við nøkur teirra, sum eru rættiliga kløkk at hoyra, at tað verður flogið beinleiðis millum Føroyar og Stavanger. Ein av myndamonnunum hjá Stavanger Aftenblad spyr, hví tað verður dult sum mansmorð, at Atlantic [...] upplýsa um hesa rutuna! Hann sigur, at tað er avmarkað, hvussu stór átøk ein kann gera, tá man hevur so avmarkaða flúgving sum hesa. Í ár er hon avmarkað til bert einar 12 flogferðir í summar. Tað hevur [...] flúgvingin uppá Oslo fevndi um eitt longri tíðarskeið. Hon byrjaði sum er miðjan juni og endaði umleið 1. september. Stjórin í Atlantsflogi, sum eisini er formaður í Oljuvinnufelagnum undir Vinnuhúsinum heldur
Føroyabanki er eitt øki í ein útsynning úr Føroyum, har dýpið er umleið 100 metrar á tí grynsta partinum. Toskurin á Føroyabanka er roknaður sum ein egin toskastovnur, tí merkingarroyndir vísa, at fiskur [...] tíðina er helst ein tillaging til hesar umstøður. Nøgdin av toski á Føroyabanka gjørdist sera lítil í 2004 eftir nógva vinnuliga roynd, og í 2008 varð Føroyabanki friðaður fyri mest sum alla vinnuliga veiðu [...] toskurin alla tíðina hevur verið á Bankanum. - Flestu av toskunum, sum eru fingnir eftir 2020, eru gýttir í 2015 til 2018. Hetta eru fyrstu ár, sum góvu líkinda nøgd av toskayngli síðan 2004. Á Havstovuni siga
kostar í krónum og oyrum. Tí um selt varð til ein sokallaðan ídnaðarligan íleggjara, sum einsamallur fekk hond og hevdsrætt yvir bankanum, so vildi ein slíkur latið betri prís, enn prísurin ið fæst við [...] Løgtinginum, um gera ein søluleist við amarkingum. Hetta fyrivarni gevur Hermann Oskarsson lítið fyri. - At trúgva tað, at ein føroyskur kapitalistur fer at uppføra seg øðrvísi enn ein útlendskur, er romantikkur [...] atkvøtt fyri. Og tað er júst her, at stóri brølarin liggur, heldur búskaparfrøðingurin, Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya. - Við teimum upplýsingum, sum Løgtingið hevði úr frágreiðingini hjá serfrøðingum
og Atlantsflog, sum hava staðið fyri samráðingunum og nevndi Hans Hansen, flogskipara, sum hevur ein fortíð í at flúgva í Noregi, Marius Davidsen, fíggarstjóra og Pætur Rasmussen, sum hevur verið verk [...] fingu starvsfólkini hjá Atlantsflogi eina avtalu í hús. Ein avtala, sum kann fáa positivar avleiðingar fyri aðrar partar av føroyskum vinnulívi sum frálíðir. Á samkomuni í Stord hósdagin søgdu norsku stjórnarnir [...] fyritøku vit skulu arbeiða saman við, Aker Stord, sum er ein av teimum stóru fyritøkunum í Noregi og er partur av Aker Kværner samtakinum, ið aftur hevur ein sera týðandi leiklut í norskum vinnulívi. -Vit
partin ein umsitingarlig prosess, sum ongantíð fær nakað við sjálvsavgerðarrætt at gera. Helst eru tað bert Poul Michelsen og misskiltir fólkatingslimir, sum ivast í, um vit føroyingar kunnu gera, sum vit [...] gegnistrupulleikum í einum so lítlum samfelag sum okkara er alt ov stórur. Málið liggur væl hjá ríkismyndugleikunum – so langt burtur frá føroyskum gegnistrupulleikum sum gjørligt. Eingin tilbúgving til flóttafólk [...] Eitt er, at tað eru ikki bert útlendingamál, sum skulu yvirtakast. Nei, tey hava eisini í kvittanum at yvirtaka alt flóttafólkaøkið, sum tað er. Hetta er ein ovurstór uppgáva, ið krevur ómetaliga nógva
