og úti á Sjómansskúlanum. Umsitingin húsast á setursskrivstovuni, sum liggur handan Á. Her eru tilsamans seks ymiskar adressur, sum studentarnir mugu renna ímillum, og tað fer ikki at bera til í longdini [...] Fróðskaparsetri Føroya, og hon sigur, at hetta er alt plássið, sum tey hava fingið. Hon leggur afturat, at plásstrot og hølistrupulleikar er ein vanligur trupulleiki hjá fleiri almennum lærustovnum. Fróðs [...] studentum. 82 nýggj andlit verða at síggja á Setrinum í ár. Av teimum tilsamans 130 studentunum eru 82, sum byrja lesturin á fyrsta ári. Hetta er væl meira enn helvtin av øllum studentunum. Orsøkin til ta stóru
gjørdist tað til ein fult uppibornan sigur til Tjaldur í dystinum, sum ikki bara stríddist fyri lívinum, men eisini vísti gott spæl. Tað sama gjørdi Kyndil, men kortini virkaði tað, sum hekk ein skuggi av u [...] kærkomna sigurin er Tjaldur framvegis aftast, men hevur nú sama stigatal sum H71 og er bara eitt stig aftan fyri KÍF. Kyndil liggur framvegis í miðjuni, uttan at vera í vanda fyri aftaru liðunum og uttan [...] Kyndli. Kyndil kanska ikki hevði væntað sær ta mótstøðuna, Tjaldur hevði at geva, og var tað kanska ein orsøk til, at Tjaldur vann sær tvey týdningarmikil stig aftrat. Men tað var ikki øll orsøkin. Tjaldur
serliga tí tað kemur sum ein liður í fleiri hóttanum. Jenis sigur, at fyrsti skelkurin kom eftir at hava lisið eina grein í Fregnum. Greinin snúði seg millum annað um samrøðuna, sum Miðflokkurin hevði við [...] leygarkvøldið, og tí vóru vit seint uppi. Vit á veg til songar, tá vit hoyrdu ein hvøllan brest og alt húsið ristist. Eg trúði, at ein partur av húsunum var farin í luftina, men tað var tíbetur bara postkassin [...] teir, at bresturin var so harður, at teir mestsum allir eru vaknaðir av spreingingini. Postkassin liggur nú slongdur út yvir eitt stórt øki, og kriminalpolitiið skuldi kanna málið nærri í gjár. Fleiri hóttanir
at hanga saman fíggjarliga. Ein vansi er sjálvandi hann, at fjarstøðan ger at neyðugt er hjá fólki at hava bil. - Ein sannroynd er, at í dag er að nærum eins bíligt at eiga sum at leiga, sigur Jógvan við [...] bara gingið ein veg. Í dag búgva sostatt sløk 100 fólk her, og er tað tað mesta nakrantíð. Hóast bygdin liggur nakað burtur frá miðbýnum í Klaksvík, er tað ikki longri enn so, enn at tað er eins stuttur vegur [...] við navnið Norðhús. Bæði í Havn, Eysturoynni og í Norðoyggjum standa nógv bygningsverk sum prógv um, at hetta er ein seriøs fyritøka. Bara í Klingrugarði í Klaksvík hevur fyritøkan bygt átta av 10 bygningum
Hammond er fyri tað fyrsta eitt fantastiskt ljóðføri og tá ein serkønur sum Hensley situr handan tangentarnar og pedalirnar, so verður tað ein fragd. Tó haldi eg tað hevði verið ynskiligt, at urgan var [...] kokkurin hevur lagt lív og sál í verkið, so at rætturin gagnast so mongum sum gjørligt væl og kann nýtast aftur og aftur. Ein stjørna, sum enn lýsir bjart, fór av pallinum, eftir eina frálíka framførslu. [...] eisini bólkin og løgini, men týðiligt var, at tey sum vóru farin um 40, 50 og 60 ár eisini hugnaðu sær óført, og yngdust kanska nøkur ár, tí her var ein hetja úr teirra samtíð fyri fullum útblástri. Og
