KVØÐA Jonhard Mikkelsen ---------- Góðan dag og hjartaliga vælkomin út á læraraskúlan í dag tann 20. juni – nú dagurin toyggir seg so langt, sum hann kann – sólin er komin so langt norður, sum hon orkar [...] myrkri. Vit festu tankar á blað, vit fingu bløð og skaldskap, og vit fóru at krevja at verða upplýst á okkara egna máli. Nú eini 230 ár eftir at Indberetningar vórðu skrivaðar, kunnu vit sita í stórari høll [...] sum lá í dvala. Ljósið og mátturin runnu saman í eind og fluttu okkum fram. Ein skrøna er um ein av okkara landsmonnum, sum var sambandsmaður av heilum huga. Hann helt tað vera so hátíðarligt at lesa D