum landi í Evropa. Best er sjálvandi, um hetta var úr øðrum landi, enn Danmark, eitt nú Týsklandi [...] nógv. Stórur dentur verður lagdur í ta føroysku matmentanina, tær føroysku ráðvørurnar, sum skulu vera so serliga góðar – ikki minst við okkara serliga ræsta matmentan tykist vekja áhuga. Í aðrar [...] gerast eitt nógv betri íkast til samfelagsbúskapin. Men tað krevur so, at vit fáa enn fleiri fólk hendanvegin. Her eru sjálvandi tær avmarkingar, sum eru, tá flutningsleiðirnar fyrst og fremst
Klaksvík og ungi tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum. Teirra útsøgnir vóru ikki serliga væl undirbygdar – men tær hava tó fest í hjá fíggjarnevndarformanninum, sum nú opið tosar um at steðga ætlanini [...] tað seg meira um, at tað skal vera líka keðiligt í Havn, sum onkra aðrastaðni í landinum, og tí skulu øll framstig køvast – um tey lívga ov nógv høvuðsstaðnum, hóast tey eru ætlað heildini av Føroya [...] broyta kós er bara fyri at grugga málið, ella at spenna bein fyri verkætlanini. Politikararnir eiga nú at vísa, hvør stirðil er í teimum, og at vísa, at teir eru førir fyri at bera eina slíka verkætlan
taka hond um ferðavinnuna. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sum saknar, at landsstýrið nú traðkar í karakter og hjálpir hart sperdu ferðavinnuni. Hon sigur, at hevði talan verið um fiskivinnuna [...] Olsen, borgarstjóri í Havn, er sera atfinningarsom mótvegis framferðini hjá landsstýrinum. – Vit skulu minnast til, at ferðavinnan stendur fyri í øllum førum eini 700 arbeiðsplássum, og taka vit altjóða [...] fyri hóttafalli, sigur Annika Olsen. Hon vísir á, at tað eru so nógvir vinnurspírar í ferðavinnuni. Fólk sum hava stovnað sína egnu vinnufyritøku, og at kommunan stendur her við tveimum spildurnýggjum hotellum
sum verða lagdar út til seyð at eta úr. Hetta liggur so og rekst í náttúruni, til stóran ampa fyri fólk og fæ, og til stríð hjá teimum, sum noyðast at rudda upp. Eitt annað er taðingin, ið afturat rama [...] tann ósjónliga dálkingin CO 2 , sum í seinastuni hevur verið nógv at hoyrt um. Sagt verður, at vit skulu avmarka CO 2 útlátið m.a. við, at vit øll broyta matvanar, tí framleiðslan av kjøti er ov tyngjandi [...] niður har stórur partur av kostinum hjá føroyingum og øðrum verður fingin til vega? Tað nýggjasta er nú, at framleiðarar, ið hava stórt útlát frammanundan, keypa kvotur frá framleiðarum, ið hava minni útlát
ugsjónum men nú ber av. Lat okkum heldur menna fiskaframleiðsluna av øllum fiskatilfeinginum í Føroyum. Bæði av uppsjóvar- og botnfiski. Fiskivitanin skal varðveitast í Føroyum. Vit skulu halda fram við [...] Nú leggja tjóðveldisumboð upp til at steðga pelagiskari framleiðslu á landi. Eg las eina kunnandi grein um gongdina, tá makrelstríðið byrjaði í 2009 og fram til 2018, frá framstandandi tjóðveldispolitikara [...] veruliga verið við til at birta upp undir og halda lív í vónini um eina bjarta framtíð fyri virkir og fólk í vøkru Suðuroynni. Tí kemur tað sera illa við, at eitt tjóðveldisumboð leggur upp til, at farast
strangliga fram. Av fitievni fáa fólk lítið og einki. Hinir arbeiðsleysu hava mist studningin. Radioin má bera tílík ósannindi sum, at Tórshavn skal vera týnd, sandingar skulu hava tikið ímóti onglendingum [...] fýra kryssarar, tveir kavbátar, 15 farma- og herflutningsskip. Norðmenn verja seg manniliga. Teir eru nú við at vera lidnir við mobiliseringina. Menn vænta, at í teim fyrstu døgunum verða avgerandi bardagar [...] søkt við Narvik. Týskararnir flýddu til fjals. Har vórðu teir móttiknir av norskum hermonnum og verða nú eisini eltir av onglendingum. Henda sigurin rokna franskir og enskir menn fyri hin størsta hjá teimum
Nú hevur Klaksvík fingið ein vinarbý afturat. Tað samtykti býráðið einmælt í gjárkvøldið. Talan er um lítla býin, Taiji í Japan, har tað býr eini 3.500 fólk. Og tað ræðir ikki býráðslimirnir, at Taiji [...] báðir skuldu samstarva meir um at tryggja rættin til at veiða hval. Les eisini: Klaksvík og Taiji skulu standa saman um at verja hvalaveiði Tummas Lervig heldur ikki, at vit eiga at lata okkum ræðast at [...] vinabýarsamstarvið og at samstarva meiri politiskt, heldur enn at tað mest snýr seg um mentan, sum tað nú ger. Hann nevnir sum eitt dømi, at hvat býarætlan viðvíkur kunnu vinabýirnir læra at hvørjum øðrum
hjá loysingum var einki minni enn fíggjarlig og social terrorisma! Ta socialu rokningina mugu fólk betala NÚ! Politiskt átti rokningin langt síðani at verið send teimum politiskt insolventu tjóðveldis-óvitunum [...] tá ið man skal fara at leita eftir syndabukkum í tí sociala ódnarveðrinum. Tað sociala omanlopið er nú farið at gera so nógv um seg, at sjálvt miðlamenn hava varnast tað. Men hvat gera so hesir undarligu [...] friðaðir fyri naskar journalist-spurningar alt árið! Men okkurt má gerast, tá ið hesir hjálparloysingar skulu peiggja við mikrofonini! Hvat ger man so? Jú, man loypir á núverandi socialministaran, sum hevur arvað
aðalráðum í hesum døgum, nú brúk er fyri hvørjari krónu, tess meira sannlíkt er, at samgongan kann fremja ætlanina í verki. Neyðugt er tað, ið hvussu er, um aðrar sparingar skulu geva meining. Lat okkum [...] búskaparstøðuni vit eru í, verið eitt bygnaðarligt átak rætta vegin og hevði givið betur forstáilsi millum fólk fyri øðrum neyðugum sparingum. Somuleiðis hevði ein trimmað politisk skipan havt lættari við at tikið [...] Meiriluti er í Sambandsflokkinum fyri færri aðalráðum. Formaður Javnaðarfloksins hevur tosað fyri ætlanini. Nú er bara Fólkaflokkurin eftir, sum talar ímóti og harvið liggur í buktini. Hetta samsvarar sera illa
krónur fyri kilo, nærkast nú 20 krónum fyri kilo. Tað er tó einki óvanligt, at prísirnir eru uppeftir gangandi í fyrra hálvári og lækka aftur í seinna hálvári, sum vit síggja nú. Hyggja vit at gongdini yvir [...] lata kenslurnar taka okkum av ræði og av fótum. Vit halda okkum til tey dagligu tingini, sum gerast skulu. Regin dylur tó ikki fyri, at hann er fegin vegna øll tey mongu í fyritøkuni, sum so ágrýtin gera [...] Bakkafrost-samtakinum, sum bæði hevur smoltaling, laksaaling og virking av laksi starvast umleið 300 fólk.