í Grið Viðarlundin úti í Grið - við Landavegin og Frælsi - er eisini 50 ár í ár. Tá bygt varð á traðunum á Frælsinum og móti Landavegnum í 60unum og fyrst í 70-árunum, kom ynski fram um at fáa eitt fríøki [...] gróðursett uppi í Kerjum. 50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið. Í sambandi við ársdagarnar hjá teimum trimum viðarlundunum skipar Tórshavnar [...] hátíðarhaldið 9.mai - Kristi himmalsferðardag. Hátíðarhaldið verður í viðarlundini í Grið – við Landavegin og Frælsi. Skrá: Kl. 14:00 Hátíðarhald í viðarlundini í Grið Harmonikufelagið spælir tónleik Heðin Mortensen
minutti. Víkingur er saman við Breiðablik og KR fremst í deildini við seks stigum. Komandi sunnukvøld klokkan 20.15 taka Gunnar og liðfelagarnir móti Patriki Johannesen og liðfeløgunum í Breiðablik á heimavølli [...] Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spældu í kvøld dyst á útivølli móti Fram í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Tað eydnaðist fram at vinna tað, sum sambært Morgunblaðnum var ein tepur og harðvunnin
trupulleikum og onnur, var stórur. Miðhøllin var mestsum fullsett. Og her vóru bæði leik og lærd, ið søgdu frá sínum royndum. Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, bjóðaði vælkomið, og hann fegnaðist [...] hann arbeiddi sum løgreglumaður, gekk hann í heilum og segði “ha...”, tí hann hoyrdi ikki tað, starvsfelagar og onnur søgdu. Hann spurdi upp í saman, og lat at enda sum um hann hoyrdid, hvat sagt varð, uttan [...] heilt annan heim. Eftir tað fór eg til Havnar at útvega mær hoyritól sjálvur, og eg má siga, at tað at hoyra og skilja er alfa og omega í gerandisdegnum, segði Karl H. Johansen, borgarstjóri millum annað.
New York, sum byrjaðu hesa vikuna, og sum halda fram til fyrst í juli. Mentanarátakið er fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands í samstarvi við [...] føroyska samfelagið og fyri tey listafólk, ið virka í Føroyum. Landsstýriskvinnan nevndi amerikansku listakvinnuna Elisabeth Taylor, sum í eitt tíðarskeið fyrst í 20. øld búði á Eiði og hevði stóran týdning [...] er fegin um góðu móttøkuna í New York. – Eg og listafólkini eru sera fegin og takksom fyri alt, vit hava upplivað. Vit hava verið á hópin av framsýningum og eru tikin á bóli av eldhugaðu móttøkuni, okkara
kemur, og útfrá hesi myndini, so er einki at taka feil av, á hvørjari farleið man verða truplast at ferðast/koyra á, serliga um heysti og veturin. ##med3## So sjálvsagt skal tunnilin til Vestmanna og Válin [...] men sum hendan myndin vísir, so er akkurát líka bratt at koma niðan á Høgareyn, og heilar 4,4 km. mótbrekka úr Vestmanna, og uml. 7 km úr Leynum. ##med2## Brekkan niðan á Gøtueiði er "einans" 2 km. Flest [...] Válin, og tey yvir 1300 fólkini ið har búgva, gerðast fyrst. Meir tilfar er at finna í FB bólkinum: "Ja til Vestmannatunnil", nú við yvir 1.000 limum. ##med4## https://www.facebook.com/groups/869688860901157/
Fredericia hevði tríggjar málroyndir innanfyri málrammurnar. Sønderjyske og AaB er langt fremst í ovara endaspælinum við 55 stigum hvør. Og tað er eingin ivi um, at hesi bæði liðini flyta upp í superliguna. [...] Sønderjyske legði seg á odda í 37. minutti, og tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki øktu teir til 2-0. Sønderjyske hevði fimm royndir innanfyri málrammurnar, og Mattias var noteraður fyri tríggjar [...] Føroyski landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia høvdu i dag í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ein torføran heimadyst móti Sønderjyske, ið saman
økið, eru meira enn helvtin av økjunum seld, og her er talan um bæði størri og smærri økir. - Vit hava valt at luta økini út eftir einum longum bíðilista fyrst, og síðan verða økini, sum tá eru eftir, seld [...] hevur gingið so skjótt og væl at finna út av ognarviðurskiftunum. Hetta er festijørð hjá Siggerti Patursson, bónda, sum vit hava keypt eftir avtalu við bóndan og Búnaðarstovuna, og tað er til stórt rós – [...] er longu planerað, og nú skulu so vegir og leiðingar leggjast. Avtalan er, at økið verður handað kommununi í mai næsta ár, men arbeiðið hevur gingið so mikið væl, at hann bæði trýr - og hevur vónir um -
aftur til 16. øld við hospitali, sum fyrst og fremst var ætlað fólki við spidalskusjúku. Í 1829 fingu vit Færø Amts hospital. Men við tíðini gjørdist tað ov lítið, og vit fingu tørvin á einum heilt nýgg [...] Lastautomobil kørte de baade Tørv fra Heden og Varer m.m. inde i Byen, og tillige havde de den Søndage og Sommeraftener til Lystfart med Byens Folk udad Sanatorie- og Sundsvejen. Senere fik de en mindre Personbil [...] til jarðarbrúk og seyðahald. Tað komst av, at hann hevði sera góðan hug at fáast við jørð og legði alla sína orku í hetta arbeiði. Hospitalið varð bygt at hýsa 52 sjúklingum, og starvsfólkatalið
níggju dagar og hin í fýra vikur - fer løgreglan at lýsa málið og royna at finna út av, hvat fór fram henda morgunin í Havn. Løgreglan fer at tosa við vitni, sum kunnu hava sæð tilburðin, og løgreglan fer [...] nakrar skeinur og varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har løstirnir vórðu staðfestir. Løgreglan fekk at vita, at talan var um tveir menn, sum vóru lopnir á hina eina. Eftir hendingina varð fyrst annar maðurin [...] maðurin handtikin, og løtu seinni sótu teir báðir í varðhaldinum hjá løgregluni. Seinnapartin í gjár vórðu báðir førdir fyri rættin, har løgreglan vildi hava menninar varðhaldsfongslaðar, og rætturin gav løgregluni
Helsingør upp á eitt sjálvmál, og 16 minuttir seinni øktu teir til 2-0. Tá 72 minuttir vóru farnir minkaði gamli B36 og HB leikarin, Sebastian Pingel um munin til 2-1, og 10 minuttir seinni javnaði Jonathan [...] Adrian Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød spældu í dag dyst á útivølli móti Helsingør í tí niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Hillerød fekk eina ræðuliga byrjan. Longu í fyrsta [...] fríggjakvøld klokkan 18 tekur Hillerød móti HB Køge á útivøli, so tá býðst møguleikin aftur. Hillerød er fremst í niðara endaspælinum við 34 stigum. Teir eru trý stig frammanfyri gamla liðið hjá Halli Hansson