æðudún verið brúkt til at fylla koddar og dýnur við. Eru møguleikar til at fáa eina vinnu burtur úr tí nú? Ein norðurlendsk verkætlan við norðmanninum Thomas Holm Carlsen á odda hevur til endmáls at kanna [...] Kjeld Jensen. Serligar eginleikar Tað hevur ongantíð verið nøkur vinna í Føroyum at savna æðudún. Fólk hava bara gjørt tað til sín sjálvs, tí tað er so tíðarkrevjandi. Dúnið má handfarast og reinsast í [...] tað ikki klumpar seg saman sum annað fugladún. Nøkur fá gramm av dúni fáast frá einari æðu, og tað skulu 1100-1200 gramm av dúni til eina dýnu. Í størsta æðueggja- og æðudúnahaldinum í Noregi gera tey dýnur
Bylgjurnar eftir keypið av Amagerbanken hava nú lagt seg, og tær einaferðs útreiðslurnar, sum keypið hevur havt við sær, eru so at siga eitt endað kapittul. Konverteringin og samansjóðingin av bankanum [...] herd. - Vit hava ikki nógvar fastognir, men herdu krøvini, sum í veruleikanum merkir, at ognirnar skulu metast eftir tí virði, ið ognirnar hava við sølu innan hálvt ár, hava fingið okkum at niðurskriva [...] Roknskapurin vísir, at útlánini minkaðu eitt vet í fyrra hálvári. - Hetta kemst í stóran mun av, at fólk gjalda meira aftur av, enn eftirspurningurin er eftir útlánum. Gongdin vísir, at vit merkja eina framgongd
bygdini, sum eru rættiliga stórir og ógvusligir og tá ið teir sleppa leysir, eru fólk bangin fyri teimum, ásannar hann. - Men nú er hendingin meldað, so hetta er eitt mál, sum løgreglan tekur sær av og so gongur [...] sanniliga eisini vera førur fyri at taka sær av honum. - Hinvegin er tað eisini ein spurningur, hvat vit skulu hava slíkar hundar her til? Borgarstjórin í Vestmanna staðfestir, at myndugleikarnir eru í øllum førum
einasti reformurin, sum verður nevdur. - Tað verður ikki sagt eitt orð um fiskivinnuna, og hvussu vit skulu forvinna hesar 400 milliónir krónurnar meira, sum Vinnuhúsið og onnur hava víst á, sigur Poul Michelsen [...] Samgongan hevur provokerað og spjatt sundur føroyska fólki við hesari ætlanini. Tað er nógvar óvissur, fólk kenna seg ikki trygg, og eingin dugir at siga, hvørjar avleiðingarnar av hesum verða. Tað er arrogant [...] ikki, heldur andstøðupolitikarin Poul Michelsen. - Tað eru nógvar óvissur í hesum samfelagnum júst nú, og tað er nógv, sum kenna seg ótrygg við politisku kósina. Løgmaður slættaði ongan sjógv, og sannførdi
Teir eru hot í Føroyum. Teir eru hot í Danmark. Nú bendir nógv á, at føroysku punkararnir í The Dreams eru við at fáa fótin fyri seg á størsta evropeiska tónleikamarknaðinum. – Ja, eg veit ikki heilt hvat [...] Andreasen, Eirikur Gilstón Corfitz Andersen, Heini Gilstón Corfitz Andersen og Heini Mortensen í oktober skulu aftur til Týsklands at spæla. – Tað verður eitt stað í millum 20 og 25 konsertir í oktobermánaði, [...] og fløgan kom út fyri trimum vikum síðani. Tí eru vit eisini ómetaliga fegnir um, at fleiri enn 300 fólk komu til eina eykakonsert, vit høvdu, bara fyri at vita, um nakar kom yvirhøvur. Útgevast í 29 londum
Men tá vit skulu góðataka, hvussu summir landsmenn og -kvinnur liva, so fær pípan anna ljóð. Í blaðnum í dag ger formaður Miðfloksins greitt, at um grein 266b kemur aftur til viðgerðar á tingi, so fer [...] Miðflokkinum, so formaðurin mælti frá at samtykkja málið. Men í 2006 løgdu tey málið framaftur, og nú bar til. Málið varð samtykt. Avleiðingin var tó, at Karsten Hansen tók seg úr Tjóðveldinum og fór í [...] hini í landsstýrinum eisini hildu í 1988, sum verður blást upp. Matteus gamli hevði sína hugsan um fólk, sum brúktu Halgubók til fótatraðk: »Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum
num er gjørd til ein náttklubba í áttatiárunum, og er als ikki hóskandi. Har gýsur so illa, at fólk fáa ikki arbeitt, sigur hann. Eisini vísir hann á, at størsti parturin av pengunum skal brúkast [...] lønarhækkingina hjá alment løntum. Stríðið fríggjadagin snúði seg um seks milliónir krónur. Nú sigur aðalstjórin, at vanligt er við umjáttanum, tá árið er farið at halla. Men halló. [...] tað, um Fíggjarmálaráðið hevur spart nakrar pengar, so merkir tað ikki, at teir endiliga skulu brúkast, tað áttu fólkini í Fíggjarmálaráðnum at vitað best...
og sum vit beinleiðis kunnu samanbera okkum við. Tað er bara at falda við 6. Tey megna tað - hví skulu vit so ikki? Og ikki minst styrktist trúgvin av tí sterka bróðurandanum og kensluni av felagsskapi [...] gestaundirvísari á Háskóla Íslands. Hann segði, at tað gekk yvir hansara forstand at bert 300.000 fólk megnaðu at halda einum samfelag koyrandi, við øllum tí sum hartil hoyrir - framkomið undirvísingarverk [...] anir og politikkir á øllum økjum og á so høgum stigi. Víst stríðast tey við eina álvarsliga kreppu nú, men hann skuldi vera tann fyrsti at geva síni egnu harðrendu stjórn part av skuldini fyri at fallið
saman til “Pedagoguddannelsen Nordsjælland”, haðani tær 19 nú hava fingið prógv. Útbúgvingin tekur trý ár. Tey, sum ikki hava royndir, skulu tríggjar ferðir í starvsvenjing, men hesar 19 fóru bara eina [...] útbúgvingina. Tað mundi vera tí, at úrslitini vóru so góð, sigur Hervør. Uppi í tí hongur eisini, at fólk, sum brúka so nógvan pening til eina útbúgving, tveita ikki peningin burtur við at gevast. 28. januar
tann tónleikurin, sum eg spæli, hóskar seg ikki til sjónvarp, men er slíkur tónleikur, sum fólk sjálvi skulu uppdaga á lítlum kafe’um. Mín tónleikur er øðrvísi enn tónleikurin hjá øðrum, og tí hóskaði [...] kappingini. Eg tók í veruleikanum bara ímóti tí, sum eg kundi fáa. Men eg fari at nýta tey sambond, eg nú havi, í framtíðini. Vilt tú viðmæla øðrum at melda seg til kappingina ella líknandi kappinga ? - Tað