fyri, at tað ikki verður funnið nakað, eru 70 og 58%. Hetta er nakað, sum vit eiga at hava í huganum, nú tað verður bíðað í spenningi eftir úrslitinum. Tann møguleiki er eisini til steðar, at føroysku ol [...] boringunum til 2003. Tað eru tey, sum siga, at so mikið nógv hevur verið tosað um hesa oljuleiting, at fólk rætt og slætt rokna við, at okkurt skal verða funnið. Hinvegin er eisini greitt, at hóast seismiskar [...] onkur heldur tað verða í seinna lagi ? mugu vit gera okkum púra greitt, hvat vit vilja og hvussu vit skulu at stýra gongdini. Sosialurin
liggur á »hungursmarkinum«, sum ein fyrrverandi tingmennkvinna so ofta hevði á munni. Í prinsippinum skulu bæði løgtingsmenn og landsstýrismenn hava eina eftirløn. Men henda skipanin má vera í mun til, hvussu [...] hava veruligan stættarmun, tá tað snýr seg um eftirløn og eftirlønarárini. Vit hava tænastumenn ? fólk frá fyrisitingini og lærarar ? sum hava góð eftirlønarviðursifti. T. d. fær ein lærari einar 15.000 [...] flokkar uttan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin roynt at forkomið. Tí hava tingmenn eitt at gera nú: lóggevið politikkarunum eina lægri eftirløn, og síggið til, at vanligi borgarin fær manssømilig e
landsins, sigur, at tey hava selt nakað minni enn í fjør. ?Seinnu árini er sølan voksin á hvørjum ári, men nú tykist hon at minka aftur, sigur Dagmar Joensen. Hon sigur seg ikki duga at meta um, hvør orsøkin er [...] fríggjamorgunin væntaðu øll, at nógv søla fór fram restina av fríggjadegnum. Dagmar Joensen sigur, at tey skulu selja óvanliga nógv, um sølan skal koma á hædd við hana í fjør. Hjá Rúsdrekkasøluni hevur tað víst [...] Mungát hevur rættiliga fingið bein at ganga á, siga Hot og Nolsøe. Alt í alt tykist tað ikki sum um, at fólk fara at ganga tyrst á ólavsøku.
burturúr. Eins og løgtingssamtyktin ásannar, at tað er alneyðugt at fólk taka undir við og taka til sín eftirlønarskipanir í Føroyum, skulu framstig gerast á eftirlønarøkinum, so vilja feløgini enn einaferð [...] á hesi viðurskifti síni, eins og vit kenna tað í londunum rundanum okkum. Umboð fyri feløgini royna nú á triðja ári at fáa eina samráðingarloysn við landsstýrið um LÍV, men higartil hevur konstruktivur
sigldu teir í spølni móti aldunum. Veðrið var hampuligt, men ikki heilt stilt í sjónum. Tá teir so skulu skifta pláss á lítla farinum, eru teir allir í somu síðu eina stund, og tá kemur ein alda og gevur [...] sótu teir á kjølinum á lítla farinum og roynduat vinka til bilar. Men tá ein góð løta var farin sóu fólk á Nesi í Vági dreingirnar og skjóttgangandi bátur fór eftir teimum og bjargaði teimum, eftir at teir [...] tekur tíð at koma fyri seg aftur eftir slíkan skelk, men eg tori í bát aftur, men kanska ikki beint nú. Foreldrini royna alla tíðina at spyrja hvussu eg havi tað og slíkt, men eg eri komin yvir tað, sigur
sjálvur, konan, Lis, teirra trý børn og tveir versynir, sum standa fyri meginpartinum av tí praktiska, nú sætta Vørumessan í røðini fer av bakkastokki fríggjamorgunin. Eitt spæl? Spurdur, um hetta ikki er [...] er eitt stórt tak, sigur stigtakarin: - Jú, hetta er eitt stórt tiltak, og nógv viðurskifti skulu fáast uppá pláss, men vit eru fleiri um at taka hesi tøkini. Vit ganga øll við lív og sál upp í, at alt er [...] móttøkubásurin, sum verður mannaður við trimum fólkum, tá ið messan er opin. Aftrat hesum verða trý fólk í høllini at vera framsýnarunum til hjálpar. Øll hesum taka vit okkum av sjálvi, sigur Birgir. Starvast
Eftir í bygninginum á Argjum er fyri so vítt bert Frímerkjadeildin. Henda deild hevur eini hálvtrýss fólk í arbeiði, og deildin verður verandi á Argjum. Hóast Postverkið gott kundi hugsað sær at savna mest [...] ætlanirnar við sjálvum bygniginum. Gott ár Spurdur um farna árið, sigur postverkstjórin, at teir skulu ikki klaga. ?Vit hava sum onnur merkt stagneringina við minkandi aktiviteti í samfelagnum, men okkara [...] teir ikki kunnu tosa um stóran vinning, so letur hann væl at. ?Vit hava fingið nýggj virkisøki, eitt nú við skundfluttningi í samstarvi við DHL, og hetta hevur givið okkum heilt fitt av inntøku, sigur Bergur
Broytingar skulu gerast á ríkisrættarliga økinum, soleiðis at Føroyar fáa evsta vald í yvirtiknum málum. Hesa niðurstøðu samdist landsfundurin hjá Sambandsflokkinum um leygardagin. Men hetta merkir kortini [...] Sambandsflokkurin heldur, at samgongan í staðin eigur at viðurkenna tann óreingiliga veruleika, at Føroya fólk ikki tekur undir við fullveldisætlanini. Og út frá hesi sannroynd heldur Sambandsflokkurin, at politiska [...] rligu viðurskiftunum. Í øllum førum benda útsagnirnar á, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin nú liggja rættuliga tættir í hesum máli.
o. s. fr. Men tað er ikki nóg mikið við vinnuligum fyritreytum. Annað skal eisini til, um fólk veruliga skulu trívast í útjaðaranum. Ein grundleggjandi fyritreyt er góðir flutningsmøguleikar, góðir bú [...] um nakrantíð. Tí gongur tað fyrst tann skeiva vegin, er vandi fyri, at henda gongd tekur dik á seg. Nú eru nøkur uppskot nevnd fyri at venda gongdini. T. d. at flyta fyrisitingarligar eindir ella uppgávur
seg til eina komandi oljuvinnu. M. a. varð eitt fólk sett til burturav at taka sær av hesum øki og úrslitið er, at nú eru tvey feløg stovnað, ið skulu taka sær av hvør sínum øki innan veitingar til o