Kyndil fekk so ikki Stjørnuna aftur á hesum sinni, men tá endaspælið byrjar í januar mánaði verða stigini sum kunnugt býtt í helvt. Sostatt verða tá bert 2 stig upp til oddaliðið, so kappingin er framvegis [...] knýttum vøddum í rygginum. Klaksvíksgenturnar gjørdu tó skjótt greitt, at tær so avgjørt ikki høvdu hugsað sær at fella í fátt, bert tí ein leikari ikki fekk verið við. Rættuliga tíðliga í dystinum løgdu [...] hvørja ferð leiktur inn um verjuna, og neyðars Marita í málinum kundi millum lítið og einki gera, tá stjørnuskotini fóru sendandi í málið. Ólíkt var í málinum hinumegin, við tað at Rannvá stóð ein frálíkan
kemur aftur til Havnar síðst í januar, men teir í HB ætla longu fyrst í komandi ári at fara undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Enn er ikki avgjørt, hvør verður hjálparvenjari hjá Ion Geolgau [...] sum eru uppaldir í øðrum feløgum, at spæla fyri okkum. Eingin í HB hevur nakað ímóti, at fremmandir spælarar koma henda vegin, men tað er týdningarmikið, at felagið ikki kemur sær í fíggjarligt óføri [...] undir við, at vit aftur í ógvuliga stóran mun fara at dúva upp á spælarar, sum fótbóltsliga og felagsliga eru skúlaðir í okkara felag. Møguleiki fyri útlendingum Ion Geolgau er heima í Rumenia nú. Hann kemur
heimavøll fyrst, og skal fyrra hálvfinalan leikast í seinasta lagi hin 16. januar, ímeðan seinna hálvfinalan skal leikast í seinasta lagi 30. januar. Størsti spenningurin man helst vera um uppgerðirnar [...] ovastu liðini í bestu mansdeildini, og lítið er at ivast í, at talan her kann gerast um tvær sera spennandi uppgerðir. StÍF og Neistin leiktu javnt í seinasta dystinum sínamillum, og tað í sjálvum sær boðar [...] Neistan og VB. Liðini hava leikt móti hvørjum øðrum tvær ferðir higartil í ár, og vann Neistin suðuri í Vági, meðan dysturin í Havn endaði við javnleiki. Sostatt er líkt til, at talan her verður um tvær
John Arni Nilssen varð í oktober mánaði boðin til sterka kapping í Aars í Jútlandi. Hann fekk fimm stig av níggju møguligum og endaði nummar trý. Hetta má metast sum eitt gott úrslit, og hevði hann fingið [...] fingið 6,5 stig, ja, so var fyrsti altjóða normurin í posanum. Talvið, John Arni telvaði í sætta umfari ímóti einum ungum dana, er við í blaðnum í dag. John Arni telvaði væl og vann sannførandi. 1. d4 Rif6
jól Nunavut merkir okkara land. Rannvá býr í Iqaluit, ið merkir staðið við nógvum fiski. Har búgva eini 5000 fólk. Í løtuni eru um 25 kuldastig í Nunavut. Í januar eru vanliga eini 30 kuldastig. Men Rannvá [...] Føroyar. Í Nunavut eru tey eini 6 tímar aftanfyri okkum í Føroyum. So Rannvá fer inn í ár 2000 nakað væl eftir, at rómurin hevur verið á tindunum í Føroyum. Nógv verður tosað um ár 2000 trupulleikan í Nunavut [...] Fyrr í ár skrivaðu vit um Rannvá Simonsen, sum býr í Nunavut, ið júst hevur fingið sjálvstýri. Eisini hevði pápi Rannvá, Erling Simonsen, forvitnisliga greinarøð um vitjan í Nunavut. Hóast ein ikki kann
