í felag, skal nú byggja tvey tangaskip, sum skulu flyta olju frá tí russiska partinum av Barentshavinum, tá framleiðslan har ætlandi fer í gongd um hálvtannað ár. Tey bæði skipini skulu byggjast á einari [...] meiri hjálp Heimssamfelagið hevur sett sær fyri, at í seinasta lagi í 2015 skulu børnini í Afrika hava nóg mikið til matna, men nú ávarar ein granskingarstovnur um, at við verandi hjálp verður málið ikki [...] Policy Research Institute sigur í einari nýggjari frágreiðing, at sum er hava umleið 200 milliónir fólk í londunum sunnan fyri Sahara ov lítið til matna, og tey eru sostatt næstan 90 milliónir fleiri enn
áheitanir frá fólki og fyriskiparum um, at fráferðin úr Suðri er ov tíðliga. Hetta tí fólk ikki hava stundir at eitt nú vitja fólk og annað eftir kappróðurin. Vit hava í ár valt at eftirlíka hesum áheitanum, sigur [...] til Havnar klokkan 01:30 náttina til sunnudagin. Tað mettu fleiri verða ov seint fyri eitt nú børnini, sum skulu rógva barnaróður. Á Strandferðsluni hava tey tikið áheitanar til eftirtektar og framskundað [...] Strandferðslan hevur eftir áheitan frá eitt nú Róðrarsambandi Føroya, valt at framskunda fráferðina leygarkvøldiðið av Drelnesi ein tíma fram til klokkan 22:30. Tað kom annars illa við hjá fleiri ka
latið upp í Miðvági tann 1. august, men nú gongur ikki altíð, sum ætlað, staðfestir stjórin, Óla Hans Hammer Olsen. Høvuðsgrundin til, at eitt sindur varð seinkað nú, er tann, sigur hann, at gólvið er umvælt [...] telefonnummar, nú flutt verður. Nýggja nummarið verður 35 56 00, og nýggja telefaksnummarið verður 35 56 01, sigur Óla Hans Hammer Olsen. Hann greiðir frá, at tað í dag arbeiða sjey fólk á Skipaeftirlitinum [...] Millum annað verður kravt av umsøkjarunum, at teir hava ávísa útbúgving, eitt nú maskinmeistrarar, umframt at teir skulu hava so og so langa siglingstíð og prakstiska royndir.
umleggingum og broytingum. Tað vísir seg eisini, tí nú boðar Tele-Post í tíðindaskrivi frá, at 11 fólk í umsitingini hava fingið ætlanarskriv, tí tey skulu sigast úr starvi, og 50 onnur starvsfólk verða flutt [...] kostar alt ov nógv at brúka fartelefon og internet í Grønlandi, og tað skulu vit gera nakað við, samstundis sum vit eisini skulu hava pláss fyri at gera íløgur, sigur Kristian Reinert Davidsen, stjóri
annað verður sagt, at talan hesa ferð verður um sera væl tilrættislagda herferð, har fólk á landi og á sjógvi skulu forða fyri at nakar grindahvalur letur lív, umframt at tey eisini ætla at leggja serliga [...] roynir felagsskapurin meira og minni sannførandi at grundgeva fyri, hví føroyingar skulu gevast við at drepa grind. Eitt nú verður trætan um makrel- og sildafiskiskapin nýtt sum argument. Felagsskapurin sigur [...] er eins væl ella illa grundað sum uppáhaldið um silda- og makrelfiskiskap, og at tiltøk tí eisini skulu setast í verk orsakað av grindadrápinum. Sea Shepherd verður ætlandi í Føroyum frá juni til september
samgongu vit hava í Føroyum. Politiska skipanin stendur fyri skotum, og meðan fólk sum frægast royna at renna undan skotum – nú eisini á Argjum – tykist tað at verða torført at skapa politiskan stabilitet [...] einstøk mál, sum fyri ein hvønn prís, skulu fremjast. Vit trivla okkum fram og vóna, at allur hesin roykurin, sum stendst av skotunum, hevur okkurt endamál, ella skulu vit óttast at politiska skipanin fjalir [...] uppsettu pallmyndirnar. Eisini undrast vit yvir, at hóast nógv orð verður nýtt, er so lítið samskifti. Skulu vit ikki taka okkum saman?
tað kann vera til bilar sum er uppstøðgaður og skulu á verkstað, ella bilar sum bert skulu flytast úr einum staði í annað, sum t.d. nýggir bilar sum skulu koyrast frá havnalagnum og til bilhandlaran. Hjálpar- [...] Fyritøkan hjá Jákupi á Borg, Sp/f Bilrøkt, sum hevur hildið til á Varðagøtu, er nú flutt í onnur hølir á horninum Dalavegur/Pedda v. Steingøta. Í hesum sambandi bjóðar fyritøkan seg fram við eini hjálpar- [...] vanligar persón- og vørubilar, eins og trukkar og onnur arbeiðstól. Vit hava skipað tað soleiðis, at fólk kunnu ringja eftir hjálpar- og flutningsbilinum alt samdøgrið á telefonin 588881, sigur Jákup á Borg
- Tað er at fegnast um, at samgongan nú ætlar at broyta revsilógina, soleiðis at kynslig brotsverk skulu revsast harðari, eisini kynslig brotsverk ímóti børnum. Tað heldur Gvøðbjørg West, dagligur leiðari [...] kynslig brotsverk, skal broytast, og samstundis skulu revsingarnar eisini herðast í ávísum førum. Eitt, landsstýrið ætlar at seta í verk, er, at hereftir skulu kynslig brotsverk ímóti børnum undir 12 ár, altíð [...] ættleiddum børnum revsast líka hart, sum kynsligur ágangur ímóti biologiskum børnum. Og harafturat skulu fólk, sum eru dømd fyri kynslig brotsverk ímóti børnum, kunna fáa forboð fyri at seta seg í samband
av Føroya fólki, tí hvørt fólk skal koppsetast tvær ferðir. Men hetta merkir ikki, at tað ber til at hava koppsetingarevni á goymslu, so at vit eru til reiðar at koppseta fólk, beinanvegin ein umfarsótt [...] Samstundis ásetir hendan tilbúgvingin, hvørji tiltøk skulu setast í verk, tá ið ein heimsfarsótt við fráboðað. Millum annað verður ásett, hvussu tey skulu fyrihalda seg á flogvøllinum og á sjúkrahúsunum. Tað [...] Tað er eisini ásett, hvussu farast skal fram um so er, at fólk skulu avbyrgjast heima og hvør skal avbyrgjast heima ella skal í karantenu. - Føroyar vóru í veruleikanum fyrsta norðurlandið, sum hevði eina
Nú skúlu krøv setast til tey, sum bjóða seg fram at viðgera fólk fyri rúsdrekka- og rúsevna misbrúk. Tað er endamálið við einum uppskoti, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, fer at leggja [...] leggja fyri Løgtingið nú í vár. Verður uppskotið samtykt, sleppur ongin at bjóða seg fram at viðgera misbrúkarar, fyrr enn Heilsutrygd hevur góðkent tey. Endamálið við tí er at tryggja, at viðgerin hevur eina [...] fakliga dygd. Tað merkir, at viðgerarin skal hava nøktandi hølisviðurskifti og at starvsfólkini skulu hava viðkomandi útbúgvingar og royndir við rúsdrekka- og rúsevnaviðgerð. – Mett verður, at slík krøv