eitt skip. 36 milliónir var prísurin, sjálvt árábarar, sum bjóðaðu, sleptu við 23 milliónum, tað var ein føroyingur, sum starvaðist hjá mærsk sale, sum ikki helt, at tað var ráðiligt at fara upp um 23 mill [...] var tað ein gamal trolari, hann fekk abbasa navn, farmasiglingin var nú vorðin ein marra, so best var at fáa sær fong frá havsins botni, heldur enn tann, sum stóð á bryggjuni. Men tíðin er ein náðileysur [...] einum coastara fingu sær ein av heimsins bestu sáttmálum við danska felagið KGH, har danskir yvirvaldsmenn ráddu, og grønlendingar máttu gjalda gildið. Ein danskur klerkur, sum seinni gjørdist stjóri í
bara løgfrøði. Hon er eisini ein politisk avtala, sum fyri okkum í Sambandsflokkinum byggir á sínámillum virðing og álit. Tað er framferðarhátturin, sum vit eru ímóti, og sum vit vilja tryggja okkum ikki [...] Sostatt er líkt til, at uppskotið hjá Tórbjørn Jacobsen, sum eitt samt løgting stendur aftanfyri, fellur við einum braki, tá tað kemur aftur úr nevnd. Ein royndarsteinur Søgan um hernaðarlógirnar er long. Men [...] er eitt brot við vanliga siðvenju, sum sigur, at lógir, ið viðvíkja Føroyum, verða lagdar fyri løgtingið til álitis. Tað tilskilar grein 7 í heimastýrislógini, eins og stýrisskipanarlógin sigur, at øll
fatan, at tað er ein trupulleiki, at skúlin er í Suðuroy. Hon hevur verið landsstýriskvinna í heilsumálum og hon sigur, at hesi viðurskifti eru kannað, men tað varð ongantíð nevnt sum ein trupulleiki, at [...] teimum ófaklærdu, sum longu arbeiða í eldrarøktini, at fáa sær útbúgving, helt Ruth Vang. Hon minnir Jenis av Rana á, at hann hevur boðað frá á in.fo tann 8, januar, at hetta er ein loysn, hann tekur undir [...] at skúlin er í Suðuroy. – Tað, sum varð nevnt sum tær stóru forðingarnar fyri at fólk fáa sær útbúgving á økinum, er, at lønin er lág, arbeiðið er ov strævið og tað er ringt at fáa fulltíðarstørv. Og samstundis
Skansen, sum hevur verið granni hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen í 40 ár, sigur hann, at tað er óvanligt, at bilar koyra inn á smala gonguvegin, sum gongur gjøgnum økið. Stórar partar av árinum liggur ein stórur [...] bíðaði eftir einum bili, sum skuldi vísa seg at gerast partur av málinum, trýr hann ikki uppá. Svein Holden heldur tað vera ómøguligt at útiloka, at talan kann vera um ein bil, sum sæst á vakmyndaupptøkuni [...] 08.56 henda morgun koyrir ein bilur inn móti húsunum hjá hjúnunum við Sloraveien 4 í Lørenskog. Løgreglan heldur, at júst hesin bilur kann hava stóran týdning í málinum, men sum skilst á norskum miðlum hevur
oljupallinum, sum liggur millum Hetland og markið. At flyta bretskar oljuarbeiðarar til Aberdeen hava teir hjá Atlantsflog so ikki roynt fyrr. Og Hans Erik fegnast um hesa fyrstu royndina, sum eydnaðist sera [...] føroyingar, at eitt útlendskt oljufelag sum Chevron nú heitir á Atlantsflog um at átaka sær frálandauppgávur í bretskum øki, har tað eru nógv onnur tyrlufeløg, sum bjóða sínar tænastur fram. Uppá fyrispurning [...] orsøkir. Ein er so tann, at nettupp Chevron hevur áður brúkt føroyskar tyrlutænastur, tá felagið gjørdi seismiskar kanningar á føroyskum øki og segði seg tá vera sera væl nøgt við tænastuna, og ein onnur