Names, altso ein ST-bólkur av serfrøðingum innan landafrøðilig nøvn. UNGEGN mælir í høvuðsheitum til, at lond verða nevnd, so sum íbúgvar í londunum sjálvi ynskja at verða nevnd. Hetta er ein roynd, at flyta [...] , tá fremmandir valdsharrar góvu londum nøvn, sum í ávísum førum enn hanga við í onkrum málum. Men sum sagt, í hesum atlasinum verður UNGEGN ikki nýtt sum grundarlag. Og tískil stavast tað enn Kili, Móritania [...] Heimsatlasið, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1993 hevur elvt til mangt málkjak og nógv gott undirhald. Ein viðmerkjari kallaði atlasið størstu málspillingarroynd í føroyskum fakmáli í nýggjari tíð
ndugleika ella foreldrarætti, teir ljóða sum ein kúgingaramboð, og arvi og øðrum løgfrøðiligum bondum, sum binda hjún. Fólk hava bil, tey flestu fleiri enn ein, tí tey hava børn, siga tey. Tá eg var barn [...] ár, áðrenn eg fór í skúla. Sum eitt trilvandi fet á endaleysu frælsisleiðini í oyðuni er flaggdagurin vorðin ein halgidagur, líka keðiligur sum allir aðrír halgidagar. Ikki ein hallelýjadagur, men kortini [...] Børn verða brúkt sum undanførsla fyri so nógv. Og ikki bara fyri, at hítir eru so dýrar í Føroyum. Fólk, sum annars eru mett at vera so toluliga skilagóð og ikki býttari enn fjøldin, tveita sjálvboðin
Knudsen vísir á, at ein stórur partur av djúpvatnsflotanum liggur, samstundis sum nøkur línuskip eisini hava ligið. Haraftrat kemur, at nakrir ísfiskatrolarar eru lagdir, samstundis sum hugsandi er, at aðrir [...] skuldi ikki verið neyðugt at lagt stein oman á byrði, sum ein søguliga stór skerjing av fiskidøgunum hevði verið. - Vit kunnu siga, at í tíðum, sum hesum, nú bæði dýr bunkring og partvís manningartrot gera [...] øll áhoyraraplássini í løgtinginum. Millum teir, sum fylgdu nøkrum av framløgunum og kjakinum, var Jónsvein Knudsen, næstformaður í Føroya Reiðarafelag, sum eisini hevur verið útgerðarmaður og skipaeigari
Finsensgøtu 23 í Havn arbeiða fýra fólk, sum hava dagligu umsitingina av felagnum og teimum uppgávum, sum felagið hevur. Tað eru hjúnini, Joan og Hentzar Steingrímsson, sum í dag eiga felagið, ið Torleivur M [...] sínari tíð sum ein neyðloysn fyri ávís skip, men í dag hevur skipanin stórar kappingarneytar í norsku og donsku skipanunum. Hann sigur, at felagið javnan fær uppringingar frá føroyskum sjófólki, sum heldur [...] umboða skip (port agency), sum koma til Føroya, og triðja beinið er keyp og søla av skipum. Hann sigur, at felagið hjá teimum soleiðis umboðar bróðurpartin av cruice-skipunum, sum koma higar um summarið,
bein fyri hesi ætlan. Ein er at játtanin er rættiliga avmarkað, og hin er at stovnurin er bundin av gomlu skipanini, sum skal fáa upp á pláss. - Hetta er ein spennandi avbjóðing, sum eg havi havt áhuga fyri [...] i, fyri Landsskúlasitingina. Ein samanlegging av sernámsfrøðiliga virkseminum undir Landsskúlafyrisitingini og Skúlanum á Trøðni, er farin fram. Tað er hesin stovnur, sum nú er Sernámsdepilin. - Tað er [...] innan Sernámsdepilin,sum hevur fjøltáttaða innihald. Her er skúladeild, tali- og hoyrideild, skúlapsykologisk ráðgeving og barnagarður, har nøkur børn eru fasta tíð, umframt børn, sum koma til eygleiðingar