fyri durum. Bert gentur Tá januar mánaður kemur, gongur leiðin hjá Saritu so aftur í skúlan, har hon annars hevur jólafrí í hesum døgum. Ikki er hetta tað sama, sum at ganga í skúla her heima. 1.500 gentur [...] halda jól í 27 stiga hita, uttan at hava nakran av sínum kæru hjá sær, men hetta fær tó ikki Saritu Heinesen til at missa mótið. Stættarmunur Síðani eina ferð í heyst hevur hon hildið til í Kingston Town [...] líður nakra neyð. Fátækradømi Tey lægst løntu í samfelagnum síggja tó út til at líða stóra neyð, og Sarita greiðir frá, at nógvir biddarar eru at síggja á gøtunum í býnum. Klæðini tey hava á kroppinum eru einastu
uppliva eini hvít jól, har hon nú er stødd. Vanliga er heilt nógvur kavi í Forth Atkinson um hesa tíðini, men í ár er fyrstu ferð í nógv ár, at kavin er komin so seint. Einans eitt følv liggur á vegnum, [...] ikki um meira enn 10.000 fólk í hesum býi. Hetta heldur Inga eisini vera í fínasta lagi, tí á tann hátt verður tilveran ikki fullkomuliga endavend, bert tí man skiftir bústað í eitt ár. Talan er tó ikki bara [...] meira enn knappur tími at koyra hagar. Onkran túrin hevur hon verið í hesum stórbýum, og m.a. greiður hon frá, at hon í Illinois var í einum risastórum rutsjubana, sum við hennara orðum er tað villasta
summarfrí, nú flestu næmingarnir ganga í kavanum og rigga til jólahaldið her heima. Summarfrítíðin byrjaði longu seinast í november mánaði, og ikki fyrr á vári, í mars mánaði, byrjar skúlagongdin aftur. Hjørdis [...] bara heilt væl í skúlanum, har tey eru gott og væl 30 næmingar í flokkinum,sum øll ganga í eins ílatin, og eru tey í skúlanum frá klokkan 7 til á middegi. Annars ber eisini til at ganga í skúla seinnapartin [...] men alt tykist at vera í lagi, og eftir stuttari løtu havi eg fingið orðið á fryntligu hoyvíksgentuna, sum hetta skúlaárið hevur fingið møguleikan at búgva í Puerto Armuelles í Panama. Summarfrí So løgi
Tórshavnar Sjómansheimi. Á fundinum fer umboð fyri Almannastovuni at greiða frá gondini í málinum um 7,8%-gjaldið fyri fiskimenn í Noregi. Greitt verður eisini frá, hvussu farast skal fram, um føroyskir fiskimenn [...] skipan skal setast í gildi, um limirnir ynskja tað. Mint verður á, at limirnir fyri fundin skulu rinda limagjaldið fyri árið 2000 gjøgnum peningastovn. Felagið sendir annars eftir 15. januar út krav um limagjald [...] eru fimm ár liðin, síðani felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands varð sett á stovn, og felagið hevur í dag knappliga 100 limir. Við tøkk fyri upptøkuna Føroyskir Fiskimenn Uttanland FO-650 Toftir Tlf. 210495
hann seg í Klaksvík eitt ár, áðrenn hann í fjør vár stevndi suðureftir aftur at verða spælandi venjari í Royn. Og hóast tað nú eru tvey ár síðani, at fótbóltsárið endaði, eru hjúnini Mancic enn í Hvalba [...] jól í Føroyum fyri fyrstu ferð. Ístaðin fyri ætla tey sær at halda eina langa summarferiu í Jugoslavia í summar. Mancic húskið er úr einum býi sum eitur Sombor, har 80.000 fólk búgva. Sombor er í einum [...] er í Serbia í Jugoslavia. Øðrvísi tíðarrokning enn vit Hjúnini Mancic eru kristin, men tey hoyra til eina grein av kristindóminum, sum er rættiliga ókend um okkara leiðir. Tey eru nevniliga limir í teirri