Tíðindaskriv: Í Føroyum er mangan grátt og tungt, tá ið tú hyggur út. Men Ester Skála hevur sett sær fyri at skapa eina javnvág, tá ið hon í ovurmát litar alt ljósareytt við sínum litríku myndum og popputu tónum [...] døgum gevur hon út spildurnýggjan tónleik. Vit gleða okkum til eina litríka tónleikaløtu við Ester Skála á G! 2025. Hesa vikuna hevur verið Spæl Føroyskt vika, og vit hava bert prátað um føroyskan tónleik og [...] jazzygold, Lyon Hansen, Ester Skála og nógv onnur. Fylg við tá vit longu týsdagin aftur kunngera enn eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025. G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.
eisini fyri vinnuferðavinnuna, har eyguni eru latin upp fyri festivallíknandi ráðstevnum. Kongshøll og Silo sum fundarstaðir eru framúr karmar fyri Tonik, men vit kunnu staðfesta, at hesir karmar verða [...] ambassadørur til gagns fyri okkum øll. ##med2## Ársins Átak: Tonik, Sóley H. Hammer Tonik hevur hækkað munandi um støðið fyri, hvat ber til fyri tiltøk í Føroyum. Fyrst og fremst fyri KT og samskiftisvinnuna [...] toymið handan Tonik vórðu heiðraði fyri stóru nýskapandi ráðstevnuna. Eisini varð eitt serligt heiðursbræv latið Búnaðarstovuni, Dortheu Joensen og Tróndi G. Leivssyni fyri Ullarráðstevnuna, sum var í Føroyum
at umrøða uppskotið til viðtøkubroytingar í SEV sum grundarlag fyri, at uppskotið verður lagt fyri aðalfund í SEV. Býráðsfundur fyri læstum hurðum 30. januar 2025: Málið umrøtt. Ískoyti: Kári Johansen [...] verða longri, um kvalifiseraður meiriluti er fyri hesum. - Samsýningar: Kommunufelagið ger tilmæli um samsýning til nevndina innanfyri viðtøkuásettar karmar. Fyri økisvaldu umboðini skal mann halda seg til [...] heldur, at uppskotið um nýggjan bygna, har seks borgarstjóra uttan fyri Havnina og ein býráðslimur í Havn skulu sita í stýrinum er viðkvæmt fyri Havnina. – Eg føli, at Havnin kemur at standa veikari, sigur Kári
Vestmanna kommuna skrivar, at endamálið er at varpa ljós á føroyskan tónleik, at skapa eitt fjølbroytt og spennandi umhvørvi fyri øll tónleikaáhugað og fagna okkara tónleikarum. Tónleikur á Grønanesheiminum [...] hetta er ein upplagdur møguleiki fyri tey, sum ikki vanliga framføra alment, at royna seg saman við dugnaligum og royndum tónleikarum. Byrjað verður klokkan 19.00 og vit halda á til klokkan 01.00. Kafein [...] nýggj hugskot. Gjøgnum árið verða fleiri konsertir settar á skrá og lagt verður upp fyri, at øll áhugað kunnu skipa fyri. Endamálið er at eggja til, at tónleikurin í bygdini fer at blóma enn meir, og at
Føroya Tele og Kappingareftirlitið gjørdu fyri einum ári síðani í tveimum kappingarmálum. “Føroya Tele hevur ein tvíbýttan leiklut í føroyska samfelagnum. Vit eru bæði tænastufelag í kapping við onnur [...] størsti leikari á fjarskiftismarknaðinum, skulu vit samstundis tryggja, at føroyingar hava atgongd til eitt dygdargott fjarskiftiskervi. Henda leiklutin skulu vit vera tilvitað um hvønn einasta dag”, sigur [...] flyta farnetið er við til at skapa størri tryggleika hjá teimum, sum hava hug at royna seg í kapping við Føroya Tele. Tað skuldi í slíkum málum minka um sannlíkindini fyri, at illgruni tekur seg upp um
berjast ikki bara fyri Ukraina, men fyri allan tann frælsa heimin. Fyri friði og fólkaræði hjá okkum øllum. Vesturheimurin stuðlar, ikki bara fyri at hjálpa Ukraina og ukrainum, men fyri at verja okkum sjálvi [...] ikki fyri neyðini at samstarva við Putin. Slett ikki. Vit hava í áratíggju latið líka nógv (ella meira) enn vit sjálvi fáa burturúr fiskiveiðuavtaluni við Russland. Og nú vísa tøl frá Vørn, at vit harafturat [...] tryggleika og frið í 80 ár. Tíðin krevur, at vit standa saman við okkara samsintu. At vit verja fólkaræði, so ættarliðini eftir okkum vónandi – eins og vit – kunnu liva í einum frælsum og friðarligum heimi
avgerðirnar í mun til stríðsmegina hjá danska hervaldinum, men eisini hernaðartekniskar karmar fyri, hvussu vit keypa á ein hátt, sum bøtir um okkara stríðsmegi, segði Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri [...] annað til stórkeyp undir NATO-verju. Men ráðharrin ger eisini greitt, at einki ávíst mark er sett fyri heimildirnar hjá verjustjóranum. Í summum førum kann tað vera upp til umrøðu, um politikarar skulu
m, t.d. um tú skalt senda børnunum lummapengar ella gjalda fyri eitthvørt, ið onkur annar hevur lagt út fyri. Pengarnir koma á kontu alt fyri eitt. Savna lætt pengar saman til eina felags gávu, námsferð [...] kaffistovum og í støkkupphandlum ella -matstovum. “Vit vóna, at føroyingar og føroyskir handlar fara at taka væl ímóti MobilePay, og at tað kann skapa eitt smidligari samband millum fyritøkur og borgarar [...] ein sannroynd, at reiður peningur verður alsamt minni brúktur, og tí vóna vit, at MobilePay kann gera gerandisdagin lættari fyri føroyingar,” sigur Jeanette Hertzum, landastjóri hjá Vipps MobilePay í Danmark
bókmentasøgu landsins. Seint í grein Kambans stendur hetta brotið at lesa: “ Tí vit onnur vita og hava altíð vitað, at fyri mongum árum síðani – longu í fyrru helvt av nítjandu øld – var Amerika eitt stórt [...] Kamban vil øgiliga gjarna skapa eitt andaligt samband millum USA og Frankaríki, og hetta samband hevur sjálvandi eisini verið: Montesquieu (posthumt), Tocqueville og Frælsisgudinnan fyri bara at nevna nøkur [...] frælslyntu stýrisskipan gjørdist fríhavn fyri nógv andsmenni, heimspekingar og listafólk er hinvegin rætt, men tað ið gjørdi USA stórt vóru “Guns and Steel” - fyri at brúka part av heitinum á kendu bókini
ótrúliga spennandi at síggja, hvat hetta kann koma at merkja fyri fólkið, sum býr í økinum. Ætlanin er, at hetta skal vera ein kraftdepil fyri Reyða Kross Føroya, sigur Jóannes Eidesgaard, nevndarformaður [...] fremst at skapa eitt livandi endurnýtslustað, har góð brúkt klæðir, bøkur, búnýti, leikutoy og amboð fáa nýtt lív. Reyðakrossbúðin verður tó meira enn ein handil – hon verður eitt stað fyri felagsskap [...] Maria Joensen, virksemisleiðari, hevur stórar visjónir: Tað kennist stórt fyri okkum, at Reyði Krossur skal vera í Klaksvík. Vit lata ein handil upp, sum er øðrvísi enn aðrir, og so eru hølini so